GREINAR

  • Tryggur sigur til kvinnurnar

    Seint týskvøldið tann 3. desember spældu kvinnurnar á útvølli ímóti Søborg. Dysturin byrjaði sera væl, har føroyska liðið skoraði tey fyrstu málini. Fyrsti hálvleikur gekk munandi betur enn seinni hálvleikur. Álopið gekk skjótt, verjan stóð væl og vit fingu nógvar bóltar í málið. Tað komu ikki líka nógvir bóltar í kassan í seinna hálvleiki, men hóast hetta, vóru kvinnurnar hjá ÍF Føroyum frammanfyri allan dystin. Hetta var ein løgin dystur at spæla, tí hitt liðið spældi øgiliga seinan...

  • ÍF Føroyar menninir sigraðu í Hillerød

    Leygardagin 30. novembur leikti besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín 10. dyst í kvalifikatiónsdeildini í ár. Uppgávan henda dagin var á útivølli ímóti Hillerød, og var hetta ein dystur ið skuldi vinnast. Eitt sindur av ræðslu kom á føroyska liðið undan dystinum, tí at tekniski høgri vongurin, Kristoffur Kristoffersen, var blivin vilstur í Hillerød. Føroyingarnir ørkymlaðust um støðuna hjá Kris Kros, og umhugsaðu teir at seta eina “search and rescue” missión í gongd. Lukkutíð hevði Kristoffur...

  • Sigur til bæði mansliðini í vikuskiftinum

    Eftir ein heldur skuffandi javnleik ímóti TIK-Taastrup 2 seinasta vikuskifti, vóru menn samdir um at hetta vikuskiftið vildu vit hava bæði stigini. Spælt varð á heimavølli leygardagin móti Hvidovre IF 2, ið vóru 5 stig aftanfyri okkum áðrenn dystin. Sum nakað nýtt hevði upphitingarstjórin hjá okkum, John Andor, tikið hátalara við í skiftingarrúmið áðrenn dystin. Eftir millum annað eitt Metallicalag, føldu menn seg sera til reiðar at spæla dyst og gjørdi hetta eisini mun. Tá 10 minuttir vóru...

  • Kvinnurnar aftur á rættari leið við umráðandi sigri

    Seint í gjárskvøldið leiktu kvinnurnar sín sætta dyst hetta kappingarárið. Dysturin varð leiktur á útivølli ímótir Frederiksberg HK. Undan dystinum høvdu kvinnurnar bert trý stig eftir fimm dystir, so ein sigur var sera umráðandi. Dysturin leikaði javnt á teir fyrstu fimm til tíggju minuttirnar, men hetta skuldi vísa seg at verða einastu ferð í dystinum, at liðini fylgdust. Eftir hetta løgdu ÍF Føroyar seg framum við fleiri málum. Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum runnu frá Frederiksberg HK -...

  • 1 stig til kvinnurnar

    Kvinnurnar gjørdust akkurát ov stuttar til at at hála tvey stig heim leygardagin 16. novembur. Spælast skuldi ímóti SG Mojn KBH, ið liggja nummar eitt í kappingini, og okkara kvinnur vóru til dystin fús! Í fyrsta hálvleiki gekk spælið skjótt hjá SG Mojn KBH og tær løgdu seg skjótt á odda við einum og tveimum málum. Vit høvdu eitt sindur trupult við at steðga teirra álopsspæli, og serliga fingu tær spælt nógvar bóltar inn til teirra strikuspælara. Vit kláraðu tó allatíð at vera beint í hølunum á...

  • Javnleikur til 1. manslið eftir minni gott avrik

    Sunnudagin 17. November var 1. manslið hjá ÍF Føroyum farið tað heldur langu leiðina til Taastrup at leika dyst í 8. umfari í kvalifikationsrekkjuni 2019/2020 móti TIK Taastrup. Mótstøðuliðið lá áðrenn dystin á einum 8. plássi, meðan ÍF Føroyar lá á 2. plássi við 12 stigum av 14 møguligum, so hetta var á pappírinum ein dystur sum føroyingarnir áttu at vinna. Sum eitt av fleiri øðrum liðum í deildini, spældi TIK eins og ÍF Føroyar í blaúm búna, og máttu føroyingarnir tí spæla í grønum vestum,...

  • Kvinnurnar fingið nýggjan venjara

    Beint undir kappingarbyrjan stóðu kvinnurnar brádliga uttan venjara og tískil máttu tær hava eygu og oyru opin. Nakrar heilt fáar vikur áðrenn fyrsti dystur skuldi spælast, eydnaðist tað kvinnunum at finna ein nýggjan venjara. Hann eitur Jens Hvid, er 65 ára gamal og býr í Køge. Hann hevur yvir 20 ára royndir sum hondbóltsvenjari og hevur vant alt frá 1. division til serie 1. Eftir eitt prát við hann og við hjálp frá góðum stuðlum, takkaði venjarin ja til at verða venjari hjá ÍF Føroyar...

  • 1. manslið aftur á rættari kós í landskappingini

    Eisini 1. mansliðið hjá monnum vóru í eldinum í vikuskiftinum. Teir skuldu royna at fáa armarnar niður aftur eftir sera góða avrikið móti sterka Ledøje Smørum í steypakappingini. Hetta var ein á pappírinum lættari dystur, og mótstøðuliðið hesaferð æt KSG, sum undan dystinum lá á einum 6. plássi í kappingini. Av tí at bæði kvinnuliðið og 2. lið hjá monnum høvdu spælt í høllini fyrr á degnum, vóru tí heilt fitt av føroyskum áskoðarum í Sundbyøsterhal 1 og hugdu, og menn vóru við gott mót....

  • Kvinnurnar eitt vet frá sigrinum

    ÍF Føroyar vs. VHC/Vidar 17-18 (9-10). Í dag fóru kvinnurnar aftur í eldin og vóru vit uppsettar uppá at gera okkara besta og vinna. Kappingarárið byrjaði sera væl og vunnu vit fyrsta dyst, men tíverri taptu vit tveir teir næstu dystirnar og eisini dystin í dag. Vit hava fyrireikað okkum til dystin í dag við at fáa øll systemini at sita og gjørt nakrar innanhýsis avtalir. Vit byrjaðu dystin sera væl og løgdu okkum fram um 7-4 og vóru sera positivar. Systemini riggaðu væl og vit hildu...

  • Nýggja nevndin avmyndað

    Frá vinstru - Rógvi Reinert, Beinta Poulsen, Stina Av Kák Kollsker, Hanus Christophersen og Torstein Balle - Oddvør Dahl Lauritsen vantar á myndini   Tann nú ikki heit so nýggja nevndin í ÍF Føroyum var til myndatøku seinastu venjing, og sæst úrslitið omanfyri. Oddvør Dahl Lauritsen fekk tíverri ikki verið við, og er tí ikki við á myndini. Nevndin er soleiðis mannað: Beinta S. Poulsen, forkvinna Stina av Kák Kollsker, næstforkvinna Rógvi Reinert, kassameistari Torstein Balle, PR Oddvør D....

  • ÍF Føroyar víðari í steypakappingini

    Eftir eitt heldur tungt vikuskifti við fyrsta tapinum í hesum kappingarárinum og nakrar heldur illa spældar dystir í seinastuni, var tíðin komin at reisa seg aftur og vísa góðan stríðsvilja. Hetta skuldi gerast týskvøldið, í øðrum umfarið av donsku steypakappingini og mótstøðuliðið hesuferð var Ledøje Smørum. ÍF Føroyar liðið spældi eisini móti Smørum seinasta kappingarár og tapti heldur keðiligt. Men í ár eru Smørum eina deild hægri enn føroyska liðið. Tískil blivu menn eyka uppsettir tá...

  • So steðgaði sigursrøðin

    Lagt var upp til spennandi dyst, tá ÍF Føroyar vitjaði VLI á Frederiksberg. ÍF Føroyar hevði undan dystinum verið flúgvandi og vunnið allar dystirnar og lá tískil á deildum 1. plássi við 10 stigum. VLI hevði 6 stig og kundi við sigri blanda seg í toppinum. Seinastu árini hava vit havt trupulleikar vid VLI, og hesa ferð var einki undantak. Liðini vóru jøvn í fyrra hálvleiki og skiftust um at leggja seg á odda. Hálvleiksstødan var 13-12 til heimaliðið. Seinni hálvleikur var eins javnur og fyrri, men...

  • Spenningur til tað síðsta í Nørrebro

    Leygardagin 26. oktober var næsta offrið hjá ÍF Føroyum Team Nørrebro, og hetta skuldi vísa seg at vera torførasti dysturin higartil hetta kappingarárið. Av tí at Nørrebro-Hallen var á tremur við fólki, fingu føroysku leikararnir ein kaldan innandura fótbóltsvøll at hita upp í, og sostatt var ikki loyvt at kasta ein bólt inni í høllini, sum tarnaði upphitingina. Andor Sivertsen skipaði enn eina ferð fyri einari hoyvíksupphiting, men hendan endaði tíverri alt ov tíðliga orsakað av...

  • 1. manslið enn ósigrað

    Eftir enn ein sigur í vikuskiftinum, skuldi 1. mansliðið aftur í eldin. Hesuferð varð farið til Glostrup, eitt myrkt og kalt týskvøld. Mótsøðuliðið var AG Håndbold. Eftir at hava skift í tey bláðu klæðini, fóru menn á vøllin at hita upp. Tað vísti seg at mótstøðuliðið eisini spældi í bláum, og noyddust vit tí at spæla í vestum. Sum vant stóð Andor á odda fyri einari góðari upphiting, og menn vóru klárir til dyst. Hóast bæði liðini stóðu seg sera væl í verjustøðu, løgdu vit okkum framum 3-0....

  • Tepurt tap til kvinnuliðið

    ÍF Føroyar – Amager SK 3 15-19 (7-7) Eftir eina heystferiu uttan hondbóltsvenjing skuldu kvinnurnar beint til dyst týskvøldið 22. oktober. Hetta var einans næsti dystur í kappingarárinum, so nógvar høvdu glett seg at spæla dyst. Hóast hondbóltsgleðin var til staðar, so eydnaðist ikki at fáa tað góða hondbóltsspælið fram, og ein týdningarmikil orsøk hevur heilt sikkurt verið vantandi venjing. Dysturin byrjaði heldur tungt, og fyrsti hálvleikur var sera málfátækur. Álopsspælið riggaði illa, men...

  • Skert lið fekk fulla úrtøku

    Sunnudagin skuldi 1. mansliði hjá ÍF Føroyum leika á heimavølli móti Rødovre HK 2. Bæði liðini høvdu vunnið allar dystirnar, so tað var lagt upp til ein tættan dyst. Tað var eitt skert ÍF Føroyar lið sum møtti til dystin, av tí at Ólavur, Kriss Kross, Eyðfinn og Agnar allir vóru í Føroyum. Boð vóru send eftir roynda málmanninum Mikkjal Hansen, ið hevur royndir bæði frá Neistanum og ÍF Føroyum.   Teir leikararnir sum ikki høvdu verið í Føroyum og vent í heystferiuni, valdu at fara til Møn á...

  • Enn ein sigur til 1. manslið hjá ÍF Føroyum

    Leygardagin 5. oktober skuldi 1. manslið hjá ÍF Føroyum aftur leika dyst í landskappingini. Eftir greiðan sigur fyrr í vikuni, var tað ein á pappírinum torførari uppgáva hjá føroyingunum hesa ferð; mótstøðuliðið til dagsins dyst var Tune IF, ið eins og ÍF Føroyar endaði á 2. plássi í kvalifikatiónsrekkjuni seinasta kappingarári, tó spældu teir í einum øðrum bólki enn føroyingarnir. Við bert einum ósigri og einum javnleiki í farna kappingarári hjá Tune IF, vóru menninir úr ÍF Føroyum greiðir...

  • Kvinnuliðið í gongd aftur við góðum sigri

    Ein kaldan leygardag fyrst í oktober setti kvinnuliðið hol á kappingarárið 19/20. Mótstøðuliðið var CIK 2 frá Christianshavn, ið vit vistu lítið og einki um. Kvinnuliðið hevur fyrireikað seg í góðan mánaða til kappingarbyrjan. Eisini er nýggjur venjari settur, ið skal standa á síðulinjuni hjá ÍF Føroyum fyri fyrstu ferð. Vit vóru væl mannaðar til dagsins dyst, tó merktist tað, at vit spældu uttan Brynju Høj og Helgu Kjærbo. Brynja Høj flytir til Føroyar í næstum, og hevur annars staðið á odda í...

  • Tryggur sigur til 1. manslið!

        Týskvøldið 2. Oktobur leikti fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kvalifikatiónsrekkjuni. Mótstøðuliðið var SG Mojn, ið dagliga leikar á Christianshavn, góðan kilometur norðanfyri heimavøllin hjá ÍF Føroyum.   ÍF Føroyar vóru uttan John Andor í Horni Sivertsen, ið er farin norður til Funnings at halda seyð og Rasmus Müller, ið enn dregist við skaða eftir at hava runnið hálvmarathon fyri góðum tveimum vikum síðani. Vit gleða okkum at fáa teir aftur.   Dysturin skuldi upprunaliga...

  • Aftur í Eldin

    Mikukvøldið 25. septembur leikti besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kappingarárinum 2019/20. Talan var um ein dyst í Santander kappingini, ið er nationala steypakappingin í Danmark. Mótstøðuliðið á hesum sinni var SMUT BG úr Tølløse, sum dagliga dystast í Seriu 1, ið er ein deild lægri enn Kvalifikatiónsdeildin, har ÍF Føroyar leika. Tvey nýggj andlit vóru við besta mansliðnum til útidystin, og teir báðir Bartal Klein Olsen og Ólavur av Fløtum Mittún, ið báðir koma úr Kyndli,...

  • ÍF Føroyar klárt til nýtt kappingarár

          Nú heystið brádliga kom aftur, eftir danska summarið hevði tikið eitt síðsta tørn, eru somuleiðis flestu føroysku útisetarnir komnir aftur til Danmarkar, úthvíldir og til reiðar til nýggju lestrarhálvuna. Hetta rákið er eisini eyðsæð í Keypmannahavn, og úti á Amager hava føroysku hondbóltsleikararnir úr ÍF Føroyum funnið innanduraskógvarnar fram aftur og leitað sær inn í høllina á ávikavist Parmagade og Englandsvej, har hondbóltsvenjingar so smátt eru byrjaðar aftur.   Mansliðið byrjaði aftur at...

  • Takk fyri í ár

    Kappingarárið 2018/2019 hjá ÍF Føroyum monnum og kvinnum er nú av, og samanumtikið kann sigast, at kappingarárið eydnaðist væl hjá báðum liðum. Lítið restaði í hjá monnunum Fyrsta árið eftir niðurflyting úr 3. división í kvalifikatiónsrekkjuna, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum royna at reisa seg aftur. Eftir seinasta kappingarár hevði gingið heldur striltið, og at nakrar útskiftingar í hópinum vóru, var eitt heldur stórt ivamál hvussu liðið fór at klára seg, men vónirnar vóru hóast alt góðar....

  • Sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur fram

    Týsdagur 19. marts. Ein tiltrongdan sólskinsdag eftir ein sera vátan marts mánaða við mestsum bara regni, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur á vøllin at vísa sínar dygdir. Hetta var triðsíðsta umfar í kvalifikationsrekkjuni og mótstøðuliðið hjá ÍF Føroyum var Furesø Håndbold. Furesø, ið áðrenn dystin lá á einum 4. plássi, var somuleiðis seinasta mótstøðulið hjá føroyingunum úr ovaru helvt av deildini. Føroyingarnir á 2. plássi tóku sær tí ikki av løttum undan dystinum, tí skuldi lív...

  • Tryggur sigur í Helsingør

    Helsingør Håndbold stóð fyri skotum sunnudagin 10. marts, tá fyrsta liðið hjá monnum skuldi royna at leggja trýst á oddaliðið úr Ledøje-Smørum, sum hetta vikuskiftið høvdu vunnið uttan dyst. Fyrri dysturin móti Helsingør bleiv á heimavølli vunnin 33-15, men mótstøðuliðið varð ikki undirmett, tí Helsingør hevur fleiri lið í betri deildum, so leikarahópurin kann broytast nógv frá dysti til dyst. Frá byrjan var týðiligt, at hetta Helsingør liðið var betri enn í undanfarna dystinum, men hóast...

  • ÍF Føroyar nýtt oddalið

    Sunnumorgun tóku ÍF Føroyar ímóti KSI 2. Mótstøðuliðið frá Nørrebro hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár og lógu á einum 8. plássið við 12 stigum, so vónirnar undan dystinum vóru góðar. Verjugeneralurin og fyrrverandi H71-maðurin, Høgni Olafsson, var farin til Føroyar at hyggja eftir steypafinaluni millum Kyndil og Neistan hetta vikuskifti, sum gjørdi at verjan ikki var eins og stinn, sum hon hevur verið higartil í kappingini. Fyrri hálvleikur var ikki góður fyri ÍF Føroyar....

  • Liggja nú á deildum fyrsta plássi

    Sunnumorgunin 17. februar skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin, og hesaferð var mótstøðuliðið KSG 2. Áðrenn dystin lógu ÍF Føroyar á einum øðrum plássi við 21 stigum, meðan mótstøðuliðið KSG 2 vóru á aftasta plássið við 3 stigum, og sostatt var talan um ein dyst millum topp og botn i deildini. Seinast liðini møttust vann ÍF Føroyar dystin 20-15 á Frederiksberg. Leikgondin er soleiðis í fyrra hálvleiki, at ÍF Føroyar leggja beinavegin út við at leggja seg á odda 2-3 mál har tað...

  • Týdningarmikil sigur í toppdysti

    Lagt var upp til sannan oddadyst, tá ÍF Føroyar týskvøldið tók ímóti VLI frá Frederiksberg. Hóast tað enn eru 6 umfør eftir at leika, vísir stigatalvan, at tad óivað verða hesi bæði lið, ið fara at kappast um 2. plássi, sum gevur atgongd til dyst um upprykking í 3. divisjón. Av hesi orsøk vóru menn eyka uppsettir, tá VLI var á vitjan. VLI legði út við at mansverja tann altíð vælleikandi stórskjúttan Hanus Christophersen. Hetta gjørdi tó ikki, at hinir aftraðu seg. Okkara leikarar spældu tolið og...

  • Kvinnurnar eru flúgvandi

    Nú er langsíðani at tit hava hoyrt nakað frá okkum kvinnum! Vit spældu dyst í gjár á Frederiksberg og vit vunnu 23-17. Hetta er sjeyndi sigurin á rað hjá okkum. Vit koyra á! Vit hava spælt tríggjar dystir hesa seinastu vikuna og hava júst haft eina langa jólaferiu, men hetta tykist ikki at steðga okkum. Í gjár spældu vit móti KSG 2, ið liggja næst aftast í puljuni. Síðstu fer vit spældu ímóti teimum vunnu vit 28-13 og hetta var fyrsti dystur í kappingarárinum, so vit høvdu góðar vónir....

  • Aðalfundur mikukvøldið 13. februar

    Til allar ÍF Føroyar leikarar! Árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum fótbólti og hondbólti verður hildin mikukvøldið 13. februar kl. 21 í veitsluhølinum á Oyrasundskolleginum. Nevndirnar fara at taka stutt saman um gongdina í farna árið og leggja fram roknskap fyri 2018.Ein av nevndarlimunum fer at takka fyri seg aftaná hetta kappingarárið, og tískil hevði verið sera gott við nýggjum kreftum. Hevur tú hug at royna teg í nevndararbeiði, ert tú hjartaliga vælkomin uppí. Uppgávurnar eru...

  • Sera týdningarmikil sigur í oddastríðnum

    Sunnumorgunin 3. Februar skuldi fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur í eldin. Mótstøðuliðið hesaferð var Hillerød, sum áðrenn dystin lá á einum 5. plássið við 14 stigum, meðan ÍF Føroyar lógu á 3. plássi við 17 stignum. Fyrsti dysturin ímillum liðini var sera spennandi, har føroyingarnir vunnu 25-24 á útivølli á Hillerød. Her var tí lagt upp til ein spennandi dyst liðini millum hendan kalda sunnumorgunin í februar á Parmagade á Amager. Steinar var ikki við í dag vegna skaða, sum hann fekk til...

  • Enn ein sera javnur dystur hjá fyrsta mansliðnum

    Sunnudagin 27. Januar skuldi fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum eftir sera langan vetrarsteðg aftur í eldin. Mótstøðuliðið hesaferð var Team Arresø, ið lógu á einum 4. Plássi við eins nógvum stigum sum føroyingarnir á 3. plássi, men við tveimum dystum fleiri. Fyrsti dysturin millum liðini bæði farna heyst var sera javnur og endaði hann við einum 1-máls sigri í seinastu sekundunum til ÍF Føroyar. Tað var sostatt lagt upp til ein sera spennandi dyst millum tveir av biðlunum um upprykkjaraplássini í...

  • Nýggj heimasíða

    Beint fyri ársskiftið orkaði gamla heimasíða okkara ikki meira. Hon bleiv gjørd í 2012, og nú varð PHP versjónin ikki stuðlað longur. Heimasíðan er, saman við facebook og instagram, okkara amboð at fáa upplýsingar út til áhugaði. Tískil valdu vit at fara í holt við at menna eina nýggja heimasíðu. Vit eru væl nøgd við úrslitið og vóna, at tit eisini eru tað. Møguliga fara vit at víðkað um tilfarið á síðuni. Hava tit viðmerkingar ella uppskot um, hvussu vit kunnu betra um heimasíðuna, eru tit...

  • Avsmurdir í toppdysti

    Fyrsta mannsliðið hjá ÍF Føroyum spældu hóskvøldið toppdyst. Hesuferð var tað á útivølli ímóti Ledøje-Smørum HK. Smørum, sum bara hevði mist eitt stig alla fyrstu hálvu, í einum spennandi 23-23 dysti ímóti okkara egnu monnum, lógu nr. 1 við einari framúr málúrtøku og haltaðu vit 3 stig aftanfyri áðrenn dystin. Hetta var ein 4 stigs dystur, av stórum týdningi, ið skuldi vinnast um vit skuldu gera okkum nakrar vónir um at enda ovast á stigartalvuni hetta kappingarárið. Smørum løgdu út sum eitt...

  • Sigraðu við skerdum liði

    Síðsti dystur í 1. umfarið var sunnudagin 9. desembur. Tað var Freja HK sum var á skránni, og setningurin var greiður, ein sigur var eitt krav, um vit skuldu vera við í oddinum. Liðið var heldur skert av royndum og øðrum, so vit vóru bert 8 mans til dystin. Tað vísti seg tá dysturin skuldi byrja at heimaliðið var meira skert, tí at teir høvdu ongan á bonkinum. Vit valdu tí frá byrjan av at royna at renna við teimum, og fáa nøkur nem mál frá byrjan. Hetta eydnaðist eisini. Vit løgdu okkum...

  • Knallharður arbeiðssigur

    Leygardagin fór ÍF Føroyar liðið aftur í eldin. Eftir stórsigur í Brøndby hóskvøldið var sjálvsálitið gott, og menn vóru uppsettir uppá at halda stiman sum ósigraðir. Gestirnir løgdu væl frá landi við ágrýtni, skjótum spæli og offensivari verju. Hetta gjørdi, at okkara leikarar av og á høvdu avbjóðingar við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum. 1. hálvleikur leikaði javnt á, tó soleiðis at vit fóru til hálvleiks við eini 1 máls leiðslu. Hóast vit høvdu eina lítla leiðslu, vóru vit...

