Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /customers/3/4/e/hondboltur.dk/httpd.www/plugins/system/t3/includes/menu/megamenu.php on line 141 Takk fyri í ár!

Takk fyri í ár!

Fyrst í apríl mánaði endaði kappingarárið 2021/22 hjá hondbóltsliðunum hjá ÍF Føroyum. Hetta var fyrsta fulla kappingarár síðan 2018/19, og var tað frálíkt at sleppa at spæla hondbólt uttan stórvegis koronaavbrótingar, ið hava argað nógv seinastu 2 árini.  Tað var eitt hendingarríkt ár við nógvum góðum úrslitum, og bæði 1. liðini vóru við í oddinum av sínum deildum, og var tað sera hugaligt at síggja. Her kemur ein lítil samanumtøka av gongdini.

 

Kvinnurnar gjørdu bart, og vunnu deildina

Kvinnuliðið hevur seinastu árini ligið í oddinum í seriu 1, men áðrenn hetta kappingarárið hevur tað aldrin veruliga eydnast at enda allarovast, og harvið flyta upp. Tað bleiv tíbetur broytt í ár, har kvinnurnar endiliga megnaðu at halda góða spælinum koyrandi mestsum alt árið, og var tað stuttligt at líta á.

Hópurin hjá kvinnuliðnum var í ár rættiliga breiður, har tilgongd av ungum og evnaríkum leikarum sást aftur í høllini. Við góða hópinum og nýggja leikandi venjaranum, Onnu Brimnes, á odda, byrjaðu kvinnurnar kappingarárið sum eitt óløgi og vunnu fyrstu tveir dystirnar sera sannførandi. Eftir hetta vóru nakrir meira tættir dystir, men teir blivu eisini vunnir, og hóast kvinnurnar bert spældu 5 dystir í fyrsta hálvárinum, so vunnu tær allar, og vóru oddalið tá farið var í jólasteðg.

Nýggja árið byrjaði har tað fyrra slepti, og kvinnurnar løgdu út við einum stórsigri fyri og øðrum eftir, og størsti spurningurin tøktist tá at vera, um kvinnurnar skuldu gera reint borð í deildini, og vinna allar dystirnar. Men mitt í februar møtti kvinnurnar úr ÍF Føroyum Team Nørrebro, ið lá á 2. plássi og sum tær høvdu vunnið ein tepran sigur móti í fyrru helvt av kappingarárinum, og hetta skuldi vísa seg at vera ein ringur dystur. ÍF Føroyar tapti við trimum, og Nørrebro, ið bert høvdu leikt ein dyst javnan burtursæð frá tapinum móti føroyingunum, vóru nú bert 1 stig frá fyrsta plássinum. Tá máttu kvinnurnar halda høvdið kalt, tí tað var ikki ráð til snáva aftur, um tær vildu tryggja sær fyrsta plássið. Og tað gjørdu tær sjálvandi heldur ikki, og dystirnir eftir hetta vórðu vunnir greitt, og síðsti dysturin, sum varð leiktur í Bornholm, var eisini ein tryggur sigur, og kvinnurnar sigldu heimaftur til Keypmannahavn sum vinnarar av seriu 1 puljuni. Hóast tær bert vóru eitt stig frammanfyri øðrum plássinum, so sást aftur á málmuninum, har føroyingarnir høvdu +102 mál, at tað var rætta liðið ið vann deildina, og skutu kvinnurnar eisini nógv flest mál við 348 málum fyri 12 dystir – beint undir 30 mál pr dyst.

Hetta merkir at kvinnurnar flyta upp og spæla í Kvalifikatiónsrekkjuni komandi kappingarár, og verður tað sera spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at eydnast, her í nevndini trúgva vit uppá at tað nokk skal ganga teimum heilt væl, og vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við uppflytingini!

