Enn ein týdningarmikil sigur til menninar

 

Leygardagin 5. mars skuldu ÍF Føroyar menninir spæla aftur á heimavølli fyri fyrstu ferð síðan í byrjanini av februar, og mótstøðuliðið var sterka 2. liðið hjá FIF, sum lógu beint í hølunum á føroyingunum, og høvdu fleiri dystir til góðar. Liðini høvdu møtst fyrst í kappingarárinum, og tá bleiv tað til ein tepran heimasigur til FIF menninar, so hetta skuldi hevnast til dagsins dyst. Hjá ÍF Føroyar monnunum var uppgávan greið: ein sigur var eitt krav um man enn vildi spæla við um tey 2 ovastu plássini sum geva møguleika fyri uppflyting, og helst skuldi dysturin vinnast við 4 ella fleiri málum, so man var betri enn FIF innanhýsis, skuldi liðini enda jøvn tá kappingarárið endar.

Hópurin til dagsins dyst var eins og í flestu dystunum í ár sterkur, og breiddin var góð. Venjarin Bartal Klein Olsen var aftur í dag upptikin av arbeiði, og tí vóru aftur nakrir av royndu leikarunum á liðnum sum stóðu fyri tí taktiska. Fyrsti dysturin móti FIF lá heldur langt afturi í minninum á leikarunum, so valt var ikki at fokusera so nógv á, hvat mótstøðuliðið kundi, men heldur hugsa um hvussu styrkirnar á føroyska liðnum komu best til sjóndar.

Dystúrin varð blástur í gongd, og hóast føroyingarnir fingu lagt seg framum 2-1 og 3-2, so komu menninir úr Frederiksberg betri frá fyrstu 10-15 minuttunum, og løgdu seg á odda 5-7. Føroyska verjan hevði serliga trupulleikar við stóra vinstra bakkinum hjá FIF, ið skeyt bæði hart og væl útifrá, og skoraði nógv mál í fyrra hálvleiki. Eisini kendist tað sum, at marginalarnir vóru eitt sindur til útiliðið, har returbóltar í fleiri umgangum lupu út aftur til FIF, og gjørdi tað støðuna eitt sindur strævnari í verjuni. Í álopinum gekk betri, tá føroyingarnir spældu við toli, komu teir ofta til fínar kjansir, og tað eydnaðist ofta at spæla inn á strikuna, har Rune Olsen fangaði bóltarnar. Rune spældi ein framúr góðan dyst og fekk 8 mál og nøkur brotskøst. Hetta gjørdi at ÍF Føroyar hekk í, og tá liðini fóru til hálvleiks vóru føroyingarnir aftanfyri við einum máli, 13-14.

Í Hálvleikinum var kjakast mest um, hvussu verjan kundi fáa betri skil á, og serliga hvussu man skuldi steðga stóra skjúttanum hjá útiliðnum. Fyri at forða teimum at koma inn yvir miðuna við stórari ferð og skjóta, so bleiv semja um at fara fram í eina 5-1 verju, við Julian Olsen fremst.

Hetta tyktist at hjálpa frá byrjanini av 2. hálvleiki, og føroyingarnir løgdu seg skjótt framum. Útiliðið royndi eisini í periodum at mansverja bæði Julian og Eirik Simonsen, men tað eydnaðist oftast føroyingunum at spæla seg ígjøgnum 4 móti 4. Eisini spældu føroyingarnir skjótt fram tá teir fingu bóltin og gjørdu sær dælt av at FIF verjan ikki var komin heilt uppá pláss, og fingu eisini fleiri mál á hendan hátt. Eftir 10 minuttir av seinna hálvleiki høvdu føroyingarnir tikið eina 3-máls leiðslu, 19-16. Tá steðgaði føroyska spælið upp eina løtu, og teir fingu einki mál teir næstu 5-7 minuttirnar, meðan FIF át seg inn aftur í dystin, og teir løgdu seg eisini framum, 19-20. Men so vaknaði verjan, og serliga dagsins leikari í málinum, Hørður Trygvason, og stongdi málið mestsum av restina av dystinum. Eftir hegnisligan flúgvara frá Julian vendi dysturin aftur, og føroyingarnir byrjaðu at skora, meðan útiliðið einki fekk burturúr í álopinum. Føroysku menninir løgdu seg aftur framum við trimum tá 5 minuttir vóru eftir, og so varð hugsað um málmunin, sum kundi gerast avgerandi, og tí varð spælt víðari eins og støðan var jøvn. Og hetta eydnaðist eisini, føroyingarnir fingu 3 mál aftrat meðan útiliðið einki fekk, og soleiðis gjørdist endaliga úrslitið 27-21 til eitt ovurfegið ÍF Føroyar lið, sum nú er eitt fet nærri uppflyting til 2. division.

Sigurin heldur føroyingunum á 2. plássi, hóast bæði FIF og Slagelse kunnu koma uppá javnt um teir vinna sínar dystir. Tó hava ÍF Føroyar Slagelse til góðar í síðsta dystinum í kappingarárinum, sum helst fer at vísa seg at vera heilt avgerandi.

Næsti dystur er tó tann mest avgerandi í kappingarárinum enn, hann er nevniliga móti fremsta liðnum Dianalund/Tersløse, sum føroyingarnir knógvaðu í fyrsta dystinum millum liðini á heimavølli. Dysturin verður sunnudagin 13. mars á útivølli í Dianalund.

 

Hørður Trygvason varð valdur sum dagsins leikari.

 

Málskjúttar:

Rune Olsen 8, Julian Olsen 8, Rasmus Müller 4(1), Bergur Ákason 3, Eirikur Simonsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 1, Torstein Balle 1.