  • Eingin slingur í valsinum í Brøndby

    Hósdagur 8. november. Eitt væl mannað ÍF Føroyar lið hevði leitað sær ta longu leiðina til Brøndby eitt heldur kvirt, men samstundis lýtt novemberkvøld. Her skuldu teir spæla dyst í steypakappingini móti Brøndby Strand IK, ið leikar í seriu 2, sum er tvær deildir undir kvalifikatiónsrekkjuni, har 1.liðið hjá ÍF Føroyum leikar dagliga, so føroyingarnir máttu liva við einari heldur stórari favorittrollu. Áðrenn menninir sluppu inn á vøllin at hita upp, vandi kvinnuliðið hjá Brøndby Strand IK, og...

  • Spenningur til tað síðsta, tá ÍF Føroyar vitjaði í Hillerød

    Sunnudagin 4. november var ÍF Føroyar aftur á ferð. Hesa ferð gekk leiðin heilt til Hillerød, har ósigraða heimaliðið bíðaði spent eftir teimum bláu. Men føroyingarnir høvdu heldur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum, so tað varð lagt upp til ein sera spennandi og javnan dyst. Seinni skuldi tað eisini vísa seg at spenningurin helt heilt til síðsta bríksl. Stutt áðrenn dystarbyrjan varð avdúkað, at Hillerød spældu í myrkabláum. Hetta hevði við sær at føroyingarnir máttu noyðast við at spæla í...

  • Enn ein dystur uttan stig

    Í dag spældi kvinnuliðið sín fimta dyst. Dysturin varð spældur í Hvidovre ímóti Hvidovre IF 3. Tíverri taptu vit, og dysturin endaði sostatt 30-25. Teir fyrstu 10 min. leikaðu vit javnt, men mótstøðuliðið kom framum og lá á odda við trimum málum í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki byrja vit væl, men eftir 5 min. koma vit meir afturúr. Tá 15 min. eru eftir, eru vit 8 mál afturúr. Vit fáa nøkur straffir í dystinum, sum vit útnytta væl – Fía skoraði øll straffini, tó hava vit ofta ringt við at fáa...

  • Ósigraðir eftir 4 dystir

    Sunnudagin spældi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum ímóti Team Arresø av Nordsjællandi, ið er eitt og toppliðunum í deildini, og lógu teir á einum 3. plássið áðrenn dystarbyrjan. Okkara menn skuldu royna framhaldandi at vera ósigraðir eftir 4 dystir. Vit byrjaðu dystin heldur illani, og fingu Arresø eina 5 máls leiðslu eftir teir fyrstu 10 minuttirnar. Hetta kom av, at vit ikki fingu loyst álopsstøðurnar nóg væl, og at Team Arresø fingu spælt seg fram til fínar málmøguleikar, har teir høvdu eydnuna vid...

  • Enn ein javnleikur

    Týsdagin 23. oktobur spældi 1. mansliðið hjá okkum dyst í móti LSH. Av tí at hetta var fyrsti dystur hjá okkara monnum ímóti hesum liðnum, vistu vit so at siga onki um teir, annað enn at teir hava vunnið báðar sínar dystir í kvalifikatiónsrekkjuni í ár. Mótstøðumennirnir vóru sera ungir, og sóu sera svangir út undir upphiting. Áðrenn fyrsta bríksl væntaðu vit ein sera javnan dyst, og so varð eisini. Støðan var jøvn so at siga allan fyrsta hálvleik, tó høvdu vit eina leiðslu uppá 1-2 mál allan...

  • Rutinan koyrdi tað heim

    Sunnudagin 21. oktobur spældi 1. liðið hjá monnum aftur dyst eftir ein steðg í ein mánaða. Mótstøðuliðið hesaferð var KSG 2 frá Frederiksberg, sum áðrenn dystin bert hevði eitt stig, so á papírinum sá tað út til at blíva ein nemmur dystur fyri 1. liðið. Orsaka av heystferiu og skaðum vóru vit bert 7 leikarir til dystin, so har var ríkiligt av spælitíð til allar. Dysturin leikaði sera javnt á, har liðini fyldust upp til støðuna 5-5, men tá valdi Eli so at stongja málið restina av hálvleikinum, so...

  • Tveir sera ymiskir hálvleikir

    Furesø Håndbold 2 - ÍF Føroyar Sunnudagin 23. septembur leiktu menninir hjá ÍF Føroyum fyrsta dyst í kvalifikatiónsdeildini 2018/19, og var hetta á útivølli ímóti Furesø Håndbold 2. Vit kendu einki til mótstøðuliðið undan dystinum sum so, og vistu vit sostatt ikki, hvat vit skuldu væntað av dystinum. Vit avtalaðu, at vit skuldu gera okkara besta, og vita hvar tað bar okkum. Dysturin fór í gongd, og skjótt var greitt, at hetta fór ikki at vera ein dystur við flottum hondbóltsspæli. Bæði liðini...

  • Kappingarárið hjá monnum skotið í gongd

    Týsdagin varđ kappingaráriđ hjá 1. liđnum hjá monnum skotiđ í gongd. Tađ var steypakappingardystur og mótstøđuliđiđ var KFUM. Talan var um var um ein øgiliga javnan dyst, har tađ sást at tađ var fyrsti dystur hjá báđum liđum viđ nógvum tekniskum villum og misnýttum møguleikum. Vit byrjađu dystin væl og komu skjótt framum viđ 2-3 málum, men miđskeiđis í 1. hálvleiki byrjađu KFUM spakuliga at minka um leiđsluna takkađ veriđ einum vælskjótandi vinstra bakki međan okkara álopspæl ikki koyrdi sum...

  • Sigraðu við skerdum hópi móti Team Nørrebro

    Hesin dysturin var sera viktigur fyri okkum, av tí grund at Team Nørrebro vóru 3 stig frammanfyri okkum, og samstundis vunnu teir fyrsta dystin ímillum liðini. Tann fyrsti dysturin var sera merktur av, at vit vóru á odda við 8 málum eitt bil í 2. hálvleiki, men endaðu við at tapa dystin í síðsta sekundi, so her var nógv at hevna. Hópurin í dag var sera merktur av, at leikarir hjá okkum ikki vóru tøkir av ymsum orsøkum, og sostatt møttu vit upp við 8 monnum til dystin. Sum tað ikki var tungt...

  • Í jólaferiu við uppreistari pannu

    Leygardagin 9. desembur skuldu øll liðini spæla dyst á heimavølli, og eftir dystirnar varð boðið til jólafrokost. 2. manslið og kvinnuliðið spældu teir báðar fyrru dystirnar, og tíverri taptu vit sera tepurt í báðum dystinum. Tískil mátti 1. mansliðið syrgja fyri at vinna, so tað góða huglagið kundi varðveitast. Talan var um ein sonevndan 4 stigs dyst, tí vit leiktu móti VSH, sum lá eitt stig frammanfyri okkum á 11. plássinum. Vunnu vit komu vit vekk frá botninum, so menn vóru til dystin fús....

  • Avgerðin fall í síðstu sekundunum

    Kalt, vátt og gráligt. Veðrið í Keypmannahavn minnir í dag ikki sørt um gerandisdagsveðrið í Føroyum. Frederiksbergs Idræts-forening (FIF) leitar sær allan vegin suður til Sundbyøster Idrætsanleg á Amager í regninum. Við føroyska landsliðsleikaranum, Róa Berg Hansen, á mótstøðuliðnum, skuldi tað vísa seg, at FIF fór at leika dystin við einum styrktum eykaliði. ÍF Føroyar leikararnir eru samlaðir í skiftingarrúminum. Menn leggja til merkis, at ongin málmaður er møttur. Venjarin berur so tey...

  • Ársins fyrsti sigur

    Eftir 6 dystir uttan sigur eydnaðist tað endiliga ÍF Føroyum monnunum at vinna sín fyrsta sigur. Dysturin byrjaði illa, har ið ÍF Føroyar komu afturum 5-1. Men við stríðsvilja, ið vit ikki hava sæð áður hetta kappingarárið, eydnaðist at koma uppá javnt 6-6. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og hevði ÍF Føroyar fleiri stórar møguleikar, har ið ikki varð tikið av. AB var á odda 12-13, tá ið liðini fóru til hálvleiks. Í pausini varð tosað um at hava høvdið á og at fara inn at spæla hondbólt. Og...

  • Beiskur ósigur á Team Nørrebro

    Eftir eina heldur keðiliga kappingarbyrjan vóru menn svangir eftir at fáa fyrstu stigini á kontuna hóskvøldið 2. novembur, har mótstøðuliðið var Nørrebro. Nørrebro hava vit ofta møtt fyrr, og plaga dystirnir okkara millum at vera tættir og spennandi. Soleiðis skuldi eisini verða í dag. Okkara menn løgdu væl frá landi, og líkt var til at tað nú endiliga skuldi eydnast. Eyðfinn í málinum stóð sum ein múrur, verjan var sterk og av hesi orsøk fingu vit kontramálini, sum hava verið saknað, at...

  • Skert lið tapti fyri KSG 2

    Týsdagin 10. oktober varð næsti dysturin hjá kvinnunum spældur. Dysturin bleiv spældur á heimavølli ímóti KSG 2. Tíverri var okkara lið merkt av, at fleiri vóru sjúkar ella uttanlands og tí ikki høvdu møguleika at vera við. Hóast hetta fóru vit spentar og vælupplagdar inn á vøllin, og avtalaðu at halda fast í teimum tingunum, ið eydnaðust væl seinasta dyst. Fyrsti hálvleikur var rættiliga javnur, og bæði liðini fylgdust næstan allan vegin. Serliga var tað verjan hjá okkum ið riggaði væl, og...

  • Kappingarárið hjá kvinnunum er byrjað

    (Savnsmynd) Fyrsti dysturin gav okkum fyrsta stigið! Hóast vit vóru hart raktar av sjúku, skaðum og leikarum, ið eru uttanlands, er hópurin breiður, og tí møttu vit vælupplagdar og spentar til fyrsta dystin á Nørrebro móti KSI 3. Vit fóru jaligar og viljusterkar á vøllin. Hetta vísti seg serliga væl í verjuni, har ágrýtni og samskifti millum leikararnar var gott. Vit høvdu ongan málverja við til dystin, men Jutta hevur royndir sum málverji og tók av møguleikanum. Hetta skuldi vísa seg at vera...

  • Ikki nóg neyvir

    Annar dystur í hesum kappingarárinum varð leiktur í gjár, 1. oktobur. Mótstøðuliðið hesa ferð var Team Helsinge, sum enn hevði sín fyrsta dyst til góðar. Heimaliðið vísti seg at vera væl upplagt til dystin, og serliga ein væl spælandi høgri bakkur gav okkum trupulleikar. Helsinge komu framum tíðliga í dystinum, sum ikki gjørdi uppgávuna lættari hjá okkum. Álopið koyrdi væl í fyrra hálvleiki, men ov nógv løtt mál komu ígjøgnum í okkara enda. Hálvleiksstøðan var 16-10. Seinni hálvleikur fór í...

  • KSG fór við fyrstu stigunum

    Fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum varð leiktur í dag, og menn hava verið spentir uppá at sleppa í gongd. Nógvir nýggir leikarir eru komnir til felagið, samstundis sum at fleiri eru farnir. Útiliðið frá KSG vístu seg at vera væl upplagdir til dystin í dag, og serliga innspælini til strikuleikaran riggaðu væl. Nógv jaligt var at síggja frá okkara monnum, tó tað var sjónligt at leikarirnir ikki høvdu spælt á liðið saman áður. Bæði liðini fylgdust væl í fyrra hálvleiki, og stuttligt var at...

  • Venjingardystur móti Amager SK

    Menninir hjá ÍF Føroyum spældu sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin í gjár!Talan var um venjingardyst móti grannunum úr Amager SK. Dystargongd: Amager SK fekk fyrsta málið í dystinum, og legði seg longu á odda 4-1 eftir 4min. Vit komu so í gongd eftir góðar 7-8min og avgerðir byrjaðu at rigga betur og kontrafasan bleiv farlig. Samstundis sum, at verjan gjørdi ein ordiligan vørr fingu vit eina rúgvu av skjótálopum og eftir umleið 20min vóru vit á odda við 3 málum. Støðan í steðginum var 13-12...

  • Kom og ven!

    Bæði kvinnur og menn eru farin í gongd við venjing fram til kappingarárið, sum byrjar um mánaðarskiftið septembur/oktobur.   Venjingartíðirnar eru hesar: Menn: Týsdag: kl. 18:00 - 19:30 í Sundbyøster hal 2, Parmagade 2, 2300 København S Hósdag: kl. 18:00 - 19:00 í Sundby Hal 1, Englandsvej 61, 2300 København S Kvinnur: Týsdag: kl. 19:30 - 21:00 í Sundbyøster hal 2, Parmagade 2, 2300 København S Hósdag: kl. 19:00 - 20:00 í Sundby Hal 1, Englandsvej 61, 2300 København S   Ert tú nýliga flutt/ur til...

  • Ein sigur!

    So kom hann um síđur, sigurin iđ vit hava sakna síđani Novembur. 1. mansliðið spældi dyst tann 19. februar móti Herlev/Hjorten. Undan dystinum var greitt, at vit vóru nakað skerdir. Hallur var í Føroyum og klappaði eftir onkrum dysti har, Eirikur, ið so smátt er byrjaður at gera um seg á 1. liðið var skaddur, og somuleiðis Rósingur, okkara bastión í kontrafasuni. Skerdir vóru vit, men tað sást ikki á lagnum, menn vóru sera við uppá tað hendan dagin, hetta var ein dystur, ið skuldi vinnast,...

  • Tríggjar dystarfrásagnir

    Næstved/Herlufsholm - ÍF Føroyar 26.01.2017 Skriva hevur: Andrias Solsker Hóskvøldið 26. Januar var so aftur dystur hjá ÍF Føroyum, hesaferð í steypakappingini. Mótstøðuliðið var Næstved/Herlufsholm, sum eisini hevði heimavøll hendan dagin. Næstved/Herlufsholm spælir í somu deild sum ÍF Føroyar, og seinastu ferð liðini møttust gjørdist úrsliti 27-21 til føroysku garparnar. Hóast long tíð er síðan síðsta sigur, fóru leikarnir tí bjartskygdir avstað til Næstved. Dysturin gjørdist sera spennandi og endaði...

  • Enn eitt tap, men vit nærkast.

    Týskvøldið 24. Januar tóku vit ímóti Hvidovre á heimavølli. Lagt var upp til ein spennandi dyst, har vit skuldu hevna tapoð, ið Hvidovre gav okkum í fyrsta umfarið. Vegna skaðar hjá Eiriki og Rósing, gjørdist uppgávan enn truplari enn væntað. Gestirnir løgdu best frá landi og løgdu seg beinanvegin fram um við trimum málum. Vit bardust fyri at fanga teir aftur og fingu so spakuliga etið okkum inn á teir aftur. Hálvleikssteðgurin var sostatt 13-16. Í øðrum hálvleiki byrjaðu gestirnir at trekkja...

  • Keðiliga gongdin heldur fram

    Leygardagin 21 januar leikti ÍF Føroyar móti Roskilde. Tað var lagt upp til ein sera spennandi dyst, tí liðini spældu ein sera javnan dyst í Roskilde í fyrru helvt av kappingini. Stóri málslúkarin hjá ÍF Føroyum hetta kappingarárið, Eirikur Simonsen, var við aftur, aftaná at hann fekk eitt sera sera bíligt reytt kort móti FIF 4 des., sum førdi við sær 2 dystir leikbann. Leikandi læknin, Rókur ”við” Akralíð var eisni tøkur til hendan dystin, aftaná eitt hart vikuskifti við landsliðnum, sum...

  • Greitt tap móti oddaliðnum!

    Týsdagin 17.januar spældi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum útidyst ímóti oddaliðnum úr Brønshøj, IF Stadion. Lagt var ikki upp til nakran dyst, har vit ætlaðu stigini heim við, men kortini vildu vit royna at geva teimum høvuðbrýggj. Dystargongd: Í fyrsta hálvleiki fylgdust bæði liðini, hóast vit vóru aftanfyri við 2-3 málum. Eftir umleið 10 min fór IF Stadion í snarálop og Lars Black, ið var komin út úr málteiginum eftir bóltinum, feldi mótspælarin og tilognaði sær eitt beinleiðis reytt kort og...

  • Aðalfundur 2017

    Mánadagin 13. februar verður árligi aðalfundurin hjá ÍF Føroyum avhildin. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum kl.20.00 Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni: Val av fundarstjóra og skrivara. Formansfrágreiðing. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. Framløga av fíggjarætlan. Góðkenning av limagjøldum. Val av aðalnevnd og deildarnevndum. Val av roknskapargrannskoðara. Innkomin mál.   Innkomin mál skulu verða felagnum í hendi seinast...

  • Víðari í steypakappingini

    Hóskvøldið 15. desembur spældi 1. liðið hjá ÍF Føroyum steypadyst á útivølli í Nørrebro Hallen. Móstøðuliðið var Team Nørrebro, ið flutti niður úr 3. Division í fjør og tískil leika í kvalifikationsrækken í ár. Har liggja teir nr. tvey eftir 11 dystir. Tað er ofta torført at vera hundrað prosent klárur frá byrjan til miðvikudystir, serliga um tað er á útivølli. Tá ið dysturin so eisini er móti einum liðið sum liggur tvær deildir lægri kann tað gerðast farligt. Menn vita av hesum og tí var...

  • TIK Taastrup – ÍF Føroyar

    TIK Taastrup – ÍF Føroyar   Dysturin byrjaði sera javnt, har TIK var eitt vet frammanfyri okkum. Verjan stóð sum heild væl, tó vóru nakrir konsentrationsfeilir til tíðir, sum blivu rættaðir og vóru vekk, aftaná at nakrar justeringar vóru gjørdar. Rættingarnar førdu við sær, at málskoringin hjá TIK steðgaði heilt upp ímóti endanum av 1. hálvleikið, samstundis sum vit fingu hol á málskjótingina við fleiri góðum snarálopum – serliga var tað ein vælleikandi Rókur, sum gjørdi sítt fyri, at vit kundu...

  • Køge - ÍF Føroyar

    Køge - ÍF Føroyar Leygardagin fyri gott tveimum vikum síðani spældi 1. Manslið hjá ÍF-Føroyum landskappingardyst ímóti Køge, ið liggja í "top" 4 í deildini. Fyri at fyrireika seg best møguligt til dystin, var ein eykað venjing fríggjakvøldið, har dentur var lagdur á hvussu Køge skipar seg í álopinum og verjuni. Rói okkara langa úr Vestmanna skipar fyri einari góðari upphiting, vestmenningurin er klárur... Allir eru klárir til hesa uppgávu ein leygardag síðs í Novembur! Dysturin leikar hart á,...

  • Nevndin skipa av nýggjum

    Mánakvøldið 05-12-2016 var nevndarfundur hjá ÍF Føroyum Hondbólti. Størsta málið á skránni var at velja nýggjan formann nú Djóni Højgaard er farin til Føroyar at arbeiða eftir loknan lesnað. Djóni hevur av álvara verið við at mynda hondbóltin hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn. Hann hevur gjørt nógv fyri felagið og tí ynskja vit at takkað Djóna fyri góða samstarvið og ynskja honum góða eydnu í framtíðini. Maður kemur í mans stað sigst. Tað verður eisni ein maður í tekur við sum formaður...

  • FIF - ov stórur biti at gloypa.

    ÍF Føroyar - FIF Fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum  hevur fingið eina ógvuliga óstøðuga byrjan uppá hetta kappingarárið. Liðið hevur fingið 8 stig út av 20 møguligum, og hevur inntil víðari ikki vunnið tveir dystir ár rað. Hesa gongd vildu mennirnir gjarna broyta sunnudagin, hóast teir vistu at tað fór at gerast torført. Mótsøduliðið sunnudagin var FIF frá Fredriksberg, sum undan dystinum hevði fult stigatal. ÍFF kom á odda 1-0, men var hetta einastu ferð at føroyingarnir førdu í dystinum. FIF...

  • ÍF Føroyar - IF Stadion

    ÍF Føroyar - IF Stadion   Huff huff.... Stutt sagt skal hasin gloymast sum skjótast. Vit taptu imóti einum nógv betri liđiđ har vit eisini spæl avbera illa og einki sum helst riggar. Í fyrra hálvleiki vera vit serliga hart revsađir av okkara feilum og vit hava óvanliga nógvar telji feilir í verjuni. Teir dekka 3-2-1 og hettar stressar okkum nógv og vit spæla síđulens. Hálvleik støđan er 14 - 8 til Staion. Í seinna leiki byrja vit viđ at mannsverja 2 leikarir og hettar riggar ikki væl og teir...

  • Heim úr Ringsted við 2 stigum

    TMS Ringsted 2 – ÌF Føroyar Dysturin byrjaði við tveimum góðum og hartarbeiðandi verjum og einum Lars í stórformi í málinum. Tá 7 minuttir vóru farin var støðan 1-0 til okkum. Tá hálvleikurin var hálvrunnin var støðan 3-3. Men eftir hetta kom meira glið á álopspartin hjá báðum liðum, tó at Ringsted var frammanfyri við 1-2 málum. Síðsta álopið undan steðginum fingu vit kempa okkum fram til eitt fríkast, og Eirikur gjørdi ikki mætari enn at skjóta beinleiðis í mál. Hálvleiksstøðan var Ringsted 12 – 11...

  • Team Arresø heimaftur við ongum

    Sunnudagin 6. november var ein dagur, har øll liðini hjá ÍF Føroyum skuldu spæla dyst á heimavølli, tó varð dysturin hjá 1. liðnum hjá monnum útsettur orsaka av landsliðsdystunum, ið vóru í Polen um vikuskiftið, har fleiri av okkara monnum vóru úttiknir til. 1. liðið hjá kvinnunum høvdu ein dyst á skránni kl. 17.30 ímóti Team Arresø, ið høvdu tikið longu leiðina úr Fredriksværk, ið liggur í norður Sjællandi. Tá statistikkurin ikki sá so góður út við trimum tapum og tveimum sigrum áðrenn...

  • Menn gjørdu bart!

    ÍF Føroyar - Næstved/Herlufsholm Tað er leygardagur 29. oktobur. Klokkan er 14. Fyrsta manslið ÍF Føroya ger klárt til at seta dystin móti Næstved/Herlufsholm í gongd. Undan dystinum liggja føroysku útisetarnir niðarliga á stigatalvuni við sølle tveimum stigum eftir fýra dystir. Tað hevur hildnast betri hjá mótstøðumonnunum, sum hava skaffað sjey stig eftir fimm dystir. Menn eru sera uppsettir at reisa seg og kasta illa smakkandi ósigurin mikukvøldið í Roskilde av sær. Fyrri hálvleikur verður...

