Menninir til dystin fús!

Fríggjakvøldið spældi ÍF Føroyar menn enn ein týdningarmiklan dyst í upprykkingarstríðnum. Hesaferð gekk leiðin til Værløse, har Furesø Håndboldklub hevur heimabana. Vit høvdu møtt teimum einaferð fyrr hetta kappingarárið, og tá vunnu okkara menn sannførandi. Men Furesø høvdu seinastu dystirnir fingið góð úrslit móti toppliðum, so tað var umráðandi hjá okkum at halda fokus og vera væl upplagdur til uppgávuna hetta kvøldið. ÍF Føroyar manglaði dagsins leikara frá síðsta dysti, málverjan Hørður Trygvason, til hendan dystin, tí hann var staddur í Jyllandi.

Fyrri hálvleikur var merktur av einum høgum tempoði, og liðini fylgdust á máltavluni. Vit høvdu trupulleikar vid at steðga innspælingunum til strikuna hjá Furesø, sum fekk nógv mál í fyrra hálvleiki.

Í hálvleikinum sótu vit við kensluni av, at hetta kundi gerast betri, og eftir at vit høvdu tosað um taktiskar broytingar, vóru vit til reiðar at fara inn til seinna hálvleik.

Í seinna hálvleiki byrjaði at líkjast hjá okkum, verjan stóð væl saman við Mikkjal Hansen í málinum. Og skjótt byrjaðu leikararnir hjá Furesø at gerast troyttir. Hetta var til okkara fyrimun, tí breiddin á liðnum hjá okkum er stór. Miðskeidis í seinna hálvleiki øktist støðan til okkara fyrimun, og tá 10 minuttir vóru eftir at leika førdu vit vid 5 málum. Endaliga úrslitið gjørdist 30-25 til ÍF Føroyar.

 

Dagsins leikari: Jóhan Petur Hentze.

 

Næsti dystur verður leygardagin 5. mars, móti FIF 2.

 

Málskjúttar: Rasmus Müller 7. Julian Olsen 7. Rune Olsen 5. Jóhan Petur Hentze 3. Eirikur Simonsen 2. Torstein Balle 2. Bergur Ákason 2. Tummas Pauli Hanusarson 1. Ólavur av Fløtum Mittún 1.