Fyrsti javnleikur hjá kvinnunum

Mikukvøldið spældu kvinnurnar á útivølli ímóti Hvidovre IF. Seinast okkara kvinnur spældu ímóti Hvidovre vunnu vit dystin við 5 málum. Vegna sjúku høvdu kvinnurnar onga striku við til útidystin, og hetta vísti seg at verða ein missur, tí dysturin endaði 25-25.

Kvinnurnar komu ikki serliga væl frá byrjan og legði Hvidovre seg fram um við 4 málum beinavegin. Hvidovre valdi at mansverja Onnu Brimnes, og hetta skapti trupulleikar í álopspælinum. Eftir 10 minuttir av fyrsta hálvleiki valdu okkara kvinnur eisini at mansverja, tí einu hjá Hvidovre, sum skapti trupulleikar fyri verjuna hjá okkum. Kvinnurnar vóru óneyvar, tá ið tað skuldi skjótast og brendu vit fleiri opnar møguleikar. Hvidovre vóru frammanfyri við 3 málum, tá farið varð til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki var sama skilið hjá kvinnunum. Vit runnu aftaná Hvidovre, og fingu ikki tey løttu málini sum áður. Um hálvan seinna hálvleik byrjaði verjan at standa betri, og skotini fóru inn í hinum endanum. Hetta gjørdi at kvinnurnar komu fram um Hvidovre 23-25 ímóti endanum av dystinum. Hóast hetta fingu okkara kvinnur eina útvísing, sum kostaði nógv í teimum síðstu minuttunum. Dysturin endaði 25-25. Hvidovre vóru omaná allan dystin og høvdu lisið væl uppá. Tó megnaðu okkara kvinnur í síðsta enda at fáa eitt stig heim við til Amager.

Næsti dystur hjá kvinnum er 20. mars á útivølli ímóti KSI 3.