  • Kvinnurnar vunnu á heimavølli

    ÍF Føroyar - HUK-Øresund 2 Leygardagin 15/10 spældi 1 liðið hjá ÌF-Føroyar kvinnunum sín fjórða dyst í hesum landskappingarári. Leikt varð á heimavølli móti HUK-Øresund 2, ið frammanundan dystinum einki stig hevði fingið fyri sínar dystir. Dagurin byrjaði við felags morgunmati, so lagt var upp til ein góðan dag, har ein sigur var eitt krav. Dysturin byrjaði væl, og okkara kvinnur spældu sera væl. Álopsspælið gekk sera væl fyrstu tíðina; ferðin var høg, avtalurnar vórðu  hildnar, og lættar á tærnum...

  • Fyrstu stigini í hús!

    ÍF Føroyar - Herlev/Hjorten Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleiki, tó við ÍF Føroyum á odda við 1-2 málum allan vegin. Fyrri hálvleikur var merktur av, at verjan hjá ÍF Føroyum stóð væl, men returrenningin vantaði til tíðir. Hetta hevði við sær, at Herlev/Hjorten fekk nøkur løtt mál. Tað stationera ÍF Føroyar álopið riggaði væl - serliga bakspælararnir fingu nógv burturúr og komu til skot so gott sum hvørja ferð. Hetta gav ÍF Føroyum eina leiðslu á 12-11 í hálvleikinum. 2. hálvleikur helt...

  • Kollektivt kollaps móti Ydun!

    Týsdagin 4.oktobur tók 1.liðið hjá ÍF Føroyar ímóti Ydun. Dystargongd: Fyrstu 10 minutirnar av dystinum fylgdust liðini, men tá 15-20 min vóru farnir hevði Ydun lagt seg á odda við 4-5 málum. Hendan løtan var sermerkt við nógvum tekniskum villum frá heimaliðinum og tað sá svart út, men tá umleið 5 min vóru eftir av fyrsta hálvleiki tók heimaliðið eitt megnar tak og í hálvleikinum vísti klokkan 12-13 til gestirnar. Seinni hálvleikur var so at siga ein marra hjá ÍF Føroyum. Gestirnir løgdu hart út...

  • Kvinnurnar vunnu fyrsta dyst

    Kvinnur: HK 73 Frd. - ÍF Føroyar 23-25 Tann 25.09.16 leiktu kvinnurnar fyrsta dystin í landskappingini á útivølli í Frederikssund. Kvinnurnar vóru spentar til dystin, tí vit kendu als ikki nakað mótstøðuliðið. Okkara kvinnur byrjaðu dystin væl; vit høvdu tol í álopinum og avtalurnar vórður hildnar. Vit komu skjótt fram um 1-5. Sum frá leið gjørdist dysturin tó meira javnur. Vit fingu ikki ordiliga verjupartin at hanga saman, samstundis við, at vit spældu í undirtali stóran part av 1....

  • Fyrsti dystur hjá 1. mansliðnum

    ÍF Føroyar spældi sín fyrsta landskappingardyst í dag, móti nummar trý frá 2. div. síðsta ár, Hvidovre IF. ÍF Føroyar legði væl út frá byrjan, har vit førdu aftaná tað fyrsta korterið 9-7. Men so stegaði upp. Verjan stóð minni væl saman við málmonninum, og álopispælið var óskipað og illa sett up, so Hvidovre frá til hálvleiks við einari 5 máls leiðslu. Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrsti hálvleikurin, ÍF Føroyar kom væl frá byrjan, og minkaðu um munnin, so tað bara var pluss tvey til Hvidovre aftaná...

  • Nú byrjar kappingarárið - Samrøða við Niklas

    Nú byrjar hondbólturin av álvara aftur. Hetta vikuskiftið spæla trý av okkara fýra liðum sín fyrsta dyst í síni deild. Bæði liðini hjá monnunum fluttu, sum flestum kunnugt, upp seinasta kappingarár. Spennandi er tí at vita hvussu tað fer at gangast liðunum í nýggju deildum teirra, ávíkavist 2. division og kvalifikationsrækken. Kappingarárið hevur longu fingið eina góða byrjan. Seinasta hósdag vann besta kvinnuliðið sín fyrsta steypakappingardyst.   Vit hava hitt nýggja venjaran hjá monnunum,...

  • Nú nærkast kappingarbyrjan

    Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Kvinnur og menn hjá ÍF Føroyum hondbólti hava longu vant í nakrar vikur. Nýggjar dystarblusur eru keyptar til besta liðið hjá kvinnum og monnum og eru nær við at fara til prentingar. Nýggjur høvðustuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik samtakið. Tað merkir at allar dystarblusur felagsins fáa prent av einum av  búmerkinum hjá samtakinum á. Meir um dystarblusurnar og aðrar stuðlar tá ið tær eru komnar frá prenting. Vengingartíðirnar eru í fyrstu...

  • Har fór gullið!

    Leygardagin 2. apríl leiktu Ajax og Íf Føroyar í Bavnehøj høllini á Enghavevej, 2450 Keypmannahavn. Fyri at ÍF Føroyar skuldi vinna gull, so var kravið ein sigur, tí Ajax vóru tvey stig frammanfyri og bert tveir vóru dystir eftir at leika. Upptaktin til dystin hevði ikki verið optimal. Páskini hava ávirka venjingarnar, tí leikara eru farnir á feriu og leikandi venjarin, Tróndur Kragesten, enn einaferð skuldi til ” Europas mest romantiske hovedstad”, París, við damuni Edith Dahl Olesen ÍF...

  • Stórsigur á Frederikssund (16-27)

    Ein vakran várdag í mars mánaði fór manningin úr ÍF Føroyum norð at møta liðið úr Frederikssund (HK 73). Ferðalagið taldi 10 mans og 2 bilar vóru funnir fram til høvi. Lagið var av tí besta, tó so at ein av verjuprinsunum hevði tikið sær í so nógv til í seinasta dysti, at ein mótstandari endaði á gólvinum. Hetta førdi eina karantenu við sær, og Rói ‘Savage’ var tí verðandi heima á sólklædda Islands Brygge. Tað hoyrdist fleiri gøtur burtur at vektirnar blivu straffaðar á tí lokala Fitness...

  • Spennandi dystur móti FIF

    1. lið spældi í vikuskiftinum, og var mótstøðuliðið hesuferð FIF. FIF hevði undan dystinum ikki so nógv at spæla um, liðið kann hvørki rykkja upp ella niður. ÍF Føroyar er hinvegin við í toppinum, og lá undan dystinum á einum 2. plássi, 4 stig frammanfyri nr 3.. Kravið til dystin var tískil 2 stig til føroyingarnar, fyri ikki at gera teir síðstu dystirnar alt ov spennandi. Dysturin skuldi vísa seg, at gerast ein av teimum meira spennandi......   Dysturin byrjar, og har sæst beinanvegin at FIF...

  • ÍF Føroyar vann dystin um Amager

    Eftir eina heldur ivasama byrjan uppá 2016, var tað serliga tídningarmikið fyri ÍF Føroyar, at vinna hetta vikuskrifti. Bæði fyri, at fáa gongd aftur á kappingárið, og fyri at vísa hvør ræður á Amager. ´ Allir menn vóru tøkir, burtursæð frá Rana Ellingsgaard, ið hevur fingið ein snudd í øksluna, og Rók Við Akralíð, sum framvegis gongur á beiti heima í Føroyum. Fyri fyrstuferð í langa tíð, byrjaðu føroyingarnir dystin betur enn mótstøðuliðið og løgdu seg á odda. Serliga vóru tað vengirnir ið byrjaðu...

  • Fulla úrtøku móti toppliðnum og tepran sigur á botnliðnum

    Eftir stórtapið í desember mánaði vóru vóninar satt at siga ikki stórar undan dystinum seinasta mikukvøld móti VLI, men vend kom í, og tað skuldi vísa seg at gerast ein heilt annar dystur! Floytað varð í gongd kl 21.30 í einari heldur tómari høll á Frederiksberg. Tað gingu nakrir minuttir, áðrenn fyrsta málið kom - og var tað til okkara. Verjan stóð sera væl, og tí komu vit heldur yvirraskandi framum 1-3. Tað lat ikki til at genera heimaliðið nakað serligt, hóast tær tveittu fleiri bóltar...

  • ÍF Føroyar - KSG (20-02-2016)

    Dysturin móti KSG var merktur av, at vit brendu illa tá vit vóru leysir við málmanninum, í minsta lagi 10 "fríleyparar" vóru tiknir av teirra aftasta leikara. Tá slíkt sker, er tað ofta strævið at vinna sær eina leiðslu og so var eisini. Hví so var, at vit brendu so illa, heldur undirritaði vera orsakað av manglandi orku, og harvið manglandi yvirskoti og yvirblikki í dystinum. Tað er ongantíð serliga kveikjandi at skriva um taptan dyst, men nevnast kann, at endin av dystinum var eitt sindur...

  • Menninir á veg uppaftur

    Søguliga hevur ÍF Føroyar alltíð havt tað trupult teir fyrstu dystirnar aftaná jóasteðgin, og hetta í ár er heldur einki undantak. Fýra teir fyrstu dystirnir eru endaðir við tveimum ósigrum, einum javnleiki og einum sigri – allir sera javnir dystir. Tað hevur heldur ikki gjørt støðuna betri at stóri og sterki Rókur Við Akralíð, sum hevur staðið so sera stinnur í miðverjuni saman við Róa Lamhauge er farin til Føroyar í eina tíð at fylla depotini.   Í dag kom uppreisnin so endiliga tá USG kom á...

  • Heimasigur til kvinnurnar

      Sunnudagin 28. februar skuldi 1. kvinnulið aftur í eldin, hesaferð vóru tað damurnar úr Taastrup, ið vóru á vitjan. Tær liggja niðanfyri okkum á stigatalvuni, og tískil var bert ein sigur nøktandi.   Væl mannaðar við tveimum málkvinnum fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið løgdu vit hart út og komu fram um beinanvegin. Hendan fýra-fimm málsleiðslan helt sær allan dystin, og talan var um ein málríkan dyst. Endaliga úrslitið gjørdist 30-25.   Myndin er tikin í Allinge í Norðurbornholm, har vit vóru á vitjan...

  • Nú koyrir tað!

    ÍF Føroyar leitaði sær til Virum at leika dyst í móti VSH 2002. Tað var við Lars á odda sum Gps’ara, og sum eisini stóð í málinum. Hann hevði gjørt sær stóran ómak at finna vegin fram til høllina, og ikki minst at gera seg sjálvan kláran til dystin. Tá komið var til høllina, var tað tann obligatoriski taktikkfundurin, stutt eftir at menn høvdu skift til tann bláa leikarabúnan. Tað var ein avtala, nú skuldu tað koma points aftur í kassan. Dysturin byrjar, har bæði liðini leggja eitt sindur hart út...

  • Dagføring frá kvinnunum

    Árið byrjaði ikki ideelt fyri 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum. Jólafrítíðin gjørdist eyka long, tí DM í Basketball skuldi leikast í venjingarhøll okkara, og tað gjørdist týðiligt, tá vit taptu stórt ímóti ávikavist FIF og Fremad Valby. Jólagásin var tíbetur runnin av okkum, tá vit leygardag, 30. januar, tóku ímóti Team Amager, sum undan dystinum lá ovast á tabelluni. Vit førdu allan dystin, men hóast tað máttu vit noyðast við javnleik í síðsta minutti. Hugburðurin ein heilt annar enn til...

  • Ætlaðu at venda januar gongdini

    Leygardagin 30. Januar leikti 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta heimadyst í nýggja árinum. Mótstøðuliðið var Hillerød Håndbold, sum undan dystinum einans hevði tvey stig færri enn vit, tó við einum dysti meir leiktum. Í fyrra dystinum í kappingarárinum ímóti Hillerød taptu vit 26-24.   Januar er tiltikin vánaligur fyri hondbóltsúrslit hjá ÍF Føroyum sum heild. Vit byrjaðu árið við at vinna á Helsingør og síðani taptu vit á Furesø. Menn vóru uppsettir til dystin fyri at bróta januar gongdini...

  • ÍF Føroyar - Furesø

    Sunnudagin 24. Januar varð spælt á útivølli ímóti Furesø Håndbold. Liðið hjá ÍF Føroyum var skert til hendan dystin, tá heili fýra leikarir manglaðu. Rókur Akralíð og Bogi Davidsen vóru staddir í Føroyum, Lars Black í Italia  og Kristoffur Kristoffersen fyrireikaði seg til roynd. Furesø legði hart út og vunnu sær skjótt eina leiðslu uppá 5-6 mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Sum fyrri hálvleikur leið fingu vit betur skil á bæði verjuna og álopi, so at málmunnurin ikki bleiv størri. Tó megnaðu vit...

  • Aðalfundur 2016

      Til allar limir í ÍF Føroyum. Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum týskvøldið 9. februar kl. 19. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S. Skrá Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni: Val av fundarstjóra og skrivara.   Formansfrágreiðing. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. Framløga av fíggjarætlan.   Góðkenning av limagjøldum.   Val av aðalnevnd og deildarnevndum. Val av roknskapargrannskoðara.   Innkomin mál.  ...

  • Ársins fyrsti dystur

    Sunnudagin 17. januar hevði fyrsta manslið hjá ÍF Føroyum ein sera torføran dyst á útivølli móti Helsingør. ÍF Føroyar liðið var væl mannað. Ein leikari manglaði tó, og tað var jarnmaðurin frá Hoyvík, Bogi G. Davidsen,  sum var í Føroyum í arbeiðsørindum.   Fyrri hálvleikur var sera javnur. ÍF Føroyar komu væl frá byrjan við Presti á odda. Aftaná 15 min. var støðan 8-6 til ÍF Føroyar, og Jóannes Abraham Prestá hevði skotið ikki færri enn 5 av teimum 8 málunum. Síðstu 15 min. av fyrra hálvleiki...

  • Jól á ovastu rók!

    Team Nørrebro - ÍF Føroyar Leygardagin 12.desembur varð spælt á útivølli ímóti Team Nørrebro. Vit høvdu alt at vinna, meðan mótstøðuliðið lá á 3. aftasta plássi. Onkrir leikarar vóru ikki við hesuferð. Garpar sum Rani Ellingsgaard og Jóannes Prestá vóru ikki við hendan dystin - teir vóru farnir heim. Venjarin Tróndur Kragesteen vildi vera við, at eftir sum hann ikki hevði skavað nakað stig fyri næst besta liðið á kontoina, at nú var løtan komin, so hann var eiheldur at síggja á vøllinum.   Frá...

  • ENDILIGA EYDNAÐIST!!

    Stemningurin á liðnum var sera góður henda dagin. Eftir at vit hava spælt sera nógvar javnar dyrstir, sum tíverri ikki hava givið so nógv stig á kontuna, sum vit kundu ynskt. Men sum allir hava verið við til at útvikla okkara spæl. Og við moralska sigrinum frá seinasta dystinum í rygsekkinum. Vóru vit allar klára og sera spentar, at spæla móti FIF sum lá nr. 3, tvey pláss framman fyri okkum. Frá fyrsta floyti eru vit sera ágrýtnar og  spæla við sera nógvari ferð. Offensiva verjan hjá okkum...

  • Nú er ÍF Føroyar á fyrsta plássi!

    Fyrireikingarnar til toppdystin móti 2. liði hjá Ajax vóru ikki optimalar. Vit høvdu ikki møguleika at venja í høll hesa vikuna, tí val um retsforbeholdet var 3. desembur. Verjuskansin og liðskiparin Rókur Akralíð møtti ókliptur og við ongum ” headband”, leikandi hjálparvenjarin, Janus Sørensen, var farin til London á shopping túr við mammuni. Tann trúfasti vinstri vongurin, Sir Rani Ellingsgaard, var farin heim til Føroya(eingin almen frágreiðing, men leysar søgur siga at hann ikki er nøgdur...

  • ÍF Føroyar - HHF (Helsingør Håndbold Forbund)

    Ein kaldan mikudag seinast í novembur mánaða skuldi 1.lið hjá ÍF Føroyum møta liðnum HHF úr Helsingør, ið traðkaðu á Amagerkanska jørð á fyrsta sinni hetta kappingarárið. Sum vanligt, tá dystur eru mitt í viku, so skuldi eitt sindur eyka til fyri at rætta 'mind-settið' til ein dyst, og serliga móti einum liðið ið liggur heldur niðarliga á stigatalvuni. Tað bleiv tó alt skjótt gott við einum stuttum, men greiðum 'peptalk' frá venjaranum Tróndur, eisini róptur The Catman í dagligari talu. Talan...

  • Stórtap móti botnliði

    Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum vóru 3 des. í Albertslund og spældu dyst ímóti AG Håndbold. Dysturin varð spældur kl.20.10, og hetta er sera seint at spæla ein dyst mitt í viku.   Umstøðurnar vóru annars í topp í Albertslund, men ikki kann sigast tað sama um spælið hjá okkara kvinnum. Vit høvdu avtalað, at vit skuldu byrja dystin við nógvari ferð og royna at sleppa frá mótstøðuliðnum beinanvegin. Vit komu fínt frá byrjan, men sluppu ongantíð frá mótstøðuliðnum. Tær hingu í allatíð, og tá 10-15...

  • Tvíligur dystur

    Í kava bardu vit okkum út í Frederiksbergahallerne har CBS tók ímóti. CBS slærdi okkum út úr steypakappingini við einum teprum 21-19 tapi, og sóu vit tí ein siður væl møguligan hendan dagin.   Frá dystarbyrjan leggur CBS út sum eitt ódnarveður. Tær eru flúgvandi, har ímóti hava vit torført við at fáa mál. Hendan gongdin heldur fram allan fyrsta hálvleik, og hálvleikstøðan gerst 14-7. Sigurin virkar brádliga fjarður, men hetta skuldi vísa seg øðrvísi. Við taktiskum snildni frá Birgiri og okkara ágrýtni,...

  • ÍF Føroyar gleið forbí FIF á fyrsta kavadegnum hendan veturin.

    Eftir nøkur missjøvn úrslit hevði ÍFF, undan dystinum ímóti FIF, fóta sær nakað og vunni tveir dystir á rað. FIF var liðið sum fyri tveimum árum síðani vann kvalifikatiónsrekkjuna sannførandi  frammanfyri m.a. ÍFF. Tí var hetta eitt slag av ’revanchedysti’ fyri føroyingarnar. ÍFF byrjaði dystin væl. Við einari sterkari verju og góðum mótálopum løgdu teir seg klárt á odda. Sum fyrri hálvleikur leið, fótaðu FIF sær, men í teimum síðstu minuttunum av fyrra hálvleiki øktist munurin frá 10-7 til...

  • Skuffandi javnleik heim við úr Taastrup

    Sunnukvøldið 15. nov. snaraðu kvinnurnar á 1. liði vestureftir og leitaðu sær til Taastrup. Málið var, at 2 stig skuldu vinnast heim fyri at koma á eitt deilt 2. pláss. TIK Taastrup liggja undir okkum á stigartalvuni, og vónin um sigur var góð.   Meginpartin av dystinum lógu vit 2-3 mál frammanfyri, og tær runnu aftaná. Kvinnurnar í TIK Taastrup skjóta sera væl uttanfyri 3. meturin, og tað gongur ein løta, áðrenn vit traðka eitt fet út og fáa steðgað bak- og miðspælarunum. Alt í alt koyrir...

  • BOOM so var maskinan í gongd!

      Spælið í ár hevur ikki verið so ”polerað” sum vit sóðu síðsta ár, men sunnudagin var tað sum at síggja fuglin Fønix so vakurt tað var.  Til dystin manglaði okkara straffiskotsúrmælingur  Kristoffur, men hesa tungu byrðu segði Tummas Pauli seg vilja taka á seg.   Dysturin: Vit byrjaðu dystin væl, og komu til fríar skotstøður nærum hvørt álop. Verjan stóð betur enn hon hevur gjørt leingi, og serliga var tað ein, ið skein fram um hinar, hesin var Rói, hann bæði sást og hoyrdist (brøl komu eftir...

  • Sigur til 1. kvinnulið

    Kvinnur: ÍF Føroyar - Ishøj HF 30-27 Sunnudagin 8. novembur tók 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum ímóti Ishøj HF á heimavølli í Sundby, og semja var um, at bert ein sigur kundi góðtakast ímóti botnliðnum í puljuni. Tað er eitt allsamt meira samanspælt ÍF Føroyar lið, ið trakar á vøllin, og dysturin byrjaði eisini gott, men miðskeiðis í fyrsta hálvleiki gera vit tað aftur torført fyri okkum sjálvar. Á sama hátt sum vit megnaðu at røkka støðinum hjá mótstøðuliðinum undanfarna vikuskifti, fylgdu vit her...

  • Tað gongur ikki eftir vild

    Hillerød – ÍF Føroyar Eftir at hava tapt steypadystin í vikuni, var ætlanin at 1.liðið hjá monnunum skuldi reisa seg aftur við at vinna á útivølli móti Hillerød Håndbold sunnudagin. Tað skuldi tó vísa seg, at liðið í staðin fekk enn eitt tap við sær tann langa vegin heim á Amager.   Dysturin byrjaði javnt, liðiðni skiftust um at fáa mál, og munurin á liðunum var ikki stórur. Nakað út í fyrra hálvleik fáa vit heldur nógvar útvísingar, sum Hillerød útnyttar sera væl. Teir fáa mál, tá ið teir eru í álop,...

  • Kvinnurnar í grannauppgerð

    Sunnudagin 1. Novembur var grannauppgerð á Amager. Amager SK tóku ímóti kvinnunum úr ÍF Føroyum, har leikt var í Sundby-Øster høllini. Amager SK høvdu undan dystinum vunnið allar sínar dystir greitt og vóru tí stórfavorittar sunnudagin. ÍF Føroyar høvdu tí einki at tapa men alt at vinna og vit byrjaðu dystin stórspælandi. Tað leikti javnt á, har liðini skiftust um at skora og gott álopsspæl og ikki minst verjuspæl var at síggja. Serliga var tað Birita Mortansdóttir, sum var á odda við fleiri...

  • Fullu í steypakappingini

    ÍF Føroyar - Herlev/Hjorten Håndbold 20-22 Næsti steypadystur hetta kappingarárið varð tíverri eisini til tann seinast, tá fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum tapti ímóti Herlev/Hjorten Håndbold 20 - 22. Steypakappingin gekk annars so strúkandi væl í fjør, har liðið var ein dyst frá at spæla 1/8 finalu ímóti KIF Kolding/København. Dysturin var ikki merktur av serliga høgum intensitet og var hálvleiksstøðan bara 9-11 til mótstøðuliðið. Tað vóru sum heild skotin fá mál í dystinum, ið ikki hevði...

  • Fyrsta manslið fótaði sær aftur

    Við einum heldur býttisligum tapi í skjáttuni frá síðsta dysti, var ein sigur eitt krav heima í Sundby høllini móti Furesø Håndbold, sum eins og vit, eisini bert høvdu tapt ein dyst í kappingini. Menn tóktust eisini meir uppsettir hendan dagin enn vanligt.   Gestirnir komu betri frá byrjan, og komu fram um við 3 málum beinanvegin. Men føroyingarnir fótaðu sær skjótt, og so var javnt aftur. Liðini skiftust um at skjóta mál restina av fyrra hálvleiki, sum endaði við at vit førdu við einum máli,...

