Ein væl spældur dystur av kvinnunum!

Vegna korona hevur dysturin verið útsettur tvær ferðir og hetta var tískil fyrstu ferð hetta kappingarárið at vit møttu Team Bornholm. Vit vistu ikki heilt hvørjum vit møttu, og av tí sama vóru leikarirnir alvorliga ON tá dysturin byrjaði.

Tað byrjaði sera javnt, 1-1, 2-1, 2-2 osfr,. og tað kendist sum, at hetta fór at verða ein spennandi uppgerð. Bæði liðini kempaðu seg til málini og verjurnar báðar vóru fyrstu løtuna sera stinnar. Aftaná eina løtu kom hol á hjá okkum og vit drógu eitt sindur frá um miðjan fyrra hálvleik. Tað var serliga miðjan hjá teimum, sum vit høvdu trupulleikar av, men aftaná eina løtu hevði Beinta í málinum eisini lisið skotini av. Beint áðrenn hálvleik skifta vit eitt sindur út og tær fara fram í ein høgan 5-1'ara. Man kan ikki siga annað enn at hetta riggaði væl hjá teimum og trygga leiðslan hjá okkum er nú knappliga ikki so trygg longur.

Tá vit koma inn aftur til seinna hálvleik koyra vit á frá byrjan og renna undan beinanvegin. Vit hava gott tempo allan dystin og velja nógvar góðar avgerðir, men tað manglar líka tað allar síðsta, og tað er at fáa bóltin innum málmannin. Verjan hjá okkum stendur til UG allan dystin og tær hava stórar trupulleikar við at skora mál. Hon stendur so væl, at tær bara fáa 6 mál í seinna hálvleiki og endaliga úrslitið er 28-15 til okkum. Alt í alt kann man siga, at hetta er tann best spældi dysturin hjá kvinnunum í ár við høgum tempo og góðum hondbólsspæli!