 

Menninir mistu á stokkinum

Áðrenn kappingarárið fekk 1. manslið møguleikan at flyta upp í 3. división uppá eitt avboð, og valdu teir at taka av møguleikanum. Liðið var vorðið sterkari ígjøgnum summarið, við fleiri nýggjum leikarum úr Føroyum og gamlum kenningum, ið vóru komnir aftur til felagið, ongin nevndur, ongin gloymdur. Bartal Klein Olsen, ið hevði slitið sær krossbandið í knænum, og ikki fekk spælt við hetta kappingarárið, hevði átikið sær venjarauppgávuna, og hóast eina eitt sindur trilvandi byrjan førdi hann 1. liðið til eitt sera gott kappingarár.

Sum nevnt, so byrjaði kappingarárið ikki heilt eftir vild, við tveimum tapum eftir trimum dystum, har leikarar kanska ikki kendu hvønn annan nóg væl, men eftir hesa fyrstu perioduna byrjaði at koma glið á spælið og úrslitini gjørdust eisini betri, og hóast 2 javnleikir áðrenn jólasteðgin, so fingu føroyingarnir 5 sigrar av 10, og vóru við í ovaru helvtini av tabellini tá farið var inn í nýggja árið.

Hóast januar mánaði er tiltikin vánaligur hjá ÍF Føroyum hondbólti, so fingu menninir heilt heiðurlig úrslit, við tveimum sigrum og einum javnleiki av trimum dystum, og tá teir sigraðu í øllum dystum í februar sóu kjansirnir fyri uppflyting heilt spennandi út. Eftir sigur móti FIF fyrst í mars vóru menninir á øðrum plássi og nærkaðust fyrsta plássinum, men vónbrótandi tap fyri oddaliðnum Dianalund, samstundis sum ein av berandi kreftunum, Eirikur Simonsen, sleit hælsinuna, setti ein alvorligan dempara á góðu gongdina hjá monnunum. Men teir vóru ikki heilt deyðir enn, og við sigri móti botnliði í næstsíðsta dystinum, kundu teir sjálvir avgera um teir skuldu fáa annað plássi og møguleika fyri uppflytingardystum, um teir vunnu síðsta og avgerandi dystin móti Slagelse, ið vóru javnir við føroyingunum á stigatalvuni saman við FIF. Lagt var upp til eitt ordans brak, men føroyingarnir komu stak illa frá bryjan í dystinum, og vóru aftanfyri við 7 málum í hálvleikinum. Hóast Tummas Pauli Hanusarson - enn ein lyklaleikari - var vorðin pápi sama morgun og tí ikki fekk verið við, so fingu ÍF Føroyar menninir bart seg inn aftur í dystin og komu upp á javnt, men Slagelse megnaðu til síðst at hála ein eitt-málssigur heim, og vónbrotið hjá føroyingunum var risastórt, ikki minst tí ein javnleikur hevði verið nóg mikið at blivið nummar 2 sum hini úrslitini endaðu. Menninir endaðu tí á einum 3. plássi, og mugu halda fram í 3. división aftur næsta ár, og kanska ger tað eitt ella tvey pláss betri.

Hóast ólukkuliga endan, so var tað eitt sera væleydnað kappingarár hjá 1. mansliði hjá ÍF Føroyum, sum spældi góðan hondbólt á hægri støði enn seinastu árini, og vónin er at tað verður eitt lítið vet betri næsta ár, vit í nevndini eru í øllum førum ikki í iva um, at tað saktans kann bera til!

 

Takk fyri í ár

Vit vilja við hesum takka fyri í ár. Takk til leikarar, venjararar og ikki minst áskoðarar.

Ein stór tøkk skal eisini ljóða til okkara stuðlar:

  • Bank Nordik
  • Føroya Bjór

Vit gleða okkum longu til komandi kappingarár. Venjingarnar hjá kvinnum og monnum byrja vónandi aftur um miðjan august.

ÍF Føroyar framá!