  • Fremad Valby fór heim aftur við ongum

    Seinnapart sunnudagin 25. oktober tóku ÍF Føroyar kvinnur ímóti Fremad Valby á heimavølli. Eftir at hava fingið javnleik hóskvøldið, vóru kvinnurnar og venjarin væl uppsettar uppá at vinna hendan dystin.   Verjuspælið koyrdi væl, men tað var heldur trupult at fáa áleypsspælið at koyra, og tískil gjørdist dysturin sera javnur. Nógvu persónligu misstøkini gera, at mótstøðuliðið megnar at vera við í dystinum. Í seinastu minuttunum draga vit tó frá og vinna dystin 24-21, eftir hálvleikstøðuna 8-9.  ...

  • 1. kvinnulið leikti javnt

    Hóskvøldið 23. oktober tók Tårnby HK ímóti 1. kvinnuliði felagsins. Undan dystinum høvdu bæðini liðini leikt tveir dystir, ein sigur og eitt tap, tí varð lagt upp til ein spennandi dyst.   Venjarin hjá mótstøðu liðnum hevur verið ímillum áskoðararnar til báðar okkara fyrru dystir, og tískil kann sigast at Tårnby HK vóru væl fyrireikaðar til dystin. Frá byrjan valdu tær at verja sera langt frammi á vøllinum við eini 3-3 verju, hóast tað komu vit fram um 1-3. Síðani leikti javnt á, men beint...

  • Sigur til 1. kvinnuliðið

    Leygardagin, 17. oktober, spældi 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var Greve Håndbold. Kappingin er ung enn, so kvinnurnar vistu ikki serliga nógv um mótstøðuliðið og kundu ikki hyggja at stigatalvuni fyri at gerast klókari heldur. Dysturin var sera javnur allan vegin ígjøgnum, tó lógu okkara kvinnur omaná næstan allan dystin. Tað vóru tvær ferðir, at mótstøðuliðið kom framum, tó bert við einum máli. Fyrsti hálvleikur var sera rótutur. Okkara...

  • Ikki góður dagur hjá 1. mansliðið

    Við tveimum sigrum í líka nógvum dystin, tók ÍF Føroyar ímóti Amager SK leygardagin á heimavølli. Talan var um eina grannauppgerð og var tí nógv fokus á dystinum. Fitt av fólkið vóru eisini møtt upp í høllini fyri at uppliva ein spennandi dyst. Tó bleiv talan aldrin um ein flott spældan dyst. Dystargongd Amager SK kom betur frá byrjan og løgdu seg á odda beinavegin í dystinum. Sum fyrri hálvleikur leið kom ÍF Føroyar betur inn í dystin og fingu minka um málmunnin. Hálvleikstøðan var eisini +1 mál til...

  • Ugens Håndboldsbrag á hbold.dk

      HBOLD.dk, ið helst er kendasta danska heimasíðan við hondbóltstíðindum, hevur valt heimadystin hjá 1. mansliðnum hjá ÍF Føroyum sum "Ugens Håndboldsbrag". Hetta er ein partur av einum nýggjum konseptið hjá HBOLD.dk og Bet25, har tey seta fokus á ein útvaldan hondbóltsdyst hvørja viku. Hetta er fyrstu ferð hetta verður gjørt. HBOLD.dk hevur gjørt interview við venjara og leikara hjá mótstøðuliðnum Amager SK sum upptakt til dystin. Bet25 hevur sett nøkur odds á dystin har man t.d. kann spæla...

  • Fyrsti dystur hjá 2. kvinnuliðnum

    Sunnudagin 4. oktober spældi 2. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var KSG 3, og dysturin varð leiktur í Tre Falke Hallen á Frederiksberg. Kvinnurnar, sum spældu í dag, hava ikki vant saman sum eitt fullmannað lið, og tí var nakað av óvissu áðrenn dystin um, hvussu samanspælið fór at verða. Harafturat var vitanin um mótstøðuliðið lítil, og tí var ringt at vita, hvat væntast kundi av mótstøðukvinnunum. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, vóru fyrstu...

  • KSG - ÍF Føroyar

    Við einum 20 máls sigri í ryggsekkinum frá seinasta dysti komu menn væl upplagdir til dystin í dag móti KSG. KSG liðið, sum vit møttu í dag, var betur mannað enn liðið, ið vit møttu í seinastu viku í steypakappingini. Venjaratoymið segði undan dystinum, at tað var avgerðandi, at vit kláraðu at halda líka gott fokus, sum vit gjørdu í dystinum móti Dianalund, tí at so gott spæl kemur ikki av sær sjálvum, men við disciplini, fokusi og vinnaramentaliteti í mente, skuldi tað nokk ganga. Um dystin...

  • Steypakappingin í gongd aftur

    So skuldi ÍF Føroyar leika fyrsta pokal dystin í nýggja kappingarárinum, vónirnar vóru góðar, og ikki er tað løgið tá hugsa verður um ótrúliga góðu úrslitini í fjør, har mann akkurát bleiv ov stuttur ímóti Team Sydhavsøerne. Ein sigur har hevði havt við sær at ÍF Føroyar hevði møtt KIF Kolding í næsta umfarið. Mótstøðuliðið hja ÍF Føroym hesa ferð var Dianalund. Tað sást beinanvegin at menn ikki longu ætlaðu sær at fara úr kappingini, menn vóru klárir frá byrjan av, og við framúrskarandi verju og...

  • Fyrsti dystur í 3. Division!

      Menninir hjá ÍF Føroyum spældu leygardagin 26-09-2015 dyst ímóti HK 73 - Frederikssund   Liðini fylgdust teir fyrstu minuttirnar, har serliga Lars helt okkum inni í dystinum við fleiri góðum bjargingum.   Í fyrra hálvleiki stóð 6-0 verjan seg ikki væl, og menn virkaðu ikki klárir. Tá støðan var 8-8 og 5 min vóru eftir til hálvleik, valdu venjarnir at skifta verju formation til 3-2-1, við debutant’inum (Eiriki Simonsen) sum 1’ari, Janus og Tróndur á 2’arinum og Róa aftanfyri. Hetta eydnaðist bara...

  • Venjingarnar byrja aftur

      Mánadagin 31. august byrja venjingarnar í Sundbyhøllini aftur. Venjingartíðirnar vera hesar:   Kvinnur Mánakvøld kl. 19-20.30 Mikukvøld kl. 19.30–21.00   Menn Mánakvøld kl. 20.30-22.00 Mikukvøld kl. 18.00-19.30   Venjari hjá kvinnunum verður Birgir Poulsen, meðan Janus Sørensen fer at taka sær venjingunum hjá monnunum fyrstu tíðina, meðan Tróndur er í Føroyum.   Øll sum hava hug at spæla hondbólt við ÍF Føroyum eru vælkomin at venja við. Adressan er Englandsvej 61 á Amager

  • Birgir Poulsen nýggjur venjari hjá kvinnunum

        Nú er greitt at Birgir Poulsen verður venjari hjá ÍF Føroyar kvinnunum komandi árið. Birgir er 27 ár úr Havn hevur drúgvar royndir sum venjari í ungdómsdeildunum í Føroyum. Nevndin er ógvuliga fegin um at Birgir hevur játtað at standa á odda fyri kvinnuliðunum í ár. Fyrsta venjingin við nýggja venjararnum verður nú mánakvøldið kl 19 í sundbyhøllini. Birgir flutti niður í summar, tí hann hevur fingið arbeiði í Nordea. Vit bjóða Birgir vælkomnan til keypmannahavnar og til ÍF Føroyar

  • ÍF Føroyar – Team Syhavsøerne, upptakt

    Eftir sigurin móti Høj síðst í mars hevur bert eitt mál verið fyri framan, sum er næsti dystur í steypakappingini móti Team Sydhavsøerne. Talan er um síðsta umfarð áðrenn eystur og vestur verður sligið saman og farið verður undir 1/8-finalurnar. Tá verða liðini seataði, so um tað eydnast at vinnan leygardagin, stendur toppurin í donskum hondbólti fyri framman. Eftir ein stuttan páskasteðg, hava allir menn vant hart og miðvíst fram móti dystinum. At heili 8 mans eru úttikninr til...

  • 2. manslið tryggjað sær uppflyting í seriu 1

      Lítið er enn skrivað um gongdina hjá 2. mansliði. Men nú kappingarárið er av, ber til í stuttum at siga, at liðið endaði nummar 2 í endaspælinum í seriu 2, sum gav møguleika at spæla um uppflyting. HK-Syd – ÍF Føroyar 2               21-25 (15-11) Sunnumorgunin 19. apríl gekk leiðin hjá 2. liði til Høng á Vestursælandi, har tað skuldi avgerast hvørt liðið skuldi spæla í seriu 1. ella seriu 2 komandi kappingarár. Ætlanin var at trý lið skuldi spæla um eina plássið í seriu 1, men menninir frá Sankt Annæ høvdu dagin...

  • Kvinnurnar tryggja sær uppflyting

    So er kappingin fyri kvinnurnar hjá ÍF-Føroyum endað á hesum sinni, og ikki kann sigast annað, enn at farið verður í summarfrí við einari glaðari og spentari kenslu – glaðar um farna kappingarár og spentar um, hvat komandi kappingarár fer at bjóða okkara kvinnum eftir summarfrítíðina.   1. liðið spældi sín seinasta dyst á heimavølli leygardagin tann 28/03 ímóti FIF 4, ið undan dystinum lá á einum næstaftasta plássi. Dysturin bar bráð av, at tað vóru nógvar, ið vóru farnar heim til Føroyar í...

  • Ársveitsla

    Fríggjakvøldið 10. apríl helt ÍF Føroyar Hondbóltur ársveislu í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum, tá tikið varð samanum og ársins leikarar vórðu kosnir. Farna kappingarár hevur verið tad besta í felagnum higartil og bæði besta manslið og besta kvinnulið flyta upp í ávíkavist 3. división og kvalifikatiónsrekkjuna og annað manslið endar nummar tvey í seriu 2 og sleppur at spæla um uppflyting í seriu 1. Samstundis er 1. manslið enn partur av steypakappingini, har 1. divisions liðið hjá HØJ...

  • Tveir teir seinastu dystirnir hjá 1. mansliðið

      Legardagin 28.03.2015 er ein søguligur dagur í søgu ÍF Føroyar. Kappingin um at koma upp í divisiónirnar er komin at enda, og ovast liggja ÍF Føroyar.   Lagið á monnunum undan dystin var lætt og gott. Nú skuldi allir vísa sínar dygdir og 'telja pinnar' sum vanligt verður tikið til. Frá fyrsta brýksli sást hvar fokus hjá monnum var, og tað var at sleppa fram at hinum endanum og skjóta mál. Mál blivu tað eisini til! Skjótálop og annað eftir regnaði oman yvur mótstøðuliðið Jersie HK, sum vóru...

  • 1. kvinnulið á odda, nú eitt umfar er eftir at leika

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Frb. HK (13-20) 22-34 Tað var toppur og botnur, ið møttust til næstseinasta dystin hetta kappingarárið hjá 1. kvinnuliði. Vegna sólarmyrkingina í Føroyum fríggjadagin, vóru fleiri av leikarunum burturstæddir hetta vikuskiftið. Hóast tað, fingu damurnar úr Frederiksberg ikki gjørt nógv við nýggja oddaliðið í Seriu 1. Úrslitið gjørdist 22-34 til ÍF Føroyar eftir hálvleikstøðuna 13-20. Við sigrinum í dag, hevur ÍF Føroyar lagt seg eitt stig fram um Herlev/Hjorten Håndbold, ið snávaðu um...

  • 2. kvinnulið tapti

    Kvinnur: ÍF Føroyar 2 - VSH 2002 4: (9-15) 19-34 Leygardagin 21. marts spældi 2. liðið hjá kvinnunum heimadyst á Parmagade ímóti VSH 2002. Genturnar frá VSH 2002 løgdu bragdliga fyri, og okkara kvinnur høvdu trupult at koma til møguleikar. Leikferðin var lág, og dysturin var merktur av nógvum tekniskum feilum. Tað mesta av fyrra hálvleiki fylgdist liðið tó og støðan var eina góða løtu 7-9. Eftir hetta steðgaðu vit upp og fáa ikki okkara álopsspæl at koyra. Vit hava ein málturk uppá 9 min., og...

  • Kettlingurin basti Goliat

    Týsdagin 17/3-2015 var dagurin, tá ið ÍF Føroyar framdi størsta bragd í søgu felagsins. Dysturin var ímóti Høj úr Ølstykke, sum spælir í 1. división – tríggjar deildir  yvir ÍF Føroyar. Sigast skal at Høj ikki er eitt ókent lið fyri tveir av ÍF Føroya leikarunum. Bæði Tróndur og Rókur leiktu við Høj síðsta kappingarár. Upp til dystin vóru ÍF Føroyar noyddir at skifta heimavøll frá Sundbyhøllini til Sundbyøster høllina. Hetta tí vanligi heimavøllurin  ikki leyk krøvini frá Høj. Tað vóru nógvir...

  • ÍF Føroyar klárt til divisions hondbólt

    Fyri at tryggja sær uppflyting til 3. division spældi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum fýra dystir í kvalifikationsrækken uppá 10 dagar áðrenn steypakappingardystin móti Høj sum var tveir dagar seinni. Eftir hetta eru bert tveir dystir eftir hjá ÍF Føroyum í kvalifikationsrækken. Her kunnu dystarfrásøgnirnar frá hesum fýra dystum lesast:   ÍF Føroyar - VLI - 06.03.2015 Rókur Akralíð Menninir hjá ÍF Føroyum spældu fríggjadagin 06/03-2015 dyst ímóti VLI.  Fyrri dysturin móti júst hesum liði endaði 40-22...

  • Sigur til kvinnurnar

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Amager SK 2: 22-16 Leygardagin 28. februar spældi 1. liðið ímóti Amager SK 2. Hetta liðið gjørdi nógv burturúr at nýta system og (næstan) bara spæla eftir tí. Sum dysturin leið fram, gjørdi hetta tað lættari fyri okkum at avlesa teirra spæl, og vit stóðu tí væl í verjuni og fingu steðgað teimum og fiskað nakrir bóltar. Ikki tí, hóast vit føldu, og at tað var týðiligt, at vit vóru tað betra liðið, tók tað eina góða løtu, áðrenn vit heilt komu fram um hinar. Álopsspælið hjá...

  • 2. lið kvinnur taptu í vikuskiftinum

    2. lið kvinnur: ÍF Føroyar - KFUM 3 (8-9) 17-19 Leygardagin 28. februar leikti 2. liðið hjá kvinnunum heimadyst á Parmagade 8 ímóti KFUM 3. Hóast bæði kvinnuliðini skuldu spæla hetta vikuskiftið, so møtti 2. lið vælmannað – tó so eydnaðist tað ikki at vinna. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, tó var spælið merkt av at hvørgan av liðunum komu upp í ferð. Allan fyrra hálvleik fylgdust liðini, men tað komu heldur fá mál. Vit megnaðu ikki at koma uppí ferð, hetta helst tí at spælið hjá...

  • Kvinnurnar enn ein týskvøldssigur

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - VHC/Vidar 3 (7-15) 17-27 Hetta týskvøldið 3.mars var ikki nýtt til venjing úti á Amager, sum vit plaga. 1. Kvinnuliðið setti ferðina út móti Vanløse, har vit á útibana skuldi leika dyst móti VHC/Vidar 3. Vit hava leikt móti VHC/Vidar 3 fyrr í ár og kundu tí minnast, at mótstøðuliðið hevði heldur lága leikferð til seinnasta dyst. Tí avtalaðu vit áðrenn dystarbyrjan, at okkara leikferð skuldi vera høg og at vit ætlaðu okkum at renna fra mótstøðuliðnum. Hetta riggaði...

  • Fyrsta manslið vann lættliga á botnliðnum

    Lagið var sera gott á ÍF Førøyar leikarunum sunnudagin tá Team Nørrebro 2 kom á vitjan. Seinast vit møttu teimum var fyrsti dystur í kappingarárinum, og tá vunnu vit ein rættiliga javnan dyst.Teir munnu hava havt nakað nógvar leikarar frá teirra fyrsta liði við tá, tí hesaferð vunnu vit ein tryggan 35-15 sigur, hóast ein heldur vánaligan fyrsta hálvleik har vit einans førdu 12-9.   Fyrsti hálvleikur leikaði rættiliga javnt á – vit høvdu trupulleikar við at fáa glið á tað stationera álopspælið, og...

  • 2. lið kvinnur vunnu við 1 máli

    Kvinnur: ÍF Føroyar 2 - KSG 2 (9-9) 16-15 2. liðið hjá kvinnunum vann við einum máli á heimavølli. Sunnukvøldið leikti 2. liðið hjá kvinnunum móti KSG2 á heimavølli, í Sundby høllini, á Amager. Hetta skuldi vísa seg at vera ein samanbrestur til síðsta bríksl. ÍF Føroyar kvinnurnar stóðu væl í verjuni, men KSG2 høvdu góðir skjúttar, og flestu málini hjá teimum komu uttanfyri tríggjametralinjuna. Til alla lukku hava vit ein framúr góðan málverja, ið tók góðu skotini frá kvinnunum á KSG2. Í...

  • Kvinnurnar koyra á

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Team Nørrebro 3 (12-10) 25-21 Góða gongin hjá ÍF Føroyar kvinnunum heldur á fram. Økta ferðin í góðu venjingunum hjá Anju hava saman við eini innanhýsis rennikapping gjørt, at gentur eru farnar at orka væl, og harvið er leikferðin vorðin munandi skjótari. Í dag tóku ÍF Føroyar kvinnurnar ímóti Team Nørrebro. Fyri at røkka málinum um at flyta upp í hægri deildina komandi kappingarár er tað altavgerandi, at hvør dystir í skal vinnast, nú endaspurturin veruliga er farin...

  • Týskvøldsdystur á útivølli endaði við sigri

    Kvinnur: USG 3 - ÍF Føroyar 1: 24-30 Týskvøldsdystur móti USG 3 á útivølli endaði við sigri. Fyri at halda lív í dreyminum um at flyta upp í Kvalifikatiónsrekkjuna komandi kappingarár, var einki annað enn ein sigur móti USG 3, sum frammanundan dystinum lá á einum 6. plássi, nøktandi. Og ikki skuldi spælast leingi, fyrr enn tað sást, at sigurin væntandi fór at hella okkara veg. Tó so kom USG 3 væl betri frá byrjan, og legði seg skjótt framum við tveimum til trimum málum. Hendan leiðslan helt...

  • AÐALFUNDUR 2015 - BROYTING!

    Til allar limir í ÍF Føroyum. Kallað verður til aðalfund í ÍF Føroyum mánadagin 9. mars kl. 20. Fundurin verður hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegiinum, Dalslandsgade 8, 2300 København S. Skrá Sambært viðtøkum felagsins eru fylgjandi punkt á skránni: 1. Val av fundarstjóra og skrivara. 2. Formansfrágreiðing. 3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar. 4. Framløga av fíggjarætlan. 5. Góðkenning av limagjøldum. 6. Val av aðalnevnd og deildarnevndum. 7. Val av...

  • Kvinnurnar vunnu ímóti oddaliðinum

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - Herlev Hjorten Håndbold 3: 24-21 Leygardagin 14.feb spældu kvinnurnar hjá ÍF Føroyar (1.lið) heimadyst ímóti Herlev. Undan dystin lá Herlev einum fyrsta plássi. Seinast liðini hittust úti í Herlev (des. 2014) tapti ÍF Føroyar ein annars javnan dyst! Hetta vildu vit ikki hava hangandi á okkum, so einki minni enn ein sigur var nøktandi. Tað vísti seg beinavegin, at hesin dystur skuldi vinnast í verjuni. Og so var! Verjan hjá okkum stóð væl, og Barbara í málinum spældi ein...

  • IF Stadion flongdir

    Fríggjakvøldið 6. Februar spældi ÍF Føroyar spennandi steypadyst ímóti IF Stadion, sum liggur fremst í 2. Division. Liðið hjá okkum var eitt sindur broytt frá seinasta steypadystinum, Rúni hevði fingið leikbann frá dystinum sunnudagin, og mátti tí sita yvir, og Hjalti er, tíverri fyri okkum, fluttur til Føroyar. Heppi fyri ÍF Føroyar gjørdist tað ikki ein saknur hendan dagin. Liðið var spent til uppgávuna og vóru allir 100% tendraðir frá dystarbyrjan. Vit løgdu okkum skjótt fram um 4-0 og 7-1....

  • ÍF Føroyar vann fyrrverandi stórlið

    ÍF Føroyar spældi 25.01.2015 dyst móti fyrriverandi stórliðnum AG. Dysturin var serstakur fyri ÍF Føroyar leikararnar. ÍFF skuldi koma víðari frá tapinum í Tune, samstundis sum hetta var seinasti dysturin hjá ÍF Føroyar ímyndini Hjalta Mohr Jacobsen. Hendan dystin vóru tað serliga einstaklingar, sum gjørdu nógv burtur úr. Kristoffur Kristoffersen og Hjalti Jacobsen vóru serliga eyðsýndir. Tað sást, at hetta var seinasti dysturin hjá Hjalta. Hann spældi fantastiska væl, bæði sum spælskipari og...

  • Rokdystur

    Sunnumorgunin 1. feburar spældi 1. liðið hjá ÍF Føroyum sín triðja dyst í 2015. Dysturin var á útivølli í móti USG 2. Hetta var seinasti dysturin áðrenn steypakappingardystin í móti 2. divisionsliðnum IF Stadion, sum verður á heimavølli fríggjakvøldið kl. 19. Tólv mans høvdu fingið dystarboð. Menn skuldu møta við Otto Mønsteds Hallen kl. 10.45. Tað vísti seg tó, at ymsar sjúkur gjørdu seg galdandi hendan dagin. Slaturin var nógvur um, hvat fyri sjúkur tað vóru. Onkur nevndi fuglakrím og...

  • Kvinnurnar taptu fyrsta dyst

    1. lið kvinnur: CIK 3 - ÍF Føroyar (15-13) 25-24 Millum jól og nýggjár spældi fyrsta kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum ein dyst heima í Føroyum móti Kyndli. Hetta, so at vit kundu fáa møguleika fyri at fáa eitt sindur av dystarvenjing, meðan vit allar vóru heima í feriu, og soleiðis kundu vit eisini fáa eitt sindur av venjing saman, áðrenn danska kappingin fór í gongd aftur. Vónirnar undan dystinum móti Kyndli vóru sera blandaðar – summar væntaðu ein javnan og harðan dyst, meðan aðrar væntaðu stóran...

  • 2. lið hjá kvinnum taptu tepurt

    2. lið kvinnur: VSH 2002 - ÍF Føroyar 22-20 Leygardagin leikti 2. lið hjá kvinnunum sín fyrsta dyst eftir jólaferiuna ímóti VSH í Virum. Royndartíðir høvdu við sær at fáar vóru tøkar til hendan dystin, men vit megnaðu tó at skava eitt lið saman uppá 7 kvinnur. Hóast vit vóru illa mannaðar, settu vit okkum fyri at fara inn á vøllin fyri at kempa fyri sigrinum, og positivi andin var avgjørt tað, sum helt okkum uppi allan dystin. VSH førdi nærum alla fyrru hálvu, men vit megnaðu at hanga í framm...

  • Fyrsta tap hjá 1. mansliði.

