Ítróttartrygging

Felagið, ÍF Føroyar, hevur limaskap í DIF, Dansk Idræts Forbund, og tískil er ÍF Føroyar umfatað av eini felags trygging, ið DIF hevur teknað í Tryg Forsikring. Felagið er tískil tryggjað í fleiri støðum, har ein tryggingaravtala annars hevði komið væl við.

Eitt nú hevur ÍF Føroyar hesar tryggingar:

1) Ábyrgartrygging, sum fevnir um ta endurgjaldsábyrgd, ið felagið kann koma undir, 
um vit av ósketni gera skaða á annan persón ella lutir hjá øðrum.

2)  Arbeiðsskaðatrygging, ið dekkar teir skaðar, sum man fær, meðan man er í arbeiði.
Tryggingarskyldan er galdandi bæði fyri lønt og ólønt. Hendan tryggingin verður tískil brúkt,
um t.d. ein venjari fær skaða undir venjing.

3) Ítróttarferðatrygging, sum umfatar limir, leiðarar og onnur á ferðum í útlondum.

4) Sálarliga kreppuhjálp, ið kann gerast galdandi, um ein persónur ella onnur, ið eru knýtt at
felagnum, koma út fyri eini álvarsligari vanlukku.

5) Rættarhjálpstrygging, sum dekkar útreiðslur í samband við eitt rættarmál. 


DIF hevur syrgt fyri, at øll feløg, ið hava limaskap í felagsskapinum, hava fingið tær tryggingar, ið eru ásettar við lóg, ella sum feløg vanliga hava brúk fyri. Les meira um ítróttartryggingarnar her.

ÍF Føroyar hevur tó ikki nakra vanlukkutrygging. Tað vil siga, at tey, ið leika við ÍF Føroyum ikki eru tryggjaði gjøgnum ÍF Føroyar, um tey koma til skaða undir dysti ella venjing.

ÍF Føroyar heitir tískil á allar sínar limir um at tekna eina vanlukkutrygging.


Vinarliga,

Nevndin