Kærkomin sigur hjá kvinnunum

Sunnudagin spældu kvinnurnar næstseinasta dystin í hesum kappingarárinum. Dysturin var móti KSI á Nørrebro, sum eisini var fyrsta liðið spælt var ímóti. Tann dysturin endaði 31-19 til okkara kvinnur, og vóru tær eisini favorittar sunnudagin. Undan dystinum var greitt, at skuldi oddasessurin varðveitast, skuldi kvinnurnar hava stig.

Kvinnurnar vóru omaná at kalla allan dystin, men í byrjanini gekk kortini striltið at fáa mál. Verjan stóð væl og í málinum hevði Beinta nógvar bjargingar. Spælið koyrdi betri og skjótari, og kvinnurnar megnaðu at draga frá móti endanum av fyrra hálvleiki og fóru til hálveiks við støðuni 7-14.

Vit byrja ikki eins væl í seinna hálvleiki. KSI fór fram í 5-1 verju og hetta órógvaði okkara álopspæl. Hetta gjørdi at vit byrjaðu at misnýta málmøguleikar. Tó megna vit at fáa álopspælið í rættlag við meira ferð, og vit klára at vera frammanfyri allan dystin. Endaliga úrsltið var 22-28 til okkum.

Við sigrinum varðveita vit oddasessin nú bara ein dystur er eftir at spæla. Tað merkir, at vit gera sjálvar av um vit vinna deildina og flyta beinleiðis upp. Tað verður avgjørt 2. apríl tá vit spæla seinasta dystin í kappingarárinum. Hann verður spældur á Bornholm.