    So kom dagurin, har 1. manslið skuldi tapa sín fyrsta dyst. Mótstøðuliðið hesa ferð var úr Tune, og dysturin varð leiktur eitt hóskvøld kl. 19.30. Ikki kann sigast, at menn vóru vælupplagdir hetta kvøld, og tað tyktist sum um, at okkara leikarar ikki vóru heitir, tá dysturin varð bríkslaður í gongd. Liðini fylgdust allan dystin, og hálvleiksstøðan var 15-14 til Tune. Tá 3 min. vóru eftir fór heimaliðið frá okkum, og vit máttu tískil heim aftur við okkara fyrsta tapi í ár. Best man vera, at...

  • Gleðilig jól

    ÍF Føroyar ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Í døgunum 26. - 28. desember verður ein hondbóltskapping í Hoyvík. Tilmeldaðu liðini eru VÍF, Neistin, StÍF, Kyndil og H71, øll AA-lið. Afturat teimum eru tvey onnur lið, ÍF Føroyar og føroyska U21-landsliðið. Kappingin er skipað í tveir bólkar, har vinnarin av bólki A møtir nummar 2 av bólki B, og nummar 2 í bólki A møtir vinnaran av bólki B. Hálvfinalur verða spældar leygardagin seint seinnapartin, meðan finalan verður...

  • 2. kvinnulið tapti oddabrak

    2. lið kvinnur 30. nov. 2014: FIF 6 - ÍF Føroyar (15-7) 29-18 Fyrsta sunnudag í advent 30. nov spældi 2. lið hjá kvinnum ímóti FIF 6 á Fredriksberg.Áðrenn dystin høvdu bæði liðini 10 stig eftir 5 dystir, men hóast talan var um ein toppdyst, var føroyska liðið heldur sammensett og ikki heilt fyrireikað hendan dagin. Kvinnurnar frá Fredriksberg, ið bæði vóru sterkar og skjótar, løgdu seg skjótt á odda í fyrsta hálvleiki og økti bert um leiðsluna teir fyrstu 30 min. Hálvleiksstøðan varð 15-7. 2....

  • Jólaferian sett í gongd við enn einum sigri til ÍF Føroyar

    Tað var leygarmorgun 13.desembur og veðrið var av tí allarfagrasta. Minibussurin ið var leigaður til høvið, stóð klárur at heinta fyrstu mennirnir av Føroyaghetto’ini. Eingin dystur hevur verið síðan 2.des, men tíðiligt var at menn vóru enn í góðum lag eftir at hava spælt 2.divisións liði hjá Rødovre av, og tað so dyggiliga eisini. Eftir ein túr tvørtur um vestara partin av Keypmannahavn, var tað Hvidovre ið stóð fyri skotum. Dysturin bleiv floytaður í gongd kl. 11.30 og ÍF Føroyar legði út...

  • 1. kvinnulið heldur jólaferiu á 1. plássi hóast tap

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 – Herlev/Hjorten Håndbold 3 (11-11) 19-22 Leygardagin 6. desember spældi 1. liðið hjá kvinnunum ímóti Herlev/Hjorten Håndbold. Áðrenn dystin møttist allar á liðnum heima hjá Biritu, tí hetta var ein týdningarmikil dystur, har tað var neyðugt, at allar vóru klárar, tí Herlev/Hjorten liggja eisini á odda á stigatalvuni. Tíverri eydnaðist ikki at vinna, og kvinnurnar taptu fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Dysturin var sera spennandi og javnur. Eftir bert lítla løtu...

  • ÍF Føroyar setti 2. deildarlið uppá pláss

    ”Mann skal ikki skoða hundin á hárinum” – hetta ordatakið mundi Rødovre ásanna, tá id teir koma á vitjan í Sundby Hallen á Amager týskvøldid hin 2. desember. ÍF Føroyar er framvegis vid í steypakappingini eftir at teir vunnu ein sannførandi sigur ímóti Rødovre HK, ið liggur 2 deildir omanfyri ÍF Føroyar. ÌF Føroyar legði út sum eitt óløgið og komu á odda 5-0 eftir 5 minuttir. Tad skuldi ganga heili 6 minuttir áðrenn útiliðið fekk sítt fyrsta mál. Verjan hjá føroyska útisetaliðnum stóð sera væl og...

  • Trupulleikar við at vinna lættan dyst

    Sunnudagin 30/11 spældi fyrsta liðið hjá monnunum aftur á heimavølli, og hesa ferð var tað fyrrverandi stoltleikin hjá Kasi Jesper (Nielsen) sum stóð fyri tørni. Áðrenn dystin lógu ÍF Føroyar og Albertslund/Glostrup ávíkavist á fyrsta og nígginda plássi, so undan dystinum var væntað, at hetta fór at verða ein ”walk over” dystur. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at verða so. Til dystin var ÍF Føroyar liðið eitt sindur skert. Onkur av eldru, fyri ikki at siga gomlu, leikarunum høvdu, vegna smærri...

  • 2. lið kvinnur enn ein sigur

    2. lið kvinnur: ÍF Føroyar – KFUM 3 (11-10) 20-18 Týsdagin 25. november spældi 2. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum ímóti KFUM 3. Hóast spælið ikki gekk, soleiðis sum vit ætlaðu tað, megnaðu vit at hála ein sigur í hús. Vit løgdu út við at skora fyrstu tvey málini. Hinar komu tó upp á javnt, tí verjan hjá okkum ikki hekk saman. Ivasama verjuspælið merkti fyrru helvt av fyrra hálvleiki, og KFUM 3 kom framum. Tíbetur komu avtalurnar uppá plássi. Tað var serliga, tá ið vit skiftu yvir í 5-1 verju, at...

  • Sunday funday

      Enn ein sunnudagur er farin og enn einaferð 2 stig til 1. lið hjá monnum. Dysturin varð leiktur í Frederiksberg og mótstøðuliðið hesuferð var VLI. Menn vóru sera spentir áðrenn dystarbyrjan og nógv varð skemtað. Hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan, skipaði venjarin (Tróndur Kragesteen) fyri upphiting, nú var álvari at síggja á monnum. Eftir góða upphiting bríkslaði dómarin dystin í gongd. Skjótt varð  greitt, at hesin dystur skuldi gerast heldur lættur, og sást tíðliga, at munur er er á toppi og...

  • Enn ein sigur

    1. lið kvinnur: Amager SK 2 – ÍF Føroyar (6-10) 13-18 Mikukvøldið spældi 1. lið hjá kvinnunum ímóti Amager SK2, sum liggja á einum 5. plássið í kappingini. Dysturin endaði við einum 5 mál sigri til ÍF Føroyar. Tað var ein typiskur ”mitt í viku” dystur við nógvum tekniskum feilum og brendum møguleikum, men kempað varð til síðsta bríksl. Vit skoraðu 2 tey fyrstu málini og vóru so á odda restina av dystinum. Dysturin var merktur av, at bæði liðini høvdu eina góða verju og málmenn. Harafturímóti gekk...

  • Ein tryggur sigur

    Besta mansliðið hevur nú 13 út av 14 møguligum stigum í kval rekkjuni. Í dag leiktu vit ímóti VHC/Vidar, sum áðrenn dystin lógu nummar sjey við 5 stigum.   Truppurin til dagsins dyst var eitt sindur tunnur. Rúni, sum var so spentur at koma til venjing aftur eftir at vera blivin dagsins maður seinast, legði ov nógv fyri, gjørdist skaddur og var tískil ikki klárur til dagsins dyst. Hartil sótu bæði stórkeypini hjá okkum úr 1 división yvir við smásnuddum.   Bartal, sum byrjaði í málinum í dag eftir nakrar...

  • 2. lið kvinnur vinna, hóast mótvind

    2. lið kvinnur: Amager Sundby KFUM - ÍF Føroyar (6-10) 20-24 Sunnudagin 16. november spældi 2. liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum ímóti Amager Sundby KFUM. Hetta var ein dystur ið skuldi vinnast, tá talan var um lið, ið liggja í hvør sínum enda á stigatalvuni. Vit løgdu væl út og komu framum við fleiri málum, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdist spælið hjá okkum heldur stirvið, og vit høvdu torført við at skora. Tá var gott at Barbara hevði ein góðan dag í málinum og tísskil fekk tikið nakrar...

  • Vit flongdu hinar

    1. lið kvinnur: ÍF Føroyar – VHC/Vidar 3 (16-10) 30-19 Týskvøldið tóku vit ímóti VHC/Vidar 3 á heimavølli. Vit vístu teimum, at vit høvdu viljan at vinna og eru enn ósigraðar í okkara bólki. Frá fyrsta bríksli í dystinum fylgdust liðini. Tá ið 15 min. vóru leiktir, kláraðu vit at renna frá VHC/Vidar 3. Leikferðin, skjótálopini, viljin og skotini hjá okkum vóru, sum tey skuldu. VHC/Vidar 3 vóru heldur seinar niðan at verja málið hjá teimum, og hetta nýttu vit okkum sjálvandi av. Vit fingu nógv...

  • 2. kvinnulið vann oddabrakið

    2. lið kvinnur: ÍF Føroyar - Team Nørrebro3 (7-10) 26-21 Sunnudagin 9. november tók ÍF-Føroyar móti Team Nørrebro 3. Talan var um toppdyst, har hvørgan av liðunum høvdu mist stig. Vit fingu fyrsta málið, og liðini skiftust um at føra tad fystu tíðina. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom steðgur í spælið hjá okkum. Vit gjørdu nógvar villur, skotini vóru ikki nóg neyv og Team Nørrebro hevði ongar stórvegis trupulleikar at bróta seg gjøgnum verjuna. Tá ið fari var til hálvleiks førdi Team Nørrebro 10...

  • Enn ein sigur til besta mansliðið

    Eftir stórsigurin á oddaliðnum HK Køge seinasta sunnudag, vóru vónirnar til dystin sera góðar. Hóast at tað meira enn so kemur fyri, at støði fellur eitt sindur eftir ein so góðan dyst sum seinast. Àðrenn dystin var greitt, at Rókur Akralíð var burturstaddur, og tí ikki kundi hjálpa Róa í miðverjuni, sum annars hevur veri framúrskarandi seinastu dystirnar. Í álopinum var venjarin klárur at takað arbeiðshandskarnar fram, og takað kjansin sum strikuspælari um neyðugt. Tað var tó skjótt greitt, at...

  • Tann góða gongdin heldur fram

    1. lið kvinnur: ÍF Føroyar - USG 3 (15-11) 28-20 Sunnudagin skuldu øll 4 liðini hjá felagnum spæla dyst á heimabana og tí var lagt upp til ein sannan hondbóltsdag. ÍF Føroyar kvinnur vóru síðst í røðini, og leikast skuldi móti USG 3. Hini trý liðini hja felagnum høvdu røkt uppgávuni til fulnar og fingið fult stigatal og hesa góðu gongd ætlaðu vit ikki at steðga. Vit komu væl frá dystarbyrjan og eftir 10 min. høvdu vit skorað 8 mál, meðan USG høvdu fingið bóltin inn í málið 4 ferðir. Maria...

  • Toppdystur í Køge

    1. lið menn: Team HK Køge 2 - ÍF Føroyar 24-34 Lagt var upp til eitt satt oddabrak hendan sunnudag millum Køge, sum undan dystinum lá á einum fyrsta plássi og ÍF Føroyar. Bilurin varð leigaður, og hýrurin í truppinum var góður. Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at tann spenningur, sum væntaður var, ongantíð kom. ÍF Føroyar legði út sum eitt óløgið, og tók beinanvegin eina trygga 4 máls leiðslu. Spælið í fyrra hálvleiki var sera skjótt, og menn vóru nærlagdir og kaldir framman fyri málinum....

  • 1. kvinnulið leikti javnt

    1. lið kvinnur: KSG - ÍF Føroyar (11-11) 22-22 Toppdystur hjá 1. kvinnuliði í seriu 1 tá KSG tók ímóti ÍF Føroyum. Undan dystinum høvdu bæði liðini fulla úrtøku, og tí var lagt upp til ein spennandi dyst. Hetta skuldi tað eisini vísa seg at gerast, og liðini endaðu við at deila stigini í millum sín. Kvinnurnar úr Frederiksberg løgdu út sum eitt ódnarveður, og eftir fáar minuttir vísti máltalvan 4-0 til heimaliðið. Vit valdu beinanvegin at skifta frá 6-0 verjustøðu til 5-1. Eftir hvøkkin...

  • 2. lið kvinnur vunnu aftur

    2. lið kvinnur: Amager SK 3 - ÍF Føroyar (7-11) 15-20 Sunnudagin 26. okt. var næsti dysturin í kappingarárinum á skránni hjá 2. liðnum hjá kvinnunum. Spælt varð ímóti grannunum frá Amager SK. Vit løgdu okkum framum beinavegin í fyrsta hálvleiki, og tá ið farið varð til hálvleik var støðan 11-7 til okkum. Sjálvt um Amager SK royndi at pressa okkum í seinna hálvleiki lovaðu vit teimum ongantíð at leggja seg fram um, og vit førdu við 3-5 málum allan dystin. Verjan hjá okkum stóð væl, og...

  • Góðar venjingar geva úrslit!

    Fyrsta liðið hjá monnunum spældi um vikuskiftið móti BK Ydun 2, sum liggja í niðaru helvt í deildini. Taktikkurin var at renna nógv við mótleikarunum ið bert høvdu ein útskiftara við sær í Sundby Høllina. Hóast ivasamt álopsspæl, eydnaðist taktikkurin til fulnar, tí tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum gekk orkan undan hjá Ydun leikarunum, og tað endaði við at vit vunnu ein tryggan 27-18 sigur, eftir at hava ført 12-11 í hálvleikinum. Men tað er ikki bara við taktiskum snildum at nýggi...

  • Greiður sigur – ivasamt spæl!

    1. lið kvinnur: ÍF Føroyar - Frb. HK (14-7) 30-16 Sunnudagin tann 26. okt. tók fremsta liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum ímóti Frederiksberg HK. Dysturin var leiktur í Sundby høllini á Amager. Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF Føroyar var betra liðið í dag. Frá fyrsta bríksli setti føroysku kvinnurnar seg á dystin, og tær megnað eisini – uttan stórvegis hóvasták – at halda leiðsluna allan dystin. Hálvleikstøðan var 14-7, men í steðginum varð kortini tosað um manglandi neyvleika (bæði tá tað...

  • 2. lið hjá kvinnunum kempaðu til tað síðsta

    2. lið kvinnur: ÍF Føroyar - Skovlunde IF (6-9) 23-21   Í gjár spældi 2. lið hjá kvinnunum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, tá tær tóku ímóti Skovlunde IF í Sunbyhallerne. Skovlunde IF løgdu betri út, og førdu alla fyrru hálvu. Okkara spæl var merkt av, at vit líka skuldu koma í gongd aftur eftir langan steðg. Eftir hálvleikstøðuna 6-9 settu vit okkum fyri, at nú skuldi vend koma í. Nú byrjaði spælið at koyra betur, og serliga í verjuni stóðu vit væl. Um miðjan seinna hálvleik stóð á...

  • Besta mansliði fekk tvey stig við heim frá Jersie

    Tann 19. Okt. Spældi ÍF Føroyar sín næsta útidyst. Dysturin var í Jersie Strand ímóti Jersie HK. Til dystin hevði venjaratoymið útvega liðnum ein leigubil, og saman við bilinum hjá Roar var pláss fyri øllum monnunum. Fysti hálvleikur byrjar javnt, liðini fylgjast til 3-3, og teir tykjast at hava nakrar leikarar, ið kunnu gera dystin truplan fyri okkum. Sum hálvleikurin líður vísir tað seg tó, at teir hava ikki tí neyðugu álopsstyrkina, til at bróta seg ígjøgnum bringubrøttu verjuna hjá okkum. Og...

  • Fult stigatal eftir 3 dystir

    Kvinnur: FIF4 - ÍF Føroyar1 (16-17) 26-30 So var aftur dystur á skránni hjá besta kvinnuliðnum hjá ÍF-Føroyum. Hesu ferð varð spælt á útivølli á Frederiksberg ímóti FIF 4. Sum uppflytarar eru altíð nógvir nervar frammanundan dystunum, men aftur í dag megnaðu kvinnurnar at vinna sær tvey stig við heim til Amager :) Hóast spælið aloftast gekk avbera væl, og nógv gott kann takast við frá dystinum, so sást tað eisini, at heystferia hevur verið seinastu vikuna, og at liðið ikki hevur vant saman...

  • Bert eitt stig til fyrsta liðið hjá monnunum

      Leygardagin tann 4.okt tók ÍF Føroyar ímóti Tune IF. Dysturin var leiktur í Sundby høllini, á Amager. Hjalti Mohr Jacobsen stóð prøvan sum venjari, vegna Tróndur Kragesteen var burturstaddur. ÍF Føroyar byrjaði dystin sera væl. Spælið var sett við nógvum skiftum, har Tummas Pauli og Jóannes stóðu uppá skift at skjóta mál. Tune IF byrjaði við einari flatari 6-0 verju, men eftir 15min skifti teir til eina 5-1 verju, tá stóð støðan 12-6 til ÍF Føroyar. Eftir Tune IF kom longur upp á vøllin,...

  • Kvinnurnar vunnu aftur

    1. lið kvinnur: ÍF Føroyar - CIK3 29-23 8. oktobur spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín næsta dyst hetta kappingarárið ímóti CIK 3. Tað var ein góður, men eisini harður dystur. Mótstøðuliðið, CIK 3, gjørdi sítt fyri at royna at fáa tamarhald á heimaliðnum, men hetta eydnaðist teimum ongantíð, og ÍF Føroyar var á odda allan dystin. Um hálvan fyrra hálvleik fór luftin úr CIK leikarunum, og vit løgdu okkum nøkur mál framum. Hendan leiðslan helt mest sum allan dystin. Eina løtu í seinna...

  • Fyrsti dystur í Kvalifikationsrækken hjá monnunum í ár

    Leygardagin 27 september leikti 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í Kvalifikationsrækken í ár. Dysturin var á útivølli ímóti Team Nørrebro, sum seinasta kappingarár endaði nr 10 av 12 liðum. Áðrenn dystin vóru menn bjóðaðir til morgun mat hjá Roari Dalsgarð. Roar var ikki við til fyrsta dystin, sum var spældur seinasta mikukvøld, so menn vóru ikki í iva um, at morgunmaturin var ein háttur at tryggja sær at pláss á liðnum hesaferð. Sigast kann at morgunmaturin var sera góður. Roar...

  • Góð byrjan hjá 1. kvinnuliðnum í nýggju deildini

    Leygarmorgunin 27. september spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Mótstøðuliðið var Team Nørrebro, sum tók ímóti føroysku kvinnunum í Nørrebrohallen. Nógvar broytingar vóru á besta ÍF Føroyar kvinnuliðnum í mun til í fjør. Kvinnurnar eru í ár í hægri deild, av tí at tær gjørdust nummar eitt seinasta kappingarár og fluttu upp í seriu 1. Nýggi venjarin hjá kvinnunum, Flemming Isaksen, hevur bert verið í starvinum í tvær vikur, og nýggir leikarar eru lagdir...

  • Ein langur góður dystur

    Besta mannslið hjá ÍF Føroyar Hondbóltur hevði mikukvøldið sín fysta dyst í hesum kappingarárinum. Talan var um steypakappingardyst móti LHK, ið annars leikar í Seriu 1, sum er deildin undir kvalifikationsrækken. Setningurin til dystin var tískil einfaldur: ÍF Føroyar skuldivinna, og harvið spæla seg víðari í 2. umfar í steypakappingini.   Nýggi venjarin hjá ÍF Føroyar monnnunum, Tróndur “Kattekilling” Kragesteen, tóktist serliga spentur til dystin. Eygleiðarin hjá hondboltur.dk var við til...

  • ÍF Føroyar sangur

    Í samband við at ÍF Føroyar gjørdist 75 ár í mai 2014, gjørdi ein komandi legenda fyri felagið sítt til at geva felagnum ein betri identitet. Sir "Djóni Højgaard" tók sakina í egnar hendur og smíðaði eitt spildur nýggjan ÍF Føroyar lag! Niðanfyri er ein leinkja til sangin og teksturin, sum Djóni spældi inn við góðari hjálp frá Hilmar Kass Jacobsen og Árna Øregaard. Harumframt hjálptu Janus Sørensen, Brandur Leivsson Hansen, Bergur Sørensen og Rógvi Helmsdal at leggja lag á. Vit takka tykkum...

  • Nýggjur venjari - Flemming Isaksen

      Hondbóltskappingin hjá bæði monnum og kvinnum byrjar 27. september. Full ferð er komin á venjingina hjá bæði monnum og kvinnum, men tó hava kvinnurnar enn ikki haft nakran fastan venjara. Komandi týsdag kemur so ein nýggjur venjari at standa fyri venjingunum hjá kvinnunum. Flemming Isaksen kemur at taka sær av venjingunum og samstundis standa fyri besta kvinnuliði felagsins. Flemming er ikki heilt ókendur í felagnum. Hann hevur fyrr staðið á odda fyri okkara kvinnuliði, og vit eru glað fyri at...

  • Venjingin byrjar 2. september

    Nú summarferian er við at vera av, stundar til nýtt hondbóltsár hjá kvinnum og monnum í ÍF Føroyum. Fyrsta venjingin verður týsdagin 2. september.  Síðani hava vit fýra vikur at venja í, áðrenn teir fyrstu dystirnir eru í endanum á september. Venjingartíðirnar er tær somu sum í fjør, t.e. týsdag kl 17-20 og fríggjakvøld 19-22 í sundbyhøllini. Vit hava  avgjørt at fyrra hálvár venja kvinnurnar áðrenn og menninir aftaná, og so verður býtt um eftir jól.   Venjingartíðirnar áðrenn jól vera hesar:...

  • Nýggir venjarar og nýggj nevnd skulu finnast

    Nú seinasta kappingarár er farið afturum bak byrja fyrireikingarnar til komandi kappingarár so smátt at taka form. Bæði Jákup Larsen og Niklas Reginsson sum ávíkavist hava staðið fyri besta kvinnu- og mansliði felagsins hava takkað fyri seg á hesum sinni. Samstundis fer okkara trúfasti 2.mansliðs venjari og nevndarlimur Djóni Højgaard av landinum og verður tí ikki partur av felagnum komandi kappingarár (í hvørt fall ikki fyrru hálvu). Hjalti M. Jacobsen, sum hevur verið formaður, venjari og...

  • Tryggur sigur til 1. mannsliðið

    Lagt var upp til ein sera spennandi dyst í vikuskiftinum, tá ið besta mannfólkaliðið hjá ÍF Føroyum fekk vitjan av Fremad Valby. Undan dystinum lá ÍFF á eindum deildum 2. plássi við Rødovre HK og Fredad Valby lá á 4. plássið. Fysrtu løtuna av dystinum leikaði javnt á. Men tá ið einir 10 minuttir vóru farnir av fyrsta hálvleiki, setti ÌFF meira á motorin. Tað góða eyðkenda ÌFF spælið byrjaði nú at koma til sín rætt, samstundis sum verjan fekk betur stýr á Valby álopinum. Hetta førdi við sær, at...

  • ÍF Føroyar - Rødovre (24-25)

    Umsíðir kemur dystarfrágreiðingin, sum skal umrøða ÍF Føroyar tapinum á Rødovre. Orsakað av vánaliga úrslitinum og skakandi atburði hjá ávísum viðleikara, hava sterkar kenslur gjørt seg galdandi í ÍF Føroyar hópinum. Tað er millum annað av hesi orsøk, at dystarfrágreiðingin er so mikið seinka.   Tað var sunnudagin 23/02 kl. 15:00, at ÍF Føroyar var vertur fyri Rødovre HK. Ein ósigur kundi hava við sær lagnutungar avleiðingar fyri ÍF Føroyar, sum miðar eftir uppflyting til næsta kappingarár. Tað...

  • Stórsigur og uppflyting!!

    Kvinnur: ÍF Føroyar1 – IF Stadion (16-8) 32-16 Lagt var upp til ein sera spennandi ársins síðsta dyst hjá kvinnunum. Tað skuldi ein sigur til fyri at enda kappingarárið á fyrsta plássinum, sum gevur rættin til beinleiðis uppflyting. Mótustøðuliði var IF Stadion, sum liggja í niðara endanum á stigatalvuni, men okkara kvinnur tóku dystin í stórsta álvara, tí seinast hesi liðini møttust vunnu tær føroysku akkurát við neyð og deyð við 1 máli. Tað sást beinanvegin at okkara kvinnur vóru sera...

  • Stórsigur – men til onga nyttu!

    Kvinnur: Brøndby Strand IK - ÍF Føroyar1: (3-23) 10-42 Sunnudagin tann 30/3 fór 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum (lutfalsliga) longu leiðina út í Brøndby Strand at spæla ársins seinasta útidyst. Kvinnurnar hjá Brøndby Stand høvdu undan dystin bert 2 stig, men hóast hetta vóru kvinnur glaðar og uppsettar. Síðan deildin er umskipað, hava øll liðini víst hampiliga høgt støði, og tískil hevur verið neyðugt at tikið hvønn dyst í fullum álvara.   Skjótálop, skjótálop og aftur skjótálop! Føroysku...

  • Enn ein sigur til fyrsta kvinnuliðið

    ÍF Føroyar1 - Ålholm IF, Hillerød (7-7) 22-13 Leygardagin, 22. mars tók fyrsta kvinnuliðið á heimavølli ímóti botnliðnum Ålholm IF úr Hillerød. Eftir stigatalvuni at døma skuldi talan vera um ein avgreiðsluspurning, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. 20 minuttir áðrenn dysturin skuldi floytast í gongd, høvdu vit ikki eingongd skift í spæliklæðini, av tí at vit júst høvdu fingið at vita, at dysturin var framskundaður ein hálvan tíma. Stundir vóru ikki til at hita ordiliga upp, og av tí...

  • Tryggur útisigur ímóti Brøndby HK

    Nógv avboð sunnudagin førdi til at besta mansliðið var heldur illa mannað til útidystin ímóti Brøndby HK. 9 leikarar høvdu meldað seg klárar og haraftat hevði ein gamal kenningur úr føroyska hondbóltsheiminum, Hanus Joensen, tikið sær ta ”longu” leið út í Brøndby, fyri at síggja sonin og restina føroysku uppflytingarkandidatarnar spæla. ÍF Føroyar byrjaði dystin væl, og komu beinavegin fram um við 3-4 málum. Brøndby HK byrjaði við einari offensivari verju, sum teir ikki heilt høvdu stýr á. Í...

  • Fjórði sigur á rað til 1. Manslið

    Fyrsta manslið hjá monnum tók sunnudagin ímóti Team Nørrebro 2. Roar er gamal Nørrebrobúgvi, og hann hevði sneyta seg fram til, at útiliðið hevði skaffa sær styrk til hendan dyst, men tad skuldi vísa seg at verða til fánýtis. Enn er møguleiki hjá okkara monnum at flyta upp í 3. división og menn tykjast at vísa góðan hugburð. Hendan dagin byrjaðu vit sum ódnarveður. Verjan stóð væl og tað gjørdi at Lars eisini stóð væl. Álopið haltaði eitt sindur fyrsta part av fyrra hálvleiki, so um miðjan...

  • Viljin at vinna var sterkari enn óttin fyri at tapa!

    Kvinnur: AB2 - ÍF Føroyar1 (8-15) 20-27 Sunnudagin tann 16/3 var 1. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum enn einaferð á vitjan í útjaðaranum av Keypmannahavn. Hesu ferð gekk leiðin til Bagsværd, har kvinnurnar møttu oddaliðnum AB 2. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí vunnu føroysku kvinnurnar, komu tær ájavnt við AB 2 og løgdu seg  harvið á eitt deilt fyrsta pláss í kappingini. Um kvinnurnar vunnu henda dystin, gjørdust útlitini fyri uppflyting heilt góð. Við dystarbyrjan merktist fjálturin týðiliga á...

  • Flott liðavrik

      Amager SK - ÍF Føroyar (20-31)   Sunnudagin spældu ÍF Føroyar móti grannunum úr Amagar SK á útivølli í Sundbyøsterhallen á Amager. Dystirnir millum Amager SK og ÍF Føroyar plaga at vera tættir og góðir. Hesin var góður, men ikki so tættur sum vanligt. Hesaferð legði ÍF Føroyar hart út og kom framum beinavegin við 4 málum og økti spakuliga leiðsluna til 10-17 I hálvleikinum. Tað sást, at menn vóru tendraðir og klárir, Roar kom inn eftir 15 min, og tað var lætt hjá honum at skjóta mál tá væl...

  • Sól og spurtur í Sundby

    Kvinnur: ÍF Føroyar2 - Gentofte-Vangede HK2 (13-9) 29-19. Sól og spurtur í Sundby. Veðrið var av tí allar fagrasta, tá ið 2. liðið hjá kvinnunum, heldur fámentar, møttu upp til dyst leygardagin. Átta væl upplagdar, ungar kvinnur møttust í nýggjum, fínum venjingarbúnum fyri at verja okkara heimavøll í Sundbyhøllini. Tað vóru nakrir smávegis trupulleikar við dupultbóking í høllini, men einki fekk okkara kvinnur at kasta frá sær. Leikt varð ímóti Gentofte-Vangede HK. Kvinnurnar frá Gentofte løgdu seg á...

  • Stórur munur á toppi og botni

      ÍF Føroyar - HVI Himmelev (42-27)   Týskvøldið spældi 1.lið hjá monnunum dyst ímóti HVI Himmelev 2. Tað skuldi vísa seg, at vera ein avgreiðslu spurningur fyri okkara menn, eftirsum at Himmelev lá aftast við 0 stigum. Vit løgdu okkum frammum við nøkrum málum beinanvegin, og øktu soleiðis at hálvleiksstøðan var 21- 13. Tað sást á spælinum í 2. hálvleiki, at tað nokk var stuttligari at skora mál enn at verja væl. Úrslitið av tí gjørdist, at Himmelev fingu alt for nógv mál. Tó endaði dysturin við...

  • Tolin trívst og treiskin vinnur

    Kvinnur: IF Stadion - ÍF Føroyar (14-13) 30-31 Ein vakran hósdag í mars møtti fyrsta liðið hjá ÍF Føroyar kvinnum kvinnunum hjá IF station úti í Brønshøj. Dysturin byrjaði væl hjá føroysku kvinnunum við góðum spæli í báðum endum, og ÍF Føroyar kvinnurnar vóru allatíð við yvirlutan til stutt áðrenn hálvleik. Tá byrjaðu kvinnurnar úr Brønshøj at minkað um leiðsluna og komu eisini á odda 14-13 áðrenn farið var til hálvleiks. Í halvleikinum varð tosað um, at kvinnur ikki spældu 100% og geisturin...

  • 1. kvinnulið vann sunnudagin

    Kvinnur: USG5 - ÍF Føroyar1  (10-13) 21-23 So hevur 1. liðið hjá kvinnunum aftur verið í eldinum, og hendan fyrsta sunnumorgunin í mars, varð leikt ímóti USG5 - sama liði sum seinasta vikuskifti. Tá leikaði javnt á gjøgnum allan dystin, og hóast okkara kvinnur høvdu eina eitt og tvey máls leiðslu gjøgnum allan dystin, so gjørdist endaliga úrslitið ein skuffandi 21-21 javnleikur. Uppsettar uppá at broyta hesa gongdina og fáa ein sigur við heim til hús, varð dysturin bríkslaður í gongd. Okkara...

  • Jersey - ÍF Føroyar (24-28)

      Hóskvøldið var 1 liðið aftur í eldinum, og hesaferð gekk leiðin til Solrød Strand, har Jersey var mótstøðuliðið.   ÍF Føroyar byrjaði væl, og komu skjótt framum 3-6. Dreingirnir frá Jersey royndu tó at heinta leiðsluna innaftur, og hóast tað eina løtu var javnt, so var ÍF Føroyar á odda 10-12 í hálvleikinum. Serliga var tað gott verjuspæl, og einum vælleikandi Lars Blak, sum dreingirnir frá Jersey høvdu trupuleikar við. Í seinna hálvleiki var skjótt klárt at hesin dysturin nokk skuldi fara at enda...

  • Sera skuffandi javnleikur

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - USG 5 (13-10) 21-21 Leygardagin 22. februar spældi 1. lið hjá kvinnunum heimadyst úti í Valby, ímóti USG 5. Okkara kvinnur vóru uppsettar og byrjaðu væl. Men tad gjørdi mótstøðuliðið eisini, og greitt var beinanvegin at mótstøðuliðið ikki bara var ein og hvør. Dysturin leikaði javnt á, og tá 16 minuttir vóru farnir, var støðan 8-7 til ÍF Føroyar. Sum frá leið, fingu okkara gentir av álvara glið á spælið, og hálvleiksstøðan var 13-10 til ÍF Føroyar. Seinni hálvleikur...

  • 2. kvinnulið javnleik í málfátøkum dysti

    Kvinnur: ÍF Føroyar2 - KFUM3 (5-7) 15-15 Leygardagin spældi 2. liðið hjá ÍF Føroyum kvinnum heimadyst í Valby høllini. Tað skuldi vísa seg at gerast ógvuliga trupult at mannað lið til dystin, men tá byrjað varð, vóru 9 ÍF Føroyar kvinnur klárar at taka ímóti KFUM 3. Talan var um ein tættan dyst. Í byrjanini komu ÍF Føroyar kvinnurnar nøkur mál afturúr og høvdu heldur trupult vid at seta bóltin í netið. Hendan gongdin sást allan fyrra hálvleik, men tad gekk tó ikki nógv betri hjá...

  • Aðalfundurin 2014

    Árligi aðalfundur felagsins varð hildin í veitsluhølinum á Oyrasundskollegienum mánakvøldið 17. feb. Eini 20 limir vóru møttir til fundin, sum ÍF Føroyar samtakið helt saman, sum fevnir um fótbólt, hondbólt og fimleik. ÍF Føroyar hondbóltur hevði tað stórsta limatalið nakrantíð fyrru helvt av hesum kappingarárinum, tá tað var nakað væl omanfyri 40 limir í felagnum. Hetta var eisini fyrstu ferð at hondbólturin í Keypmannahavn hevur havt tvey manslið og tvey kvinnulið. Vónandi fer seinna hálva...

  • Eik høvðusstuðul eitt ár afturat

    Seinastu tvey árini hevur Eik banki verið høvðusstuðul hjá besta mansliðnum hjá ÍF Føroyar hondbólti, og tað vera teir eisini næsta kappingarár. Hetta merkir at Eik stuðlar hondbóltinum fram til apríl 2015. Samstarvið millum ÍF Føroyar og Eik hevur verið gott, og nevndin hjá ÍF Føroyar hondbólti frøðist yvir at samstarvið heldur áfram næsta kappingarár. Vit vilja takka Eik fyri stuðulin og gleða okkum til at fáa enn eitt gott kappingarár í 2014/2015.     Í morgin, sunnudagin 23. feb. kl. 15.00,...

  • Aðalfundur í kvøld

    Mánakvøldið 17.02.2014 verður aðalfundur hjá ÍF Føroyum (hondbólt, fótbólt og fimleik). Fundurin verður í festlokalinum á Oyrasundskollegiiunum kl. 20.00.   Skrá sambart viðtøkum felagsins.   Møtið fjølment   Nevndin

  • Reytt vendi dystinum

    Kvinnur: ÍF Føroyar 1 - AB 2 (13-10) 19-19 Leygardagin 8. februar spældi 1. liði hjá kvinnunum heimadyst. Tikið varð í móti oddaliðið AB2 ið bert er eitt lítið vet framman fyri okkara kvinnur. Tíðiligt varð at ÍF-føroyar ætlaði sær at vinna dystin. Frá fyrsta bríksli sást at okkara kvinnur vóru væl uppsettar og komu tær tí væl frá byrjan. Verjan riggaði væl, tó til tíðir vóru kvinnur í so grammar og endaði tað við nøkrum brotskøstum til mótstøðuliði. Hetta kann tó eisini skyldast dómara ið var óførur at...

  • 2. lið vann bardagan um Amager

    Kvinnur: ÍF Føroyar 2 - Amager SK 3 (12-9) 20-19 So var dystur aftur á skránni fyri annað liðið hjá ÍF Føroyum. Leikt var fríggjakvøldið 7/02 ímóti Amager SK 3 í Sundbyhøllini. Dysturin byrjaði gott, við góðari verju løgdu vit okkum skjótt framum við 3-4 málum. Hóast okkara kvinnur høvdu eitt sindur trupult við at fáa bóltin í netið, høvdu vit yvirtakið við fínari verju og fingu nøkur góð skjótt álop og fínt álopsspæl í fyrrahálvleiki. Amager Sk kvinnurnar høvdu ilt vid at fylgja við og høvdu...

  • HK Køge - ÍF Føroyar (25 -25)

      Dysturin endaði við javnleiki, tíverri. Men hóast úrslitið, vóru góðir leistir at síggja. Rósing skjeyt 11 kassar og Lars stóð ein framúr góðan seinna hálvleik.   Teir báðir vórðu eisini kosnir dagsins leikarar við 6 atkvøðum hvør.   Vit byrjaðu dystin heldur illa, og vóru aftanfyri við einum, tveimum málum allan fyrra hálvleik. Annar hálvleikur gekk beinanvegin betur, vit komu skjótt upp á javnt og endaðu omaná sum dysturin fráleið. Tá fimm minuttir vóru eftir at leika vóru vit frammanfyri við...

  • ÍF Føroyar 29 – 22 Albertslund/Glostrup 2

    Tredje gang er lykkens gang…   Eftir eitt tap, og ein javnleik í nýggja árinum, vísti tað seg, at triðji dysturin skuldi venda keðiligu gongdini. Seinast, í dystinum ímóti Fremad Valby, bleiv tað einans til ein javnleik, har tað helst skuldi blivið til 2 stig. Tá liðið hevur sum mál at flyta upp, mátti dysturin í dag vinnast, tí kappingin um uppflytingarplássini er ómetaliga hørð. Menn tóktust tendraðir til dystin, millum annað tí, at undarnfarna uppgerð við Alberstlund/Glostrup hevði gingið...

  • 1. kvinnulið góða byrjan uppá 2014

      Ålholm IF, Hillerød - ÍF Føroyar 1. kvinnulið (11-11) 23-27 Sunnumorgun 26.01.2014 gekk leiðin til Hillerød, har 1. kvinnuliðið hevði sín fyrsta dyst í øðrum umfari. Av tí, at tað einans rakk til eitt 3. pláss í innleiðandi rundu, høvdu kvinnurnar einki stig við sær, og tað var tí sera týðningarmikið at fáa eina góða byrjan. Dysturin byrjaði eisini gott. Við skjótum spæli og góðari verju løgdu vit okkum skjótt við 4-5 málum fram um. Tí var tað heldur óskillligt, at heimaliðið hálaði leiðsluna inn...

  • Javnleikur til 1. manslið

      Fremad Valby - ÍF Føroyar (24-24) Eftir at hava tapt fyrsta dystin eftir jólaferiuna ætlaðu menn sær ein sigur í útidystinum ímóti Valby. Dysturin byrjaði javnt har bæði liðini høvdu trupult við at fáa spælið at hanga saman, bæði í álopi og verju. Vit komu skjótt afturum við trimum málum og tað var munurin tað mesta av hálvleikunum. Vit fingu ongantíð skil á verjuspælið hjá okkum og tað gjørdi eisini arbeiði hjá málverjanum trupult. Í hálvleikinum vóru vit aftanfyri við tveimum og tað var als...

  • 1. kvinnulið byrjaði við einum tapi

    ÍF Føoyar 1. kvinnulið – Holte IF (7 – 17) 17 – 30 Hóskvøldið 9. januar spældi 1. kvinnulið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst eftir jólafrítíðina. Mótstøðuliðið var Holte IF, ið undan dystinum var nr. 2 í kappingini, bert eitt stig framman fyri føroysku kvinnurnar. Hetta var tískil ein týdningarmikil dystur, tí vunnu ÍF Føroyar kundu tær koma upp á annað plássið. Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum vóru sera uppsettar og klárar undan dystinum. Tá dysturin varð bríkslaður í gongd, gjørdist tað tó...

  • Kastaðu 2. pláss fyri borð

    Eftir at Keypmannahavn í fleiri vikur hevur ligið í dvala vegna regn og vind, vaknaðu keypmannahavnar-íbúgvar í morgun upp til bláan himmal og sól. Dagurin sá lovandi út og boðaði frá góðum.   Fyrsti dystur hjá 1. liði eftir jólaferiuna var í dag kl. 10 leiktur á heimavølli í Sundby Hallerne á Amager. Mótstøðuliðið var BK Ydun 2, sum undan dystinum lá á 7. plássi við 12 stigum, 2 stig aftanfyri ÍF Føroyar vid 14 stigum. Við einum sigrið í dag kundi ÍF Føroyar leggja seg á eitt 2. pláss og harvið...

  • Venjingin byrjar aftur

    Týsdagin 7. januar byrjar venjingin hjá ÍF Føroyar hondbólti aftur. Menninir venja kl. 17.00 og kvinnurnar kl. 18.30. Vit venja í Sundbyhøllini, Englandsvej 61. Øll sum hava áhuga at venja eru vælkomin. Dystirnir byrja eisini í komandi viku. 1.manslið spælir á heimavølli 12.01.2014 kl. 10.00 2. manslið spælir í Tre Falke Hallen (Frederiksberg) 08.01.2014 kl. 19.15 1. kvinnulið spælir í Rundforbi Hallen (Nærum) 09.01.2014 kl. 18.10 Koyr á ÍF Føroyar!

  • Gleðilig jól

      ÍF Føroyar ynskir øllum viðhaldsfólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.  Hósdgain 26. desember verður ein forvitnislig minikapping í høllini á Hálsi har KÍF, H71, U20 Landsliðið og ÍF Føroyar bresta saman. Dystarskráðin er hendan: Leikt verður 2x15 min. 15.00 H71-ÍF Føroyar 15.40 U20-KÍF 16.20 KÍF-H71 17.00 ÍF Føroyar-U20 17.40 KÍF-ÍF Føroyar 18.20 H71-U20 Koyr á ÍF Føroyar!...

  • 2. lið kvinnur farnar í jólaferiu

    2. kvinnulið hjá ÍF Føroyar hondbóltur fer í eina væl uppiborna jólaferiu við fullum stigatali. Heysti 2013 skrivaði ÍF Føroyar hondbóltur aftur søgu, tá tað var avgjørt at tekna enn eitt kvinnulið til kappingina, tí tilgongdin var so stór. Hetta hevur víst seg at rigga sera gott, tí liði hevur enn ikki verið tætt uppá at tapt ein dyst. Seinasti dysturin áðrenn jólaferiuna bleiv vunnin uttan at leika, onkur hevði hoyrt at mótstøðuliðið ræddist hondbóltssprundini norðanifrá og tískil valdu ikki at...

  • 1. manslið endar 2013 á 2. plássi

      Ein lættur, men tættur dystur   Sunnudagin var fyrsta manslið aftur í eldinum, eftir at havt tólv dagar uttan dyst. Leiðin hesaferð gekk út í Glostrup har mótstøðuliðið var AG Håndbold, sum undan dystinum hevði seks stig. Túrurin sjálvur út í Albertlund tók umleið ein tíma, og hetta vísti seg, at verða ein heldur annarleiðis túrur. Av einari ella aðrari orsøk, valdi álopsgeneralur og liðskiparin hjá ÍF Føroyum, Hjalti Mohr Jacobsen, at møta upp ein tíma áðrenn allir aðrir. Um hetta var fyri at...

  • 2. manslið á góðari leið

    HK-syd - ÍF Føroyar 29-30 (12-17)     Ikki hevur verið nógv at frætta, um hvussu hevur gingist hjá øðrum mansliði hjá ÍF Føroyum. Í Kvøld spældu teir 6 dystin í ár, sum var toppuppgerð móti grannunum úr HK-syd, sum undan dystinum høvdu vunnið allar sínar dystir. Vit taptu fyrsta dystin í ár, men hava síðani funnið stevið og vunnið restina. Lagt var tí upp til ein spennandi dyst, sum endaði við føroyingarnir, við góðum stríðsvilja í síðstu løtu stjólu bæði stigini.     Dysturin byrjaði javnt har liðini skiftust...

  • Aftur ein sigur til 1. kvinnuliðið

    ÍF Føroyar 1. kvinnulið – Furesøe Håndbold 2 (15-7) 28-15 So var dystur aftur á skránni fyri fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum. Leikt vard týskvøldið 3/12 ímóti Fursøe Håndbold 2 í Sundbyhøllini. Dysturin leikaði javnt á fyrstu 10 minuttirnar. Hóast okkara kvinnur høvdu trupulleikar við at fáa bóltin í netið, høvdu tær yvirtakið vid sterkari verju og góðum skjótum álopsspæli. Fursø kvinnurnar høvdu ilt vid at fylgja vid høga støðinum hjá ÍF Føroym, hóast tær kempadu vid longum og stríggjum álopum. Liðini...

  • 2. kvinnulið vann aftur

    Team København - ÍF Føroyar kvinnur 2 (10-17) 22-29. So varð aftur dystur á skránni fyri annað kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum. Hesin dysturin varð leiktur sunnudagin 01/12-2013, har spælt varð móti Team København á útivølli. Av tí at tað einans eru trý lið í deildini, so var tað 3 ferð at spælt varð ímóti júst hasum liðinum innanfyri eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Hetta vísti seg einans at verða gott, tí tað kendist sum okkara leikarar kendu mótstøðuleikararnar væl hondbóltsliga, og vistu tí...

  • 5 sigur á rað til 1. manslið

    Uppleggið til dystin hetta týskvøldið ímóti Brøndby byrjaði longu leygarkvøldið. Vit skrúva tíðina 3 døgn aftur. Ein ávisur verjugeneralur úr Vestmanna hevði hoyrt millum manna at verjan hjá ÍF Føroyum ikki var so sterk, sum hon átti at vera. Hetta vildi hann ikki hava á sær, so til árligu jólaveitsluna hjá ÍF Føroyum leygarkvøldið valdi hann at trekkja seg frá borðhaldinum, og hálaði menn skiftivís út til eitt taktiskt upplegg. 5-6 tímar seinni høvdu allir menn fingið av grovfílini, so nú var...

  • 1. kvinnulið eru væl á veg

    ÍF Føroyar 1. kvinnulið - USG 4 27-20 Leygardagin 23. november var ein stórur dagur fyri øll liðini hjá ÍF Føroyum. Øll fýra liðini hjá felagnum spældu heimadyst og rómurin í høllini henda dagin var heilt serstakur. Flestu limirnir hjá ÍF Føroyum høvdu sett sær dagin av til hondbólt, samanhald og veistlu. Tá dysturin hjá fremsta kvinnuliðnum varð bríkslaður í gongd kl.15:45, varð ivaleyst sett áskoðaramet. Sera stuttligt.   Liðmynd áðrenn dystin leygardagin. Aftast frá vinstru Maria Dahl, Elin...

