Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Tvey týdningarmikil stig!

Tvey týdningarmikil stig!

Sunnudagin spældi ÍF Føroyar menn enn ein týdningarmiklan dyst í upprykkingarstríðnum. Hesaferð gekk leiðin út um bøgarðarnar til Roskilde. Sjálvt um seinasti dysturin heima móti Roskilde 2 endaði við stórsigrið til okkkara menn, so var enn lagt upp til ein harðan útidyst, tí mótstøðuliði hesuferð hevði leitað sær styrk av teirra besta liði úr 1.division og hjá ÍF Føroyum manglaðu bæði Bergur og Tummas Pauli, sum báðir ikki vóru staddir á Sjællandi.

Dysturin byrjaði við at føroyingar løgdu seg á odda við trimum, men Roskilde liðið vóru skjótir at svara aftur og at koma uppá javnt. Tað sást beinavegin at hesin dysturin fór at vera javnur, tí tað vóru tvær sterkar verjir sum vóru í høllini sunnudagin og tí var ringt hjá báðum liðum at fáa álopsspælið at rigga. Hetta sást eisini aftur, tí tá fari var til hálvleiks, var støðan 9-10 til ÍF Føroyar.

Roskilde menn løgdu hart út í seinna hálvleiki og komu fram um við tveimum, men føroyska liðið hekk væl í allatíðina og tá eini 8 minuttir restaðu í var heilt javnt 17-17. Men við eini ótrúligari verju og einum vælspælandi málmanni, gjørdi føroyska liðið ikki mætari enn at vinna dystin 22-18. Leggjast kann avtrat at áskoðararnir í høllini ikki vóru nøgdir við seinastu detaljuna í dystinum og hetta fekk ein óður roskildianari fortalt Eiriki á veg oman í skiftingarrúmið.

 

Dagsins Leikari: Hørður Trygvason.

 

Næsti dystur verður fríggjadagin 18.02, móti HK Furesø.

 

Málskjúttar: Julian Olsen 8(5). Torstein Balle 4. Eirikur Simonsen 4. Ólavur av Fløtum Mittún 3. Jónsvein Dulavík 2. Rune Olsen 1, Rasmus Muller 1.