ÍF Føroyar sangur

Í samband við at ÍF Føroyar gjørdist 75 ár í mai 2014, gjørdi ein komandi legenda fyri felagið sítt til at geva felagnum ein betri identitet. Sir "Djóni Højgaard" tók sakina í egnar hendur og smíðaði eitt spildur nýggjan ÍF Føroyar lag!

Niðanfyri er ein leinkja til sangin og teksturin, sum Djóni spældi inn við góðari hjálp frá Hilmar Kass Jacobsen og Árna Øregaard. Harumframt hjálptu Janus Sørensen, Brandur Leivsson Hansen, Bergur Sørensen og Rógvi Helmsdal at leggja lag á.

Vit takka tykkum øllum fyri hetta fantastiska lagið og vóna at tað fer at runga í og rundanum Amager komandi nógvu árini.

https://soundcloud.com/dj-ni-h-jgaard/f-f-royar-koyr

Akkordir

intro:               |Am-Am|Am-Am,/f#-g|x2

vers:                |Am|x8

niðurlag:          |F-G|C,/h-Am|F-G| C |

|F-G|C,/h-Am|F-G| E |E- break!

 

Intro

ÍF Føroyar, ÍF Føroyar

 

1. vers

ÍF Føroyar savnar manga sterka kvinnu og mann

at íðka ítrótt saman vísa hvat mann dugir og kann

Renna, kasta, sparka, vita hvør mann skora mest

men eingin ivi um at ÍF Føroyar vit eru best

 

Niðurlag

Vit standa saman í ítrótti og gaman

vit vilja vinna hvønn dyst

Við stríð og dirvi vit seta okkum mál

og vit gera eitt skrál..... ÍF FØROYAR KOYR Á!!!!

 

ÍF Føroyar, ÍF Føroyar. ÍF Føroyar, ÍF Føroyar

 

2. vers

Bláa troyggan verður vaskað hvønn ein sunnudag

eftir at øll hava verið í brúsu-bað

Á Kløvermarkini tey renna og tey skjóta mál

úr Sundbyhøllini har hoyrðist eitt sigurskrál

 

Niðurlag x2

Vit standa saman í ítrótti og gaman

vit vilja vinna hvønn dyst

Við stríð og dirvi vit seta okkum mál

og vit gera eitt skrál..... ÍF FØROYAR KOYR Á!!!!

 

ÍF Føroyar, ÍF Føroyar. ÍF Føroyar, ÍF Føroyar