  • 2. kvinnuliðið enn ósigrað!

    ÍF Føroyar kvinnur 2 - IF Stadion 2 25-13 (15-8) 2. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum møtti í vikuskiftinum IF Stadion á heimavølli. Kvinnurnar høvdu undan dystinum ein greiðan málsetning til dystin, og hesin var at halda fram við góðu gongdini frá undanfarnu dystunum og at sigurin skuldi í hús. Dysturin byrjaði heldur málfátakur og eftir 7 minuttir var enn einki mál komið. Men so komu kvinnurnar hjá ÍF føroyum í gongd og við skjótum álopi og stinnari verju fingu tær eina 5 málsleiðslu. Góða gongdin helt áfram har...

  • 1. manslið í góðum stima

    Lagt var upp til ein spennandi hondbóltsdag úti í Sundbyhallerne á Amager, tá ÍF Føroyar á heimavølli tók móti Amager SK. Besta mansliðið hevði ein greiðan málsetning til dystin, og hesin var at halda framm við góðu gongdini frá undanfarnu dystunum.   Øll liðini hjá ÍF Føroyum skuldu á vøllin hendan kalda leygardagin, og tískil var huglagið í høllini serliga gott, og vóru áskoðarirnir eisini algoystir. Dystirnir hjá besta kvinnu- og mansliði vóru beinleiðis stroymdir um alnetið, og kom tað ikki...

  • ÍF Føroyar beinleiðis á netinum

    Leygardagin 23. november verður ein stórur dagur fyri føroyskar hondbólts-útisetar í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hondbóltur hevur í ár fýra lið meldaði til donsku landskappingina, og komandi leygardag skulu øll liðini í eldin hvørt eftir annað á heimavølli. Í tí sambandi hevur felagið gjørt avtalu við Búgva Herluf Øster, sum upptekur dystirnar hjá besta mans- og kvinnuliðnum, og leggur eina leinkju út á netið, so øll sum hava áhuga kunna hyggja eftir hesum dystum. Dystirnir verða leiktir í...

  • 1.manslid vann málríkan dyst á Ydun

      Eftir at nýsetti venjarin, Julian johansen, var givin síðan seinasta dyst, vóru menn samdir um at góða gongdin hann hevði byrjað, skuldi halda fram tá teir møttu í Frederiksberg–Hallerne sunnudagin. Kortini gekk ov long tíð áðrenn vit komu í gongd. Verjan hevði sera trupult við at fáa sett taklingar inn, móti einum tolnum og væl skipaðum Ydun álopi. Í álopinum lá væl fyri hjá Janusi at koyra mann ímóti manni á vinstra bakki.   Hóast vit vóru aftan fyri meginpartin av fyrra hálvleiki, kláraðu vit at berja...

  • 2. lið hjá kvinnum enn ósigraðar

    IF Stadion 2 - ÍF Føroyar kvinnur 2. lið 20-24 (12-13) Hóskvøldið 14. november spældi 2. kvinuliðið hjá ÍF Føroyum aftur, og hesaferð stóð slagið í Tingbjerghøllini, har IF Stadion 2 hevur heimavøll. Frá fyrsti bríksli av leikaði javnt á. Álopsspælið hjá ÍF Føroyum koyrdi deiliga skjótt og til tíðir kanska í so skjótt, at álopið varð avslutta, tí bólturin bleiv skotin beinavegin. Viðhvørt eydnaðist tað at bólturin endaði í netinum, men ofta bjargaði málmaðurin, skotið fór við síðuna av ella á...

  • 2. lið hjá kvinnunum vann aftur á Team København

    Team København - ÍF Føroyar 2. kvinnulið 19-25 (10-12) 2. lið hjá kvinnunum møtti hetta vikuskiftið, eins og seinasta vikuskiftið, Team København, men hesaferð vóru okra kvinnur gestir á Østerbro.  Tá dysturin varð floytaður í gongd í Svanamylluhøllini leikti javnt á teir fyrstu minuttirnar. Tad gekk tó ikki leingi, fyrr enn okra kvinnur blivu heitar, og spælið fór at koyra betri. ÍF Føroyar legði seg á odda, og tá farið var til hálvleiks vísti máltalvan 12-10 til okra kvinnur. Eftir hálvleik...

  • Stórsigur til 1. kvinnuliðið

    Freja HK - ÍF Føroyar 1. lið kvinnur 14-37 (6-16) Eftir eitt heldur skuffandi og tepurt tap í farnu viku, kom stórsigurin í dag okkum væl til høldar. Freja HK 3 tók ímóti okkara 1. kvinnuliði í Bellahøj. Talan var um ein dyst har toppur og botnur møttust, og hetta vísti seg eisini at spegla dystargongdina. Okkara kvinnur løgdu út sum eitt óløgið og komu beinanvegin fram um. Verjan stóð væl, og álopsspælið riggaði eisini væl. Tá farið var til hálvleiks vísti máltalvan 6-16. Seinni hálvleikur...

  • 1. manslið fingið vind í seglini

    Eftir eina heldur skuffandi byrjan uppá kappingarárið, hevur 1. lið hjá monnunum fingið vind í seglini. Tí vóru vónirnar góðar, tá okkara menn fríggjakvøldið tóku ímóti toppliðnum Jersie HK, sum hevði vunnið allar sínar dystir. Okkara menn vóru samdir um, at um hesin dysturin skuldi vinnast so tað var umráðandi, at allir vóru klárir frá fyrsta bríksli. Og so var. Verjan stóð væl og álopsspælið riggaði eisini væl, hetta gjørdi at vit løgdu okkum á odda við fleiri málum beinanvegin. Hetta var...

  • Sigursrøðin hjá 1. kvinnuliðnum steðgað

    ÍF Føroyar 1. lið kvinnur - Gentofte-Vangede HK 25-26 (12-11). 1. kvinnulið spældi hetta vikuskiftið sín fjórða dyst á heimavølli ímóti Gentofte-Vangede HK. Talan var um toppdyst og støðið var harvið væl hægri enn undanfarnar dystir, sum seinni eisini vísti seg at vera ein javnur og spennandi dystur.   Okkara kvinnur vóru ikki nóg klárar og heitar frá dystarbyrjan. Mótstøðuliðið legði hart út og kom á odda við nøkrum málum beinanvegin. Serliga var tað tann irriterandi og hissiga strikan, sum fekk...

  • Søguligur sigur til 2. lið kvinnur

    ÍF Føroyar 2. lið kvinnur - Team København (HK 94) 26-24 (12-10) Flest øll vita vit, at ein aldrin skal undirmeta mótstøðuliðið hjá sær, tí hetta vísir seg ofta at ganga galið. Hóast hetta als ikki var tann hugsunarhátturin, sum 2. liðið hjá ÍF-Føroyar fór inn á vøllin við til dystin móti Team København, sunnudagin 03/11-2013,  so mundu tær flestu av okkum hugsa, at nú var sloppið, tá máltalvan, eftir bert 15 minuttir, vísti heili 9-1 til okkara.  Men so hendi tað, ið ongin av okkum hevði væntað –...

  • 1.lið aftur á rætta kós

    1.lið var aftur i eldinum í viukskiftinum. Eftir eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingarárið, vóru menn samdir um at nú skuldi gongdin vendast. Hesaferð vóru tað Team HK Køge sum var komið á vitjan í Sundbyhøllini.Hettar er eisini fyrsti dystur har liðið hevur verið so væl manna, 12 mans høvdu melda seg klárar, og tað sást eisini á útskiftingunum. Í besta Ulrik Wilbek stíli ruku menn inn og út av bonkinum, tó so at venjarin Julian allatíð hevði stýringina. Hetta eyðkendi eisini sigurin, tí...

  • Stórsigur til kvinnurnar

    ÍF Føroyar 1. lið kvinnur – VSH 2002 3: 35-17 (16-9) Kvinnurnar skuldu longu í eldin aftur týsdag eftir ein tættan dyst sunnudagin fyri. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at verða nakar trupulleiki hjá okkara kvinnum, sum eru flúgvandi fyri tíðina. Kvinnurnar komu afturum 0-2, men so kom vend í og tær føroysku stóðu stinnar í verjuni, sum gjørdi tað torført hjá VSH at koma ígjøgnum nakrastaðni. Tá tær so eisini brendu straffi ímóti Kristinu í málinum, so bleiv mótbrekkan ikki minni brøtt hjá...

  • 1.lið snávaði í Rødovre

    Eftir sigurin móti Himmelev var geisturin góður, og menn hildu at nú var hol komi á, og næsti sigurin skuldi koma í hús. Dysturin sum upprunaliga var settur til at byrja kl 16.15, var av einari ella aðrari orsøk fluttur soleiðis at dysturin nú skuldi byrja kl 15.15. Flytingin var tíverri ikki boða ÍF Føroyum frá, og hildu vit at dysturin skuldi spælast kl 16.15. Hóast miðlar seinastu tíðina vilja vera við at Vestminningar eru ógvuliga ræktir av sjúkuni KS ”kriniskt seinføri” var tað...

  • Spennandi leyardagur í Sundbyhøllini.

    Leyardagin fara bæði mandsliðini hjá ÌF Føroyum í eldin. 1. liði spælur kl 14.15 móti Team HK Køge 2. Hettar er ein dystur sum hevur nógv at siga fyri okkara menn. Tapið í síðstu viku skal vaskast av og vit skulu upp eftir stigatalvuni. Vónirnar til dystin eru góðar; eitt nú kann sigast at hettar er fyrsti dystur í ár har vit hava allar mans tøkar. Jens Mohr er afturkomin av 'fjakkaraferð og Hanus Johansen hevur flett tað sum flettast skuldi á Strondum.Beint eftir dystin hjá 1.liði skal 2.lið...

  • Kvinnurnar vunnu sín næsta dyst tepurt

    KFUM 3 – ÍF Føroyar 1. lið kvinnur 16-17 (12-10)   Sunnudagin møttu okkara kvinnur KFUM á útivølli. Við vón um at rykkja upp skuldi hesin dysturin eisini vinnast. Dysturin byrjaði hampuligt, har vit komu á odda við tveimum málum, men KFUM kvinnurnar hingu allatíð í, og orsaka av okkara mongu feilum og nógvum mistum bóltum vóru vit aftanfyri 12-10 tá fari var til hálvleiks.   Í næsta hálvleiki vóru nakrir glottar at hóma í okkara álopsspæli, og við fýra skjótum og góðum málum løgdu vit okkum aftur á...

  • Himmelev II - ÍF Føroyar I (17 - 32)

      Endiliga eydnaðist tað hjá besta mansliðnum at vinna fyrsta dystin í kappingarárinum - og tað varð gjørt sannførandi.   Mótstøðuliðið Hesaferð vóru vit á vitjan í Roskilde Kommune, har Himmelev II hevði boðið til dyst. Um Himmelev II kann sigast, at liðið ikki verður mett sum eitt av toppliðinum í ár, og tískil vóru vónirnar til dystin góðar. Harumframt vóru vit eisini ógvuliga svangir eftir einum sigri.   Tað vísti seg tó, at vit vóru ikki heilt so væl mannaðir til dystin, tí fleiri mans vóru heima...

  • Venjaraeffektin sveik

    Nørrebro – ÍF Føroyar 30-19 (12-8)   Leygardagin var okkara næsti dystir kvalifikatións rekkjuni, tá vit skuldu spæla móti Nørrebro í snotiliga hallarkompleksinum í útnyrðings Keypmannahavn. Undan dystinum hevði nýggi venjarin bjóðað inn til ein lættan bita og upphiting við playstation og FIFA 2014.   Liðið var nakað broytt í mun til undanfarnu dystir, tí at fleiri menn vóra langt av landi skotnir. Formaðurin Helgi, var farin ein túr til Noreg og Hjalti sat á Anfield og rópti Liverpool til sigurs, meðan...

  • 1. lið kvinnur góða byrjan uppá kappingarárið

    Team Nørrebro 3 - ÍF Føroyar kvinnur 11-16 (7-9) Fyrsti dystur hjá kvinnunum endaði við einum 16-11 sigri. Í dag var fyrsti dystur hjá kvinnunum leiktur á útivølli ímóti Team Nørrebro. Hetta var samstundis fyrsti dystur hjá nýggja venjaranum Jákup Larsen. Tað gekk sum heild væl og vit fingu tryggja okkum tey fyrstu tvey stigini í kappingini. Tað sást tíðiliga, at hetta var fyrsti dystur hjá okkara kvinnum, nógv persónlig mistøk vóru gjørd, og var tað serliga avleveringarnar, ið ikki altíð sótu so...

  • Hondbólturin í Keypmannahavn í vøkstri

    Eftir sera góða undirtøku til venjingarnar hjá kvinnunum, hevur felagi tikið støðu til at tekna eitt lið afturat til komandi kappingarár. Eftir at í fleiri ár at hava havt eitt kvinnulið í felagnum, har tað støðugt hava verið eini 12 gentur til venjing. Hevur talið á hondbóltsglaðum kvinnunum verið heilt upp í 22 í ár, hetta er sera gleðiligt at síggja. Og fyri at allar skulu sleppa upp í part, verða tvey kvinnulig komandi kappingarár. Hetta sær sostatt út til at blíva eitt sera spennandi...

  • Nýggir venjarar settir

    Komandi fríggjadag fáa bæði kvinnurnar og menninir hjá ÍF Føroyar hondbólti nýggjan venjara.   Seinasta ár var Miriam J. Michelsen venjari hjá kvinnunum. Miriam er eisini venjari hjá fótbóltskvinnunum. Í ár hevur hon valt at taka hondbóltsskógvarnar fram aftur, og tí hevur nevndin roynt at funnið ein nýggjan venjara í hennara stað. Fram til í dag hava kvinnurnar sjálvar staði fyri venjingunum, men framyvir verður tað Jákup Larsen sum kemur at taka sær av venjarastarvinum. Jákup hevur sjálvur ein...

  • Ùti av steypakappingini

    Besta liði hjá ÌF Føroyum leikti í kvøld steypakappingardyst móti Team Nørrebro, ið spælur í einari deild hægri enn vit. Team Nørrebro møttu mannsterkir upp, 12 leikarar, fult av áskoðarum og kamera mann sum skuldi fáa allar detaljur við. Vit vóru hinvegin meira skerdir. Vegna avboð vóru vit bert 8 mans. Hettar bleiv eisini okkara stórsti vansið, tá hugsað verður um hvussu javnur dysturin var. Vit spældu øgiliga disciplinerað; fáir feilir blivu gjørdir í álopspartinum og verjan stóð sera...

  • FIF II ov sterkir

    Fríggjakvøldið var fyrsti dystur í kvalifikatiónsdeildini hjá besta mannsliðnum hjá ÍF Føroyum leiktur ímóti FIF 2. Vit taptu stórt og man kann ikki siga annað enn at munurin frá seriu 1 til kvalifikatiónsdeildina kom væl til sjóndar. Leikararnir hjá FIF2 vóru í betri venjing enn okkara menn og við einum góðum málmanni og skipaðum álopspæli kom FIF skjótt frammum við 6 málum. Hálvleiksstøðan varð 14-9 til FIF2. Í øðrum hálvleiki broyttu vit verjuna og fóru til eina 5-1 verju, men hetta gjørdi...

  • Venjingardystur móti Amager SK

    Hóskvøldið spældu vit okkar næsta venjingardyst, hesaferð var mótstøðuliðið Amager SK. Hetta var samstundis síðsti venjingardystur áðrenn kappingin byrjar fríggjadagin. Vit byrjaðu dystin sera væl við eini sterkari 6-0 verju sum ikki var til at sleppa ígjøgnum og tað sum slapp tók Lars sær av. Álopið koyrdi eisini sum smurt og vit løgdu okkum á odda við 4-5 málum beinaveg og tað gekk sera illa hjá hinum at fáa mál. Hetta var munurin til miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá kom stígur í hjá okkum....

  • Ársins fyrsti venjingardystur

    Fríggjakvøldið leiktu okkara menn fyrsta venjingardystin í hesum kappingarárinum. Liðið var blandað av bæði royndum og nýggjum kreftum og samanumtikið leiktu vit ein fínan dyst. Mótstøðuliðið var Hundested HK, sum eisini heldur til í Kvalifikatiónsrekkuni. Vit avtalaðu at spæla trý umfør á 25 min. Vit byrjaðu eitt sindur skirvisliga og komu eini 2-3 mál afturúr beinanvegin. Eftir hetta gekk spælið aftur og fram og í álopinum spældu Julian Johansen og Rani Ellingsgaard væl saman, meðan bæði Pól...

  • So byrjar venjingin aftur :)

    So eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara farnar í gongd. Hondbóltsvenjingin hjá bæði kvinnum og monnum byrjar aftur týsdagin 3. september. Menninir hava fystu venjing í Sundbyhøllini (Englandsvej 61) týsdagin frá kl. 16.00 - 17.30 og kvinnurnar frá kl. 17.30 - 19.00.Venjingartíðirnar fyri komandi kappingarár eru týsdagar frá kl. 16 - 19 og fríggjadagar frá kl. 19 - 22.Øll eru vælkomin og vit vóna at síggja nógv nýggj og "gomul"-kend andlit.

  • Hug at royna teg í spennandi venjarastarvið?

    Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum eru nú farnar at leita eftir venjara til komandi kappingarár. Kvinnurnar venja 1-2 ferðir um vikuna. Venjing og heimadystirnir verða leiktir á Amager og ætlanin er at fara í gongd aftur við venjing tá flestu kvinnurnar eru komnar aftur frá føroyum, umleið síðst í august ella fyrst í september. Kappingin byrjar síðst í september og heldur áfram til jólar, fari verður í gongd aftur fyrst í januar og síðan endar kappingin umleið um páskini. Um áhugi er fyri at venja...

  • Myndasavn og Søga

      ÍF Føroyar hondbóltur hevur verið ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum útisetum í Keypmannahavn gjøgnum fleiri ættarlið. Tó so er lítið og einki goymt um søgu felagsins og hvørjir limir gjøgnum tíðirnar hava traðka sínar hondbóltsskógvar tunnar í Keypmannahavn. Eftir at felagið í november 2012 gjørdi sær eina nýggja flotta heimasíðu, so skuldi verið lagamanni at lagt myndir og frágreiðingar út á síðuna soleiðis at alt verður savnað á einum almennum stað. Fyri at tað skal kunna lata...

  • Ársins leikarar 2012/2013

    ÍF Føroyar hondbóltur helt farna vikuskifti endaveitslu eftir eitt ótrúliga gott kappingarár. Lagið var gott og fólk møttu fjølment (føroyska tíð) til fyriskipað undirhald og hugna á Amager Strand, áðrenn leiðin gekk yvir í Couloir har ein fín buffét bíðaði eftir okkum. Gjøgnum árið hevur 1.manslið eftir hvønn dyst stemmað uppá dagsins leikarar og harafturat hava menninir eisini skrivað niður málslúkararnar fyri alt kappingarárið. Pól Andreassen var tann leikarin ið fekk flest atkvøður gjøgnum alt...

  • Menninir í kvalifikatiónsrekkjuna

    Sunnudagin vóru tveir teir seinnu dystirnir í kappingini um upprykking leiktir. Vit gjørdu ikki matari enn at vinna báðar, og hava harvið tryggja okkum pláss í kvalifikationsrekkjuni komandi ár.   ÍF Føroyar – Fremad Valby 29- 19 Næsti dysturin í upprykkingarkappingini varð leiktur ímóti Fremad Valby. Dysturin byrjaði heldur varliga frá okkara monnum, har vit serliga í verjistøðu vóru nakað afturhaldandi. Vit vóru tí aftanfyri við eini 2 málum fyrstu minuttirnar av dystinum. Álopspælið hjá...

  • Flongdir Freja-frensar

    ÍF Føroyar-Freja 40-20 (20-9): ÍF Føroyar setti í dag hol á síðstu kappingina í stríðnum um uppflyting í donsku kvalifikationsdeildina. Fýra lið eru við í kappingini, har nr. 1 og 2 flyta beinleiðis upp, meðan nr. 3 og 4 verða verðandi í seriu 3. Tað “sjálvsama” í dystinum í dag var, at tvey ung konufólk vóru dómarar. Okkara menn tóku sera væl ímóti teimum og fingu ongantíð útvísing fyri at brúka munn. Hetta kann ikki sigast um mótstøðuliðið, sum fekk í minstalgi tvær útvísingar fyri at brúka...

  • Nýggj leikskrá sunnudagin!

    Av onkrari orsøk er dystarskráðin fyri komandi vikuskifti broytt - og tað er so absolut ikki til okkara fyrimun!   Upprunaliga skuldu vit haft eina pausu millum báðar dystirnar sunnudagin, men eftir broytingina so skulu vit spæla báðar dystirnar beint eftir hvønn annan. Hetta setur enn størri krøv til leikararnar hjá okkum, men vónandi so er formurin nóg góður.   Øll eru vælkomin at stuðla liðnum í stríðnum um uppflyting. Dystirnir verða leiktir í Bellahøj Hallerne (Bellahøjvej 1, 2700 Brønshøj). Tað ber...

  • Dystarfrásagnir frá Bornholm

    AaIF/Midtbornholm - ÍF Føroyar: (26-25) - Skuffandi innsatsur   Av tí at 1. lið endaði á øðrum plássi í teirra bólki, skuldu teir til Bornholm at spæla uppflytingardystir sunnudagin ávíkavist ímóti AaIF/Midtbornholm og KSG úr Keypmannahavn. Nakrir spælarar høvdu valt at fara leygardagin fyri at hava tíð at uppliva Bornholm, meðan aðrir valdu at fara tíðliga sunnumorgunin. Fyrsti dystur var í móti teimum lokalu frá AaIF/Midtbornholm. Hetta liðið var mannað av rutineraðum monnum, sum skuldu royna...

  • TV2 Bornholm rapportasja og okkara síðsti tjansur!

      Tá besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbolti seinasta vikuskifti var á Bornholm, var TV2 Bornholm til staðar og fylgdu heimaliðnum í kappingini um upprykking til Kvalifikatiónsrekkjuna. Her er ein leinkja til sjónvarpssendingina, sum var víst mánakvølið í Bornholm :) (Bornholm vs. ÍF Føroyar á TV2 Bornholm) Tìverri megnaðu okkara menn ikki at tryggja okkum upprykking í hesum førinum, men vónandi klára teir at fullføra ta uppgávuna komandi vikuskifti. Tá er absolutt seinasti møguleiki hjá okkum at...

  • Enn lív í vónini um uppflyting

    Tað byrjaði við at vit valdu at leiga nakrar persónbilar til Bornholm-túrin hjá besta mansliði felagsins. Lagið var gott og vónirnar góðar til túrin og teir báðar dystirnar sum vit skuldu spæla í kappingini um upprykking í Kvalifikatións-rekkjuna. Fyrsta dystin taptu vit tepurt við einum máli ímóti tí bornholmska liðnum, og tí var tað eitt krav at vit fingu stig í næsta dystinum. Næsti dysturin var ein sannur gysar sum endaði við at vit trektu longra stráðið og harvið tryggjaðu okkum í...

  • Upprykkingar-dystir hjá 1.mansliði

    Komandi sunnudag eru nakrir sera spennandi og avgerandi dystir á skránni hjá okkara besta mansliði. 1.liðið skal til Bornholm at dystast móti tveimum øðrum liðum um uppflyting í Kvalifikationsrækken. ÍF Føroyar endaði nummar 2 í sínum bólki og skal spæla móti nummar 2 í bólki 3 (KSG) og vinnaranum av Bornholmarar-bólkinum (AAIF-Midtbornholm). Øll liðini skulu spæla móti hvørjum øðrum og allir dystirnir verða leiktir sunnudagin. Tvs. at tað verður eitt hart program fyri okkara menn....

  • Helgi og Ári koma ikki við til Bornholm

        Kappingarárið Nú páskini eru við at fara fram við, er tað samstundis eitt gott høvi at sessast og hyggja aftur á farna árið. Avbjóðingin var frá byrjan stór, tí eftir eitt gott kappingarár blivi vit dømdir til niðurflyting og stóra bót. Men tað var tó við treysti at byrja var uppá kappingarárið. Tað vísti seg eisini at vera stór undirtøka fyri felagnum, hóast mótgongd, tí tað skortaði ikki vælvild frá stuðlum og fólki rundanum felagið. Tá Bingo var hildið í Føroyahúsinum í oktober, var talan um eitt...

  • 1 mál frá beinleiðis uppflyting

      Fyrsta manslið spældi sunnudagin oddadyst í Sundbyhøllini ímóti Gladsaxe HG. Vunnu vit dystin fluttu vit beinleiðis upp í kvalifikatiónsrekkjuna. Okkara menn byrjaðu dystin heldur illa, og serliga var tad verjuparturin sum stóð seg illa. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var støðan 12-8 til Gladsaxe. Serliga var tad vinstri bakkur hjá teimum, sum gjørdi sum honum lysti, og vit fingu ongantíð stýr á honum í fyrsta hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 17-12 til Gladsaxe. Vit skiftu eitt sindur í okkara...

  • Kvinnurnar vunnu ársins síðsta dyst

    ÍF Føroyar kvinnur - VSH 2002: 26-23   Kvinnurnar leiktu sunnudagin, seinasta dyst í hesum kappingarárinum og kunnu nú halda summarfrí við einum sigri. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí VSH undan dystinum lá á einum 3. plássið við 7 stigum fleiri enn okkara kvinnur, men tær føroysku vístu hvør dugur er í teimum og tær skulu ikki undirmetast. So VSH  vóru sendar heim aftur við ongum.           Um man skal taka saman um kappingarárið hjá kvinnunum so endaðu kvinnurnar á einum 5. plássið við 18 stigum, sum er 14...

  • Kom og stuða ÍF Føroyar hondbólti!

    Sunnudagin verður seinasta leikumfar í hesum kappingarárinum. Øll trý liðini hjá ÍF Føroyar hondbólti skulu spæla hendan dagin á okkara heimavølli í Sundbyhallen. Av tí sama so vilja vit gjarna bjóða øllum okkara limun og viðhaldsfólki framvið at stuðla og annars bara vera við til eitt hugnaligt og spennandi leikumfar.   Kvinnurnar vera verandi eitt ár afturat í seriu 2, meðan 2.manslið longu undan síðsta leikumfari hevur tryggjað sær rætt til at rykkja upp í seriu 2 komandi ár. Harafturímóti er einki...

  • 1. lið vann og er bert 2 stig frá upprykking!

    1. lið hjá monnunum leikti sunnudagin ímóti Team Arresø. Ein sigur var eitt krav og okkara menn vóru fult uppsettir, áðrenn trakað var inn á vøllin. Teir fyrstu minuttirnar, stóð verjan ikki heilt optimalt og Team Arresø kom til nøkur løtt mál. Tað var tó ikki leingi, til vit tóku fast í verjuni og Pól byrjaði at taka nakrar bóltar. Hetta gav møguleika til nógv skjótálop, og við tveimum sera væl uppløgdum vengrum, fóru vit frá mótstøðuliðinum. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna...

  • Sunnudagssigur til kvinnurnar

    Ajax København – ÍF Føroyar 21 – 25 (7-12) Kvinnurnar vóru skræddar upp í morgun, fyri at spæla útidyst í Valby ímóti Ajax København mitt í kirkjutíð. Um hetta var grundin ella ei veit eingin at siga, men tað vóru sera nógv avboð til dystin í dag, men kvinna kemur í kvinnu stað og tær 9, sum møttu upp gjørdu tað til UG. Í fyrra hálvleiki gekk alt uppá stás og kvinnurnar gjørdu sína skyldu og førdu eisini við 5 málum í hálvleikinum. Seinni hálvleikur byrjaði eisini væl og okkara kvinnur hildu fram...

  • Aðalfundur felagsins

    Mikudagin 6. mars var aðalfundur hjá ÍF Føroyum. Her kemur ein lítil frágreiðing um hvat fór fram. Heitasta evni á fundinum var, at øll reglugerðin fyri ÍF Føroyar skuldi hava eina andlitslyfting. Fyri stutt at greiða frá hvussu hetta sær út nú, kann sigast, at ÍF Føroyar er eitt felag sum hevur eina aðalnevnd, sum er mannað av formonnunum úr teimum trimum ítróttargreinumum, sum ÍF Føroyar hevur. Hesar eru fótbóltur, hondbóltur og fimleikur og eru soleiðis undirdeildir hjá ÍF Føroyar og hava tær...

  • 3. dystur uppá 1 viku, eitt reytt kort og enn eitt tap

    Sunnudagur 10. Mars 2013: VHC/Vidar – ÍF Føroyar 20-18 (8-8) Kvinnurnar møttu VHC/Vidar sum liggja á einum 2. plássi við heili 9 stigum fleiri enn okkara kvinnur. Hetta gjørdist ein tættur dystur, men tó høvdu VHC kvinnurnar munin næstan allan seinna hálvleik, aftaná at tær føroysku høvdu havt munin í fyrra. Tær føroysku vildu tó ongantíð sleppa VHC og ímóti endanum gjørdist veruligur spenningur í høllini  tá tær føroyku vóru um reppi at fanga VHC aftur. Hetta endaði tó við at VHC sloppu heldur...

  • Oddaliði steðgaði tí góðu gongdini hjá kvinnunum

    Hósdagur 7. Mars 2013. Amager SK – ÍF Føroyar 21-15 (14-6) Hetta var dysturin sum okkara kvinnur høvdu verið sera spentar til, tí vit eru tær einasta sum oddaliði Amager SK hevur tapt ímóti higartil hetta kappingarárið. Spurningurin er so um kvinnurnar gjørdist ov spentar ella hvussu..... tí tað skuldi vísa seg at tær føroysku høvdu sera ringt við at fáa bóltin inn um málstrikuna. Aftaná hálvleik, har støðan var 14-6 til Amager SK vóru tær føroysku samdar um at nú skuldi lukkast niður í...

  • 1. lið beina kós ímóti uppflyting

      Leygardagin spældi 1. Liðið  hjá monnunum aftur dyst. Hesaferð var mótstøðuliðið Amager SK, sum seinasta vikuskifti leyp hvøkk á øll, ogvann móti oddaliðnum úr Gladsaxe. ÍF Føroyar byrjaði ikki væl og vóru aftanfyri í byrjanini av dystinum, men tá verjan broyttist til at vera meira ágangandi kom betur skil á og ÍF Føroyar var frammanfyri við einum málið í hálvleikinum. Aftaná steðgin gekk aftur illa, og broyttist hettar ikki fyrr enn verjan aftur fór í ta sokallaðu 6-0 formatiónina. Spælið bleiv betur,...

  • 2. lið: Upp og niður, men mest upp :)

    HK-Syd –ÍF Føroyar  26-31 Sunnukvøldið spældi 2. manslið móti oddaliðnum úr HK-syd. Eftir svingandi úrslit síðstu dystirnar, kundu vit við einum sigri hóast alt leggja okkum á odda í bólkinum. Tað var heldur eingin ivi um at menn ætlaði sær ein sigur. Vit løgdu okkum á odda beinanvegin og fóru seint men sikkurt frá mótstøðuliðnum.  Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin komin upp í tíggju mál, men so steðgaði upp og tá fimm minnutir vóru eftir vóru trý mál á muni. Menninir ú HK-Syd vóru...

  • J&K Maskinurnar farnar í gongd!

    Damsø/Mariendal - ÍF Føroyar kvinnur 14 - 37 (5-19) Kvinnurnar leiktu í gjár á útivølli ímóti Damsø/Mariendal. Damsø kvinnurnar hevði 1 stig færri enn ÍF Føroyar kvinnurnar, tí var umráðandi at tær føroysku komu heim aftur við einum sigri. Hetta skuldi beinanvegin vísa seg at blíva ein sera løtt uppgáva, alt riggaði hjá okkara kvinnunum og Damsø kvinnurnar høvdu ikki nógv at bjóða uppá. Hálvleiksstøðan var heili 5-19 til okkara kvinnur. Í seinna hálvleiki vóru okkara kvinnur samdar um at henda...

  • Aðalfundur felagsins

    Aðalfundur 2013   Aðalfundur hjá ÍF Føroyum, sum telur allar deildir felagsins verður mikudagin 6. mars klokkan 18 í Veitsluhølinum á Øresundskolleginum. Á fundinum verður millum annað roknskapur felagsins framlagdur og limagjald verður fastlagt fyri kappingarárið 2013/2014.   Hondbóltsnevndin telur í dag 5 limir, og sær soleiðis út: Helgi Justinussen, Hjalti Mohr Jacobsen, Djóni Højgaard, Kristina D. Simonsen og Áki Vang Poulsen. Og greitt er at hesi ætla at halda áfram komandi ár.     Skráin fyri...

  • Uttan at sveitta

      1.lið hjá monnunum var aftur í eldinum sunnudagain ímóti Sirius-Græsted, og her gjørdist talan um ein heldur lættan dyst. Frá fyrsta brýksli sást, at stórur munur var á liðunum. Longu aftaná 10-15 min høvdu mennirnir hjá okkum lagt seg á odda við eini 5 málum. Gongdin helt sær ígjøgnum allan fyrra hálvleik og tá dómarin brúkslaði til steðg, var leiðslan komin uppá 10 mál. Í seinna hálvleiki gjørdist dysturin nakað rótutur og tað flotta spælið, sum 1.liðs mennirnir eru so kendir fyri, var til...

  • Kvinnurnar vunnu stórt

    ÍF Føroyar - Freja HK 33 - 18 (15-9)Kvinnurnar høvdu í dag vitjan av Freja, sum liggur næst niðast á stigatalvuni. Tær føroysku kvinnurnar høvdu ikki vunnið ein dyst í 2013, tí var lagt upp til ein spennandi dyst aftaná eina góða viku, har uppmøtingin til venjing hevur verið heilt góð.Tað sást beinanvegin at okkara kvinnur vóru nógv meir uppsettar og betri fyri enn gestirnir. Tær føroysku løgdu hart út og fingu eisini gongd á skjótálopini frá byrjan av. Hetta og ein sterk verja gjørdi sítt til at...

  • Fylg við ÍF Føroyar hondbólti á Facebook

    ÍF Føroyar Hondbóltur hevur eina Facebook-fjepparasíðu, har vit skriva leggja út leinkur til dystarfrásagnir og annars senda uppdateringar og nýggjheitir um felagið. Tú kanst fylgja við ÍF Føroyar hondbólti við at dáma okkara Facebook síðu. Leinkjan til síðuna er her: ÍF Føroyar Hondbóltur Hondbóltsárið 2012/2013 endar 24. mars, so tað eru ikki serliga nógv umfør eftir av hesum kappingarárinum. Men teir síðstu dystirnir eru rættuliga avgerandi fyri um liðini hjá okkum megna at vinna sær rættin til at...

  • 1. lið aftur á sigurskós

      1.lið vann hóskvøldið á útivølli ímóti USG, sum undan dystinum lá á einum 6.plássi. Tað var sera týdningarmikið at fáa bæði stigini við heim fyri at hanga í oddaliðnum og varðveita 2.plássið, sum gevur møguleikan at spæla um uppflyting. Vit byrjaðu sera væl og komu á odda 7-1. Saman við Pól í málinum stóð verjan sterk, álopsspælið koyrdi gott og vit fingu kontraálopini at rigga. Men so kom stígur í miðskeiðis í hálvleikinum. Teir byrjaðu at skjóta útifrá tá teir ikki sloppu ígjøgnum verjuna og...

  • Ein góð venjing - felagsmynd

    Fríggjadagin 15. feb. 2013 var venjing á skránni hjá hondbóltsdreingjunum. Rættuliga góð uppmøting var hendan dagin, og í tí sambandi var ein felgasmynd tikin. Til venjingina vóru bæði fyrrverandi, núverandi og komandi ÍF Føroyar leikarar umframt at onkur uttanífrá eisini var komin við til venjingina hjá okkum. Tað er altíð pláss fyri leikarum, ið hava hug til at vera við til venjingarnar hjá okkum, so vit fegnast um stuðulin og ynskja øllum at vera vælkomnum forbí til venjing. ÍF Føroyar framá!

  • Kvinnurnar taptu

    ÍF Føroykar - Team Nørrebro 17-19 (9-9) Fríggjakvøldið tóku kvinnurnar ímóti Team Nørrebro aftaná at hava havt frí 3 vikuskiftir í trekk. Tær føroysku kvinnurnar byrjaðu væl og vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik, líka til síðstu løtu tá Team Nørrebro kláraði at hála seg inn á tær føroysku, soleiðis at hálvleiks støðan var javnleikur 9-9. Tað sá út til at tær føroysku kvinnurnar høvdu stýr á tí og serliga í verjupartinum, har tær føroysku stóðu sera stinnar. Men tá seinni hálvleikur kom í...

  • 1.lið snávaði heima móti Team Arresø

    1. lið tapti á heimavølli móti Team Arresø. Team Arresø lá nummar 6 í deildini áðrenn dystin, meðan 1 liðið hjá ÍF-Føroyum lá nr. 2. Ein sigur var av stórsta týdningi hjá heimaliðnum fyri at kappast um fyrsta plássið í deildini. Vit komu sera væl frá byrjan har Pól tók 6 av fyrstu skotinum hjá Team Arresø og  vit komu framum 5-0. Tað skuldi ganga 10 minuttir, áðrenn Team Arresø fekk fyrsta málið. Men so kom øgiligur rómur í áskoðarafjøldina, leikararnar og ikki at gloyma ghettoblastaran!, ið...

  • Kom og stuðla 1. mansliðnum í Sundbyhøllini í morgin kl. 19.00

      Í morgin (fríggjadagin 8. feb.) skal 1.liðið hjá okkum aftur í eldin. Seinasti dysturin hjá 1.liðnum bleiv vunnin uttan dyst, tá úti-liðið ikki møtti upp. Hesuferð er tað Team Arresø, sum kemur á vitjan. Arresø mennirnir liggja nummar 6 við 13 stigum, meðan vit liggja nummar 2 við 6 stigum fleiri. Um dreymurin hjá okkum um at flyta upp skal gerast til veruleika, so er einki annað enn ein sigur gott nokk. Dysturin verður leiktur kl. 19.00 í Sundbyhallen (Englandsvej 61, 2300 KBH S). Øll eru...

  • Enn ein sigur til 1. lið

    1.lið hjá ÍF Føroyum spældi hóskvøldi útidyst ímóti Tårnby HK, sum undan dystinum lá á aftasta plássi við bert tveimun stigum. Vit byrjaðu dystin heldur varisliga, og tøktist tað sum um menn ikki vóru heilt tendraðir og klárir til uppgávuna. Tekniskir feilir og nógvir brendir kjansir frá okkara síðu førdi til, at fyrri hálvleikur bleiv heldur javnur. Vit megnaðu tó at koma til hálvleiks við einari 2 máls leiðslu, har máltalvan vísti 11-13. Í byrjanini av seinna hálvleiki komu vit skjótt nøkur...

  • Kvinnurnar fingu javnleik

    AB - ÍF Føroyar 18 - 18 Sunnudagin spældu okkara gentur á útivølli ímóti AB. Tað var lagt upp til ein sera spennandi og javnan dyst. Hóast illa mannaðar góvu okkara gentur teimum kamp til strikuna. Vit fingu eina sera góða byrjan, har serliga tað defensiva arbeiði riggaði væl, ið hevði við sær, at AB skoraði ikki fyrr enn 12 min. vóru spældir. Okkara kvinnur spældi væl fyrra hálvleik og vóru frammanfyri við trimum málum, tá bríksla var til hálvleik. Ì øðrum hálvleiki legði AB betur út, og tað...

  • 2. lið hevur fingið góða byrjan

    Fredensborg – ÍF Føroyar    19-30 Í gjár var 2. manslið á útferð í Fredensborg. Býurin, sum er mest kendur sum royala høvuðsæti í norðursælandi, vísti gestablídni tá vit tóku bæði stigini við suður á Amager. Fyrr á degnum kom avboð frá Ørvi, so mátti Trygvi taka tørnið í málinum. Jóhan Petur forsvav seg til dystin, vit vóru bara 7 mans og høvdu tískil ongar útskiftarar. Mótstøðumennirnir úr Fredensborg høvdu harafturímóti 11 ungar menn um 19 ára aldur á dómaraseðlinum, so vit vóru eitt sindur...

  • 1.lið stríddi seg til sigurs

      Næsti dystur hjá 1.liði í 2013 var á pappírinum ein lættur dystur ímóti Birkrød, ið undan dystinum lá á næstaftasta plássi við einans 4 stigum. Birkerød mennirnir vóru heldur ikki serliga væl mannaðir til uppgerðina, og kanska var tað eisini hetta sum gjørdi at vit ongantíð ordiliga komu í gongd við okkara annars so flotta spæl. Dysturin var sum heild rótutur og okkara menn gjørdu nógvar feilir og brendu eisini fleiri upplagdar málmøguleikar. Av tí sama bleiv dysturin nógv meir spennandi enn...

  • Kvinnurnar byrjaðu 2013 við einum tapi

    ÍF Føroyar - Furesø 19-20 (9-10) Sunnudagin tóku kvinnurnar ímóti Furesø í ársins fyrsta dysti. Tað vísti seg at blíva ein tættur dystur allan vegin ígjøgnum, tað vóru tó Furesø sum hevði munin næstan allan dystin. Okkara kvinnur tóktust ikki ordiliga at vera komnar yvir jólaferiuna, og komu ongantíð ordiliga upp í gear, hóast hetta var eitt lið á næst aftasta plássi. Tað vóru tó glottar at hóma inn í millum, tá tær til tíðir komu upp á javnleik ella 1 mál frammum. Men við ov nógvum feilum og...

  • 1. lið byrjaði 2013 við einum sigri

    Eftir at hondbóltskappingin hevur ligið still í nakrar vikur, so vóru okkara menn blakaðir fyri leyvurnar í eini toppuppgerð týskvøldið. Lyngby HK, sum undan dystinum lógu eitt stig framanfyri okkum á 2. plássinum, sóu út til at vera væl upplagdir og væl mannaðir til dystin. Eins og tað ofta er tá vit møta liðum her í Danmark, so vóru Lyngby-dreingirnir væl størri enn okkara menn. Hetta tóktist tó ikki at nerva spælið hjá okkum. Teir fyrstu minuttirnir gekk spælið eitt sindur aftur og fram....

  • Gleðilig jól

    ÍF Føroyar vil ynskja øllum eini gleðilig jól og eyðnuberandi nýggjár við tøkk fyri tað skjótt farna.  

  • Kvinnurnar vunnu aftur

    ÍF Føroyar- Ajax København 35-19 (19-12) Sunnudagin brustu okkara gentur saman við Ajax København, ið liggur i niðara endanum á stigatalvuni. Sum tað altíð er við tílíkum dystum, var tað eisini avgerandi fyri okkum at vinna hendan dystin, um vit enn vildu kappast har tað er stuttligt. Og tað vóru eisini vit, ið lógu omaná frá dystarbyrjan. Álopini koyrdu væl við varieraðum kombinatiónum, ímeðan verjan ikki fekk tað at hanga saman, sum vit annars høvdu viljað, og tær fingu nøkur mál ov nógv....

  • 2. lið: Fyrsta plássið tryggjað

    Brøndby Strand –ÍF Føroyar  19-32 Sunnumorgun  leitaðu menninir á 2. liði sær út til Brøndby Strand til næstseinasta dystin áðrenn jól. Talan gjørdist ongantíð um ein spennandi dyst, tí tað vísti seg beinan vegin at vit vóru nógv tað betra liðið. Fyrstu løtuna gekk tað skjótt aftur og fram. Stutt álop og nógv mótálop, so eftir 12 min høvdu vit skotið 10 mál. Sum leið út á dystin fór intensiteturin úr dystinum, tí munurin bleiv so stórur at dysturin var í grundini langt síðani avgjørdur. Úrslitið...

  • Ama'r sport heldur rimmar útsølu

    Klædnastuðulin hjá ÍF Føroyum, Ama'r sport, fyllir 10 ár og heldur rimmar útsølu. Fríggjadag og leygardag er 50% í avsláttri uppá alt í handlinum. Ama'r Sport liggur á Amagerbrogade 165-167.

  • Kvinnurnar koppaðu oddaliðinum

    ÍF Føroyar – Amager SK 22-21 (10-13)   Lagt var upp til ein spennandi dyst, har slaturin hevði ljóða uppá at oddaliði Amager SK hevði sæð fram til at møta okkara føroysku kvinnum. Okkara kvinnur byrjaðu væl og løgdu seg á odda 1-0 og 2-1, men so fóru kvinnurnar frá Amager SK í gongd, men okkara kvinnur kláraðu at hanga í allan dystin, har kvinnurnar frá Amager vóru frammanfyri við 2 og til tíðir upp í 4 mál. Men Amager damurnar komu ongantíð heilt leysar av teimum føroysku, hetta takka var ein heilt...

  • 1. lið á ovastu rók

    ÍF Føroyar - Amager SK   Eftir at hava tapt fyrsta dystin í kappingarárinum og leikt ein heldur óhepnan javnleik á útivølli mitt í kappingarárinum, so er besta mansliðið hjá ÍF Føroyar hondbólti veruliga komið fyri seg. Seinasta vikuskiftið vunnu vit 33-25 í heimadystinum móti Amager SK, og var hetta okkara 3. sigur upp í slag. Hetta merkir eisini at vit nú liggja ovast í okkara bólki!   Vit byrjaðu dystin móti Amager SK eitt sindur ósikkurt, men komu skjótt fyri okkum og uppbygdu spakuliga eina...

  • 2. lið vann trygt

    Su KFUM - ÍF Føroyar 24-37 2. manslið spældi sunnudagin móti su KFUM og vunnu sanførandi við 13 málum. Málmenninir høvdu givið avboð til dystin, so Trygvi Askham sum annars hevur verið stórspælandi á bakkinum fór í málið. Fyrstu løtuna gekk javnt á. Tað var ikki trupult at fáa mál, men harftur í móti gekk heldur strilti at verja fyri og tað tók Trygva í málinum eina løtu at spæla seg heitan. Miskeiðis í fyrra hálvleiki var støðan 8-8, men so skrædnaði. Trygvi byrjaði at bjarga og var